Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2021Nr. 175
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um børns retsstilling, lov om arvelov, lov om forældremyndighed og samvær og lov om anerkendelse af nordiske faderskabsafgørelser
(Sammóðir)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 200 frá 18. mai 1960 um børns retsstilling, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 12 verður sum kapittul 1 a sett:
“Kapittul 1 a
Sammóðir
Skráseting av sammóður í sambandi við føðing
§ 12 a. Eigur kvinna eitt barn, verður hjúnafelagin ella makin sammóðir at barninum, um hon og móðirin skrivliga boða frá, at tær saman taka á seg umsorgan og ábyrgd av barninum og treytirnar í § 12 b eru fylgdar. Skrásetingin av sammóður verður gjørd í Familjufyrisitingini.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi, um hjúnafelagin ella makin er deyður, áðrenn barnið verður føtt, men eftir at móðirin hevur fingið viðgerð við eftirgjørdum gitnaði og treytirnar í § 12 b eru fylgdar.
Stk. 3. Um barnið er deyðføtt ella doyr áðrenn skráseting av føðing, kann ein kvinna verða sett sum sammóðir at barninum, um treytirnar í § 12 b eru fylgdar.
Treytir fyri skráseting sum sammóðir
§ 12 b. Sammóðurskapur er treytaður av, at ein kvinna hevur fingið viðgerð við eftirgjørdum gitnaði av heilsustarvsfólki ella undir ábyrgd av heilsustarvsfólki, at hennara kvinnuligi hjúnafelagi ella samlivi hevur givið samtykki til viðgerðina og at mett verður, at barnið er vorðið til við hesi viðgerð.
Stk. 2. Er kvinna vorðin við barn við eftirgjørdum gitnaði, kann hjúnafelagin ella makin skrásetast sum sammóðir við føðing, um hon skrivliga hevur váttað hetta hjá Familjufyrisitingini sbr. stk. 4.
Stk. 3. Er talan um eftirgjørdan gitnað saman við ávísum kendum sáðgeva, hevur hesin rættindi og skyldur sum pápi at barninum. Tó kann hann skrivliga frásiga sær hesi rættindi og hjúnafelagin ella makin hjá móðurini kann gerast sammóðir og sostatt taka á seg rættindi og skyldur sum foreldur. Fráboðast skal skrivliga til Familjufyrisitingina.
Stk. 4. Skrásetingin sum sammóðir skal gerast hjá Familjufyrisitingini í seinasta lagi 20 vikur eftir gitnað.
Stk. 5. Verður kvinna skrásett sum sammóðir, átekur hon sær rættindi og skyldur sum foreldur.
Stk. 6. Skráseting um sammóðurskap, sbr. stk. 4, er treytað av, at móðirin og sammóðirin eru aldursmyndigar.
Stk. 7. Tær kvinnur, sum hava fingið børn, áðrenn løgtingslógin kemur í gildi, og sum annars høvdu lokið treytirnar í lógini, kunnu søkja Familjufyrisitingina um sammóðurskap sambært hesi lóg.
Stk. 8. Sammóðurskapur staðfestur í útlandinum er galdandi sambært hesi lóg, um ikki serlig viðurskifti tala ímóti. Familjufyrisitingin tekur avgerð í hesum málum.
Mál um sammóðurskap
§ 12 c. Er sammóðurskapur skrásettur hjá Familjufyrisitingini, sbrt. hesum kapitli, kann sakarmál leggjast fyri rættin av móðurini, sammóðurini ella verjanum hjá barninum, áðrenn seks mánaðir eftir at barnið er føtt.
Stk. 2. Er sammóðurskapur skrásettur hjá Familjufyrisitingini, sbrt. hesum kapitli, kann sakarmál leggjast fyri rættin av deyðsbúnum hjá sammóðurini, áðrenn seks mánaðir eftir, at barnið er føtt. Hetta er tó ikki galdandi, um mett verður, at sammóðirin hevur viðurkent sammóðurskapin.”
2. Í § 19, stk. 1, 1. pkt. verður aftan á “faderen” sett: “ella sammóðurina”.
§ 2
Í lov nr. 215 af 31. mai 1963 om arv som sat i kraft ved anordning nr. 272 af 14. mai 1986, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Eru ongir arvingar sambært § 1 ella § 2, arva ommur og abbar tann deyða. Helvtin av arvinum lutast ommum og abbum á síðuni hjá tí eina foreldrinum og helvtin ommum og abbum á síðuni hjá hinum foreldrinum.”
2. § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Millum foreldranna arvingar innanhýsis verður arvurin býttur sum ásett í § 2. Eru einans arvingar hjá tí eina foreldrinum, arva hesi einsamøll.”
§ 3
Í anordning nr. 228 frá 15. marts 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 30. apríl 2018, verða hesar broytingar gjørdar:
1. Yvirskriftin yvir § 11 verður orðað soleiðis:
“Overførsel til faderen ella sammóðurina ved dom”
2. Í § 11, stk. 1 verður aftan á “faderen” sett: “ella sammóðurin”.
3. Í § 11, stk. 2 verður aftan á “faderen” sett: “ella sammóðurina”.
4. Í § 12, stk. 2 verður aftan á “faderen” sett: “ella sammóðurin”.
§ 4
Í lov nr. 158 af 6. maj 1980 bl.a. om anerkendelse af nordiske faderskabsafgørelser, som sat i kraft ved kongelig anordning nr. 21 af 20. januar 1984 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á lógini verður orðað soleiðis:
“Lóg um viðurkenning av norðurlendskum avgerðum um faðirskap og sammóðurskap”
2. Aftan á § 4 verður sett:
“§ 5. §§ 1-4 eru somuleiðis galdandi fyri sammóðurskap.”
§ 5
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022.
Í Tinganesi, 21. desember 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 15/2021