Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 2008Nr. 17
Løgtingslóg um Vinnukærunevnd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Vinnukærunevndin er kærunevnd fyri fyrisitingarligar avgerðir í tann mun, hetta er ásett í lóg ella sambært lóg.
Stk. 2. Kærunevndin er í sínum virksemi óheft av tænastuboðum viðvíkjandi viðgerð og avgerð av einstøku kærumálunum.
Stk. 3. Avgerðir hjá kærunevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.
§ 2. Kærunevndin er mannað við einum formanni, einum næstformanni og fleiri serkønum limum.
Stk. 2. Formaðurin, næstformaðurin og serkønu limirnir í nevndini verða tilnevndir av landsstýrismanninum fyri fýra ár. Formaðurin og næstformaðurin skulu vera løgfrøðingar. Serkønu limirnir í nevndini verða valdir millum persónar, ið eru serkønir á teimum økjum, har Vinnukærunevndin hevur fingið heimild at taka avgerðir.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur samsýningina til formannin og næstformannin og serkønu limirnar í nevndini.
§ 3. Tá avgerðir verða tiknar í einstøku kærumálunum, eru formaðurin ella næstformaðurin og tveir limir við serkunnleika á økinum við. Í serligum førum eru fýra limir við serkunnleika á økinum. Serkønu limirnir verða tilnevndir av formanninum sambært serligum reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
§ 4. Kærur um avgerðir, ið verða tiknar sambært § 1, stk. 1, skulu leggjast fyri Vinnukærunevndina.
Stk. 2. Kærufreistin til kærunevndina er 4 vikur, um ikki annað er ásett í aðrari lóg.
Stk. 3. Kæruviðgerðin er skrivlig. Eru serligar umstøður galdandi, kann kærari biðja um fund við nevndina fyri at leggja sína áskoðan fram munnliga. Formaðurin tekur avgerð, um ein áheitan eftir 2. pkt. skal gangast á møti.
§ 5. Kærunevndin kann loyva triðjamanni ella almennum myndugleika, ið hevur rættarligan áhuga í kæruavgerðini, at gerast partur í kærumálinum og harvið stuðla kæraranum ella tí myndugleika, ið kært verður um.
§ 6. Ein kæra fær ikki steðgandi virknað uttan so, at hetta er ásett í aðrari lóggávu. Um serligar umstøður tala fyri tí, kann kærunevndin tó áseta, at ein kæra fær steðgandi virknað.
§ 7. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri virksemi kærunevndarinnar, heruppií reglur um málsviðgerð og reglur um, at kærarin skal rinda gjald fyri kæruviðgerð.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at nevndin fær neyðuga skrivstovuhjálp, og kann avgera, at skrivstovuarbeiðið skal liggja hjá einum almennum kærustovni.
Stk. 3. Í kærumálum eftir løgtingslóg um sjúkur hjá djórum og eftir løgtingslóg um matvørur, sum formaðurin metir hava bráðskund, kann formaðurin taka avgerð saman við einum við serkunnleika á økinum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um hetta.
§ 8. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 858 frá 23. desember 1987 “om Industriministeriets Erhvervsankenævn”
Tórshavn, 8. mai 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjørt Samuelsen (sign.)