Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. oktober 2001Nr. 135
Løgtingslóg um postvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Lógin er galdandi fyri vinnuligan postflutning.
Kapittul 2
Allýsingar
§ 2. Í hesi lóg merkir:
Postur: Eitthvørt bræv ella onnur sending, ið vigar upp til 20 kg, og sum landið sambært § 4 hevur skyldu til at tryggja flutning av.
Innskrivaður postur: Tænasta, sum veitir sendara einsháttaða trygging móti vandanum fyri burturmissi, stuldri og skaða, og sum útvegar sendaranum prógv fyri, at hann hevur latið inn post, og/ella at posturin er útflýggjaður adressatinum.
Virðispostur: Tænasta, sum tryggjar sendaran móti vandanum fyri burturmissi, stuldri og skaða á postin fyri í mesta lagi virðið, hann hevur tilskilað.
Postvinnurekandi: Hvør tann, ið rekur vinnuligan postflutning.
Postflutningur: Reglubundin tænasta, sum fevnir um innsavning, skiljing, flutning og útflýgging av posti.
Adresserað brøv: Adresseraðar sendingar í afturlatnum brævbjálva ella líkari innballing, sama hvat innihaldið er, og adresserað skrivlig boð við persónligum innihaldi, postkort íroknað.
Frímerki: Gjaldmiðil, útgivin av landinum, ætlaður til gjald fyri postflutning, og sum hevur áskriftina Føroyar.
Javningargjald: Gjald, sum landsstýrismaðurin hevur rætt til at áleggja postvinnurekandi til tess at tryggja góðan postflutning um alt landið.
Kapittul 3
Einkarrættur og skyldur
Einkarrættur landsins
§ 3. Landið hevur einkarrætt til postflutning av innlendis adresseraðum brøvum og adresseraðum brøvum, send úr Føroyum og til Føroya.
Stk. 2. Undantikin einkarrættinum er tó postflutningur av adresseraðum príslistum, bóklingum, bløðum og øðrum prentaðum sendingum, líkar til innihalds, og sum eru í glærum bjálva.
Stk. 3. Kurérpostur er undantikin einkarrættinum.
Stk. 4. Landið hevur einkarrætt at geva út frímerki.
Stk. 5. Landið hevur einkarrætt at seta upp postkassar á alment atkomiligum støðum.
Stk. 6. Landið hevur einkarrætt at nýta postbúmerkið.
Stk. 7. Landsstýrismanninum er heimilað í kunngerð at seta nærri reglur um vekt- og prísmark umframt stødd á teimum í stk. 1 nevndu brævasendingum.
Skyldur landsins
§ 4. Landið hevur skyldu at tryggja postflutning av adresseraðum brøvum, pakkum og blindalestri frá sendarum uttanlands til móttakarar í Føroyum ella uttanlands og frá sendarum í Føroyum til móttakarar í útlondum.
Stk. 2. Somuleiðis hevur landið skyldu at tryggja postflutning um alt landið av:
1) adresseraðum brøvum,
2) adresseraðum príslistum, bóklingum, bløðum og øðrum prentaðum sendingum, eins til innihalds, sum ikki eru í bjálva,
3) tíðindabløðum, dag-, viku- og mánaðarbløðum og tíðarritum,
4) adresseraðum pakkum,
5) blindalestri, og
6) peningaflytingum.
Stk. 3. Tað skal vera gjørligt at senda brøv og pakkar sum virðispost, harumframt brøv sum innskrivaðan post.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann gera av, at postflutningur verður avmarkaður, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Stk. 5. Landsstýrismanninum er heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur, sum avmarka vekt, stødd og skap á tí í stk. 1-3 nevnda posti, og um annan gjaldshátt enn frímerki.
§ 5. Verða adresserað brøv frá sendara í Føroyum til móttakara í Føroyum latin inn til postflutnings í øðrum landi, kann tann postvinnurekandi sýta fyri móttøku.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um treytirnar fyri at sýta móttøku.
Kapittul 4
Umsiting av einkarrætti og skyldum landsins
Umsiting
§ 6. Landsstýrismaðurin umsitir einkarrætt landsins sbr. § 3 og tryggjar, at skylda landsins til postflutning sbr. § 4 verður lokin.
