Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. november 2022Nr. 145
Løgtingslóg um bráðfeingis játtanarlóg fyri 2023, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 27. februar 2023
§ 1. Til fíggjarlógin fyri fíggjarárið 2023 er samtykt, verður landsstýrinum heimilað at uppkrevja beinleiðis og óbeinleiðis skattir eftir galdandi lógum. Landsstýrinum verður heimilað í sama tíðarskeiði at rinda neyðugar útreiðslur, soleiðis at landshúsarhaldið ótarnað kann fara fram, og átiknar skyldur verða hildnar.
Stk. 2. 1) 2) Landsstýrinum verður heimilað:
1) At lata 1 mió. kr. í neyðhjálp í sambandi við jarðskjálvtarnar í Sýria og Turkalandi. Neyðhjálpin verður latin gjøgnum Reyða Kross Føroya.
2) At lata 7 mió. kr. í neyðhjálp til Ukraina. Neyðhjálpin verður latin gjøgnum ST-flóttafólkastovnin UNHCR.
3) At leingja tíðarskeiðið fyri afturbering av meirvirðisgjaldi í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum og at seta úr gildi afturberingina fyri plug-in hybridbilar tann 1. september 2023.
4) At leingja virðisavgjaldsfrítøkuna fyri orkuvinarlig akfør til 2024 fyri síðani stigvíst aftur at innføra eitt virðisavgjald á hesi akfør og frá 1. september 2023 at javnseta virðisavgjaldið á plug-in hybridbilar og hybridbilar við tað á bensinbilar og dieselbilar.
5) At fremja søluna av partabrøvum landsins í P/F Tjaldur. Nettoinntøkurnar verða 15,8 mió. kr., tá sølukostnaðurin er drigin frá.
6) At fremja avhendan og útvegan av ognum millum land og Tórshavnar kommunu. Útreiðslurnar verða netto 3,7 mió. kr.
7) At rinda fyri, at Løgtingið fer undir at fyrireika leigumál til umsitingarbygning til løgtingslimirnar. Útreiðslurnar verða 2 mió. kr.
8) At keypa grundstykki, sum kann brúkast til framtíðar útbygging av Landssjúkrahúsinum. Útreiðslurnar verða 4,25 mió. kr.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2023.
Í Tinganesi, 15. november 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 37/2022