20. november 2020Nr. 157
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn
(Fíggjarliga heimildin til at gera antikvariska serskipan í Koltri verður longd til 2025)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 34 frá 7. mai 2013 um Búnaðargrunn, sum broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 17. mai 2013, løgtingslóg nr. 24 frá 30. mars 2015 og løgtingslóg nr. 80 frá 22. mai 2015, verður í § 6 c, stk. 1 “2020” broytt til: “2025”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 20. november 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 36/2020