Stk. 2. Landsstýrismanninum er í hesum sambandi heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur um postflutning, til tess, at landið kann halda skyldur sínar sbr. § 4, herundir reglur um:
1) at postvinnurekandi heilt ella partvíst hava skyldu at átaka sær postflutning, sum landið hevur skyldu til at tryggja sbr. § 4,
2) góðkenning av almennum viðskiftatreytum hjá postvinnurekandi,
3) tænastu- og dygdarstig,
4) samstarv millum postvinnurekandi til tess at tryggja almenninginum besta postflutning,
5) at postvinnurekandi skulu halda tær samtyktir, sum gjørdar verða innan altjóða samstarv á postflutningsøkinum,
6) hámarksgjøld fyri postflutning,
7) skyldu at uppihalda postflutningi, ið er týðandi fyri samfelagið, hóast óvanligar umstøður,
8) skyldu at nýta postbúmerkið við frámerki eftir umstøðunum,
9) skyldu at hava sjálvstøðugan roknskap fyri postflutning,
10) gjald fyri umsiting landsstýrismansins av postflutninginum, herundur rakstur av eftirliti,
11) rindan av javningargjaldi,
12) trygd fyri kostnaði av postflutninginum, skuldi postvinnurekandi steðgað starvsemi sínum ella farið á húsagang.
Fræls øki
§ 7. Landsstýrismaðurin kann undantaka ávísar partar av postflutninginum frá einkarrættinum. Er konsessión veitt á økinum, skal viðkomandi hoyrast, áðrenn økið verður undantikið. Viðkomandi skal eisini hoyrast, áðrenn reglur ásettar við heimild í § 3, stk. 7 verða broyttar.
Konsessión
§ 8. Landsstýrismanninum er heimilað at veita loyvi til postflutning sambært § 3, stk. 1, og onnur rættindi sambært § 3, stk. 4-6. Loyvið kann veitast við ella uttan einkarrætti. Í loyvinum, sum skal vera fyri avmarkaða tíð, skal virkisliga og staðarliga økið vera tilskilað. Treytir, ið lagdar verða við, tá loyvi verða givin, skulu vera sakligar, glærar og skulu tryggja, at mannamunur verður ikki gjørdur umsøkjara millum.
Stk. 2. Áðrenn landsstýrismaðurin veitir loyvi, skal hann tryggja sær, at umsøkjari er fíggjarliga og yrkisliga førur fyri at reka postflutning.
Stk. 3. Í loyvinum kunnu treytir, umframt tær í § 6 nevndu, leggjast við, m.a. um:
1) Posthús.
2) Skyldu fyri egnan kostnað at taka lut í altjóða samstarvi um postflutning.
3) Skyldu at greiða serstakar uppgávur, hóast tær einki kasta av sær ella geva hall.
4) Rindan av loyvisgjaldi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann broyta loyvistreytirnar, um fortreytirnar fyri veiting av loyvi vóru skeivar ella seinni eru broyttar, ella um broytt lóggáva ella altjóða sáttmálar, sum Føroyar eru bundnar av, gera broytingar neyðugar.
1) § 8 a. Ein loyvishavi eftir § 8 kann við góðkenning frá landsstýrismanninum seta á stovn og nýta eina dátuskrá við upplýsingum um teir postmóttakarar í Føroyum, sum loyvishavin hevur skyldu at tryggja postflutning til, sbr. § 4.
Stk. 2. Til at stovna og dagføra dátuskránna kunnu upplýsingar fáast til vega í elektroniskum líki frá skránni hjá Landsfólkayvirlitinum, uttan at persónarnir eru eyðmerktir frammanundan. Tað kunnu ikki latast aðrar upplýsingar enn tær, sum eru nevndar í § 35, stk. 2, nr. 1-5, 7-8 og 10 í Løgtingslóg um fólkayvirlit.
Stk. 3. Persónsupplýsingar, sum verða latnar til dátuskránna frá skránni hjá Landsfólkayvirlitinum sbrt. stk. 2, kunnu bara nýtast í sambandi við flutning av sendingum, sum eru fevndar av flutningsskyldu.
Stk. 4. Upplýsingarnar kunnu tó eisini nýtast í sambandi við flutning av øðrum sendingum, sum ikki eru fevndar av flutningsskyldu, tá atlitið til góðskuna og eina skynsama tilrættislegging av postflutningum ger tað neyðugt at blanda viðgerðina av slíkum sendingum og sendingum, fevndar av flutningsskylduni, saman.
Stk. 5. Løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum er í aðrar mátar galdandi fyri raksturin av dátuskránni.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur ella leggja treytir við loyvinum sbrt. § 8 um rættin hjá øðrum postvinnurekandi at fáa upplýsingar úr dátuskránni hjá einum loyvishava, herundir ásetingar um gjald.
Afturtøka
§ 9. Landsstýrismaðurin kann taka loyvið aftur, um loyvishavarin brýtur lógina, kunngerðir ella aðrar reglur, givnar við heimild í lógini, ella loyvistreytirnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áleggja loyvishavaranum dagligar ella vikuligar bøtur, til hesin hevur fingið viðurskiftini sbr. stk. 1 í rættlag.
