Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mars 1992Nr. 20
Løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020
Kapittul 1
Lógarøkið, framleiðsla og innflutningur
§ 1. Endamálið við hesi lóg miðar ímóti at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið, og til tess at røkka hesum endamáli at áseta reglur í sambandi við rúsdrekka í Føroyum.
§ 2. 1) Sum rúsdrekka eftir lógini er at skilja allur løgur, sum hevur minst 2,8 rúmprosent av alkoholi í sær.
Stk. 2. 1) Sum rúsdrekka verður ikki roknað heilivágur, sum bert er loyvdur apotekum at selja eftir apotekaralóggávuni, hóast hesi hava í sær eitt alkoholrúmprosent, ið fer upp um 2,8.
Stk. 3. Hóast reglurnar í lógini er apoteksverkinum loyvt at innflyta og selja ethanol til tekniska nýtslu og heilivágsframleiðslu eftir teim reglum landsstýrið ásetir.
§ 3. 1) 2) 3) Tað er ikki loyvt
1) at innflyta, framleiða ella bryggja rúsdrekka, sum í sær hevur meira enn 60 rúmprosent av alkoholi, og
2) at gera drekkandi tær í § 2, stk. 3 nevndu vørur.
Stk. 2. 3) Rúsdrekka kann bara framleiðast á góðkendum framleiðsluvirkjum. Uttan mun til ásetingina í stk. 1, nr. 1 kunnu góðkend framleiðsluvirki innflyta ethanol, sum í sær hevur meira enn 60 rúmprosent av alkoholi, at brúka í sambandi við rúsdrekkaframleiðslu.
Stk. 3. 3) Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta neyvari treytir fyri rúsdrekkaframleiðslu, undir hesum eisini treytir fyri góðkenning, reglur um eftirlit við framleiðsluni o.a.
§ 4. Sett verður á stovn Rúsdrekkasøla Landsins, við tí endamáli at innflyta og selja rúsdrekka.
Stk. 2. 4) Landsstýrið ger nærri reglur fyri skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins.
Stk. 3. 1) (Strikað).
Kapittul 2
Innflutningur av rúsdrekka
§ 5. 5) 6) 3) Rúsdrekkasøla Landsins hevur einkarætt at innflyta rúsdrekka, sbr. tó stk. 2-4.
Stk. 2. 3) Persónar, ið hava fylt 18 ár, og sum koma til landið við flogfari ella skipi, kunnu taka við sær rúsdrekka til egna nýtslu eftir reglum, ásettar í kunngerð.
Stk. 3. 3) Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri innflutning av víni, ætlað til altarnýtslu.
Stk. 4. 3) Ásetingarnar í stk. 1 og í § 3, stk. 1, nr. 1 eru ikki galdandi fyri innflutning av rúsdrekka og ethanoli, sum góðkend framleiðsluvirki, sbr. § 3, stk. 2, skulu brúka til rúsdrekkaframleiðslu sína.
Kapittul 3
Søla og útflýggjan
§ 7. 2) 7) 8) 5) 3) Einkarætt at selja rúsdrekka hevur Rúsdrekkasøla Landsins.
Stk. 2. 3) Uttan mun til ásetingina í stk. 1 kann rúsdrekka, sum eftir § 3, stk. 2 er framleitt í Føroyum, seljast Rúsdrekkasølu Landsins, eins og rúsdrekka kann skeinkjast eftir reglunum í matstovulógini.
Stk. 3. 3) Bryggjarí, ið hava fingið útflýggingarloyvi eftir reglunum í matstovulógini, kunnu selja framleiðslu sína beinleiðis til flogfør og skip í altjóða sigling, til tollfríar sølubúðir á flogvøllinum og á skipum í altjóða sigling, og til provianteringsfyritøkur, ið selja proviant til flogfør og skip í altjóða sigling. TAKS hevur eftirlit við hesi sølu.
§ 8. 1) 9) 2) 4) 5) 7) (Strikað).
Kapittul 4
Útskeinking av rúsdrekka
§ 11. 7) (Strikað).
§ 12. 5) 10) 9) 1) 7) (Strikað).
Kapittul 5
Almennar ásetingar
§ 17. 1) Tað er forboðið, at selja ella flýggja út rúsdrekka til persónar, sum ikki eru fyltir 18 ár, ella at flýggja út rúsdrekka, um tað er sannlíkt, at rúsdrekkað er tilætlað øðrum, sum ikki lúka treytirnar fyri at fáa rúsdrekka.
Stk. 2. 1) Tann, sum selir, flýggjar út, skeinkir ella letur skeinkja rúsdrekka, hevur skyldu til at um neyðugt tryggja sær við framvísan av samleikaprógvi, at móttakarin lýkur aldurstreytina.
Stk. 3. 7) (Strikað).
