Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. november 2021Nr. 145
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar
(Broyting í útrokning av javningarprosenti)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 30. oktober 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1, nr. 2 verður “3. ársfjórðing” tvær staðni broytt til: “2. ársfjórðing”.
2. Í § 2 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Um prosentvísa broytingin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum er fyri styttri tíðarskeið enn tólv mánaða skeiðið sbrt. stk. 1, nr. 1, verður hetta tíðarskeiðið nýtt.”
Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Hóast freistina í § 3, stk. 1 í løgtingslógini verður kunngerðin í 2021 við javningarprosentinum fyri 2022 kunngjørd, tá hendan løgtingslógin er komin í gildi.
Í Tinganesi, 15. november 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 26/2021