Flyting av rættindum
§ 10. Rættindi sambært loyvinum kunnu ikki verða flutt øðrum, uttan so at landsstýrismaðurin frammanundan hevur givið skrivligt loyvi til tess.
Stk. 2. Úttøka ella útpanting kann ikki fremjast í rættinum sambært loyvi, og rætturin gongur ikki inn í konkursbúgv loyvishavarans.
Kapittul 5
Um postflutning
§ 11. Sendari kann krevja post afturflýggjaðan ella broyta adressuna, inntil posturin er útflýggjaður ella fráboðaður adressatinum.
§ 12. Postur verður útflýggjaður adressatinum ella honum, ið hevur fulltrú at taka ímóti.
Ikki avgreiddur postur
§ 13. Postur, sum ikki kann avgreiðast, kann verða seldur. Søluágóðin skal, eftir at útreiðslurnar eru drignar frá, gjaldast honum, ið innan eitt ár eftir søluna sannar rætt sín. Annars fellur ágóðin landinum til.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um sølu, nær metast má, at postur ikki kann verða avgreiddur, og hvat gerast skal við tílíkan post, herundir eisini reglur um upplating til tess at finna fram til móttakara ella sendara, ella um postur er skaddur.
Stk. 3. Virðisleysur postur verður burturbeindur.
§ 14. Postur má ikki innihalda tilfar, sum er bannað at flyta, breiða út, ella sum ber brá av at vera ólógligt, ósømiligt ella æruskemmandi.
Stk. 2. Vandamikil postur kann verða burturbeindur.
§ 15. Annar postur enn innskrivaður ella virðispostur má ikki innihalda pening, handhavaravirðisskjøl, dýran málm, skartgripir ella tílíkar virðislutir.
§ 16. Hvør tann, ið rekur regluliga flutningstænastu innanlands ella til útlond, hevur eftir áheitan frá landsstýrismanninum, og fyri vanligan posttakst, skyldu til at flyta post, umrøddur í § 4, millum endastøðir og poststøðir á flutningsleiðini. Tílíkur postur skal hava forrætt framum annan vøruflutning.
§ 17. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um postrivur og brævakassar á ella við hús. Somuleiðis um uppseting av postkassum, har bústaðarviðurskiftini eru soleiðis, at postútflýgging annars hevði verið órímiliga arbeiðskrevjandi ella tvørlig.
Kapittul 6
Tagnarskylda og endurgjald
Tagnarskylda
§ 18. Tann, sum fæst við postflutning, má ikki geva óviðkomandi nakrar upplýsingar um post hjá øðrum ella geva teimum høvi til at útvega sær slíkar upplýsingar.
Stk. 2. Tagnarskyldan stendur við eftir at viðkomandi ikki longur fæst við postflutning.
Stk. 3. Tagnarskyldan er eisini galdandi fyri tey, sum eru starvsett hjá honum, ið fæst við postflutning.
Endurgjald
§ 19. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um endurgjaldsskylduna fyri skaddan, horvnan ella seinkaðan post, sum landið eftir § 4 hevur skyldu til at tryggja flutningin av.
Kapittul 7
Skráseting og eftirlit
§ 20. Postvinnurekandi hava skyldu til at lata seg skráseta hjá landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at lógin, kunngerðir ella aðrar reglur, givnar við heimild í lógini, og loyvisstreytir verða hildnar.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann krevja, at postvinnurekandi geva tær upplýsingar, sum neyðugar eru til tess at útinna eftirlitið, herundir eisini roknskapartilfar.
Stk. 4. Eftirlitsvitjan gevur, móti fyrivísing av samleikaprógvi, uttan rættarúrskurð ótarnaða atgongd til øll støð, har postflutningur verður rikin.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann lata øðrum upp í hendur at útinna skráseting og eftirlit.
Stk. 6. Landsstýrismanninum er heimilað at seta nærri reglur um skráseting og eftirlit, herundir reglur um góðkenning av ávísum eftirlitsfólki.
§ 20 a. 2) 3) Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir hesi lóg til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir, tiknar av myndugleikanum, kunnu kærast til Føroya Kærustovn.
Revsing
§ 21. 1) Er ikki harðari revsing ásett í aðrari lóg, verður hann revsaður við bót, sum brýtur:
1) Landsins einkarrætt til:
a) postflutning, sbr. § 3, stk. 1,
b) útgávu av frímerkjum, sbr. § 3, stk. 4,
c) uppsetan av postkassum, sbr. § 3, stk. 5, og
d) nýtslu av postbúmerki, sbr. § 3, stk. 6.
2) Reglurnar, ásettar við heimild í § 6, stk. 2.
3) Loyvistreytirnar, sbr. § 8.
4) Reglurnar um