§ 19. Øll reklama í føroyskum fjølmiðlum og tíðarritum, útbýting av reklamuseðlum o.t. viðvíkjandi sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka er forboðin.
§ 20. Tað er ikki loyvt at útflýggja rúsdrekka frá handlum og líknandi handilshølum hjá handlum, fyritøkum ella á almennum støðum á ein hátt, ið kann metast við úskeinking.
§ 21. 7) (Strikað).
Kapittul 6
Revsing
§ 22. 9) 2) 7) 3) Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir lóggávuni annars, verður við sekt ella fongsli í upp í 4 mánaðir revsaður tann, sum brýtur ásetingarnar í § 3, § 5, § 7, stk. 1 og §§ 19-20. Medvirkni verður revsað á sama hátt.
Stk. 2. 3) Við sekt ella fongsli í upp í 4 mánaðir verður revsaður tann, sum ikki lýðir boð ella forboð, givin eftir løgtingslógini ella eftir reglum, givnar við heimild í løgtingslógini.
Stk. 3. 3) Revsingin kann herðast til fongsul í upp í 1 ár, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, ella um talan er um endurtøku.
Stk. 4. 3) Í reglum, givnar við heimild í løgtingslógini, kann verða ásett, at brot á reglurnar ella treytir, givnar eftir reglunum, verður revsað við sekt ella fongsli í upp í 4 mánaðir.
Stk. 5. 3) Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 6. 3) Tá ið sekt verður ásett eftir stk. 1 og 2, ella eftir reglum, givnar við heimild í løgtingslógini, skal fyrilit havast fyri fíggjarliga vinninginum, sum er fingin ella ætlaður var at fáa við brotinum.
§ 23. 3) (Strikað).
Kapittul 7
Gildisásetingar.
§ 24. Landsstýrið ásetir í kunngerð, nær lógin fær gildi í síni heild ella í pørtum.
Stk. 2. Tá lógin kemur í gildi, smbr. stk. 1, setir landsstýrið úr gildi í síni heild ella í pørtum fylgjandi:
1) ,,Anordning nr. 649 af 21. december 1917 om hvad der i lov for Færøerne om forbud mod at drive erhverv med berusende drikke m.m. af 21. december 1917, skal forstås ved drikke.“
2) ,,Anordning nr. 624 af 30. november 1918 om udlevering af berusende drikke fra apoteker på Færøerne.“
3) ,,Bekendtgørelse nr. 148 af 18. april 1923 om hvad der i lov for Færøerne om forbud mod at drive erhverv med berusende drikke m.m. af 30. januar 1923 skal henregnes til drikke.“
4) ,,Lov nr. 115 frá 4. april 1928 for Færøerne om forbud mod at drive erhverv med berusende drikke m.m.“, sum broytt seinast við løgtingslóg nr. 54 frá 9. juni 1988.
5) Løgtingslóg nr. 35 frá 18. november 1954 um innflutning av denatureraðum spritti.
6) Løgtingslóg nr. 61 frá 19. mai 1980 um skamtan av rúsdrekka, sum broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 20. mai 1988.
7) Kunngerð nr. 7 frá 29. januar 1986 um denaturerað spritt.
8) Løgtingslóg nr. 120 frá 23. desember 1991 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, §§ 1 og 3.
Stk. 3. Hesar kunngerðir hava framvegis gildi, til tær verða settar úr gildi við kunngerð heimilaðari í hesi løgtingslóg:
1) Kunngerð nr. 36 frá 19. november 1954 um keyp og sølu av kumpassspritti.
2) Kunngerð nr. 78 frá 11. juli 1980 um brygging og útflýgging av sterkum øli, sum broytt við kunngerð nr. 86 frá 1. juli 1988.
Stk. 4. Um so verður, at ásetingarnar um útskeinking í lógini verða settar í gildi áður enn kapitlini 1, 2 og 3, kann landsstýrið játta loyvishavara innflutning av rúsdrekka til útskeinkingar á útskeinkingarstaðnum.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 4. juni 1996, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1996. Samstundis fer danski lógarteksturin í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka úr gildi.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 17. mai 2011, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2011. Tó kemur § 1, nr. 4 ikki í gildi fyri enn 1. apríl 2012.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 9. apríl 2019.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 10. mai 2000, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002, og samstundis verður danski teksturin í løgtingslógini strikaður.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, har § 10 ljóðar soleiðis “Henda løgtingslóg fær gildi á gildisdegi Sáttmálans frá 31. august 2005 millum Stjórn Íslands, øðrumegin, og Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 29. mai 2017.
7) Broytt við § 26, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018.
8) Broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 1996.
9) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 2. mai 2003, har § 2 í ljóðar soleiðis: “Hendan lóg kemur í gildi 1. juni 2003.”
10) Broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, har § 13, stk. 1 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.”
11) Broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 16. mai 2006.
12) Broytt við løgtingslóg nr. 126 frá 22. desember 2008.
13) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”