15. februar 2026Nr. 15
Løgtingslóg um stuðul til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrisfólkinum verður heimilað at stuðla og at útvega uttanhýsis fígging til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya.
Stk. 2. Verkætlanin er mett at kosta 70,8 mió. kr. Landskassin fíggjar í mesta lagi 24,3 mió. kr. av verkætlanini, undir hesum til fyrireiking og prosjektering. Írestandi fíggingin verður fingin til vegar við uttanhýsis stuðli.
Stk. 3. Landsstýrisfólkinum verður heimilað í tilsøgn at áseta treytir fyri útgjaldi av landskassastuðlinum sambært stk. 2, 2. pkt.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 2030.
Í Tinganesi, 15. februar 2026
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 64/2025