Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2024Nr. 18
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping
(Eftirlit við prísi við marknaðargreining og nágreining av prosessparti)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2023 um kapping verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 26, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“§ 26. Tey boð, sum Kappingareftirlitið kann geva eftir § 6, stk. 4, og § 11, stk. 4, við tí endamáli at steðga skaðiligu árinunum frá kappingaravmarkingum og eftir § 29 a, stk. 4, við tí endamáli at steðga framferð ella viðurskiftum, sum virka ímóti kappingini á marknaðinum, kunnu til dømis vera:
1) at avtalur, viðtøkur, handilstreytir o.a. heilt ella lutvíst verða settar úr gildi,
2) at farast kann ikki upp um tilskilaðar prísir ella vinningar, ella at ávísir útrokningarhættir skulu nýtast, tá ið prísir ella vinningar verða roknaðir út,
3) at áleggja einum ella fleiri av viðkomandi fyritøkunum at selja til tilskilaðar keyparar við teimum treytum, sum fyritøkan vanliga setir fyri samsvarandi sølu. Fyritøkan kann tó altíð krevja, at goldið verður kontant, ella krevja nóg góða trygd, og
4) at geva atgongd til fasilitet í undirstøðukervi, ið er neyðugur til tess at kunna bjóða út eina vøru ella tænastuveiting.”
2. § 27, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“§ 27. Tilsøgn, veitt av fyritøku, og sum gongur ivasemi á møti, sum Kappingareftirlitið hevur viðvíkjandi § 6, stk. 4, § 11, stk. 4 og § 29 a, stk. 1, kann gerast bindandi fyri fyritøkurnar. Ein tilsøgn kann gerast tíðaravmarkað.”
3. Aftan á § 29 verður sett:
“§ 29 a. Kappingareftirlitið kann fara undir at greina ein marknað, tá ið ábendingar eru um, at framferð ella viðurskifti á einum marknaði forða fyri, avlaga ella hava aðra skaðiliga ávirkan á kappingina. Hetta kann til dømis vera høgir prísir, høgur vinningur, høg miðsavning, avmarkað atgongd at koma inn á ein marknað o.a.
Stk. 2. Ásetingarnar í § 28, stk. 1 og 2, eru somuleiðis galdandi fyri marknaðargreiningar eftir stk. 1.
Stk. 3. Kappingareftirlitið kann almannakunngera slíka greining, tó við teimum avmarkingum, ið eru nevndar í § 22, stk. 4.
Stk. 4. Um marknaðargreining sambært stk. 1 vísir, at tað á viðkomandi marknaði er framferð ella viðurskifti, sum virka ímóti kappingini á marknaðinum, kann Kappingareftirlitið geva boð sambært § 26.
Stk. 5. Ásetingarnar í § 27, stk. 1-3 eru somuleiðis galdandi fyri marknaðargreiningar eftir stk. 1.”
4. § 33, stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Avgerð, tikin av Føroya Kærustovni, kann av kæraranum og Kappingareftirlitinum leggjast fyri Føroya Rætt í seinasta lagi 8 vikur frá tí, at avgerðin er kunngjørd tí, sum hon viðvíkur. Verður ikki kært innan ásettu tíðarfreistina, er avgerðin hjá Føroya Kærustovni endalig.”
5. Aftan á § 33, stk. 3, verður sett nýtt stk. 4, sum verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Tá ið avgerð sambært stk. 3 verður løgd fyri Føroya Rætt, er Kappingareftirlitið ella fyritøka o.a. rætta viðkomandi at stevna.”
6. § 35, stk. 1, nr. 11, verður orðað soleiðis:
“11) gevur Kappingareftirlitinum, Kappingarráðnum ella Føroya Kærustovni ófullfíggjaðar, skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella tigur um viðurskifti, sum hava týdning fyri mál, kanning ella greining eftir § 29 ella § 29 a, sum upplýsingar verða savnaðar til.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 26. mars 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 57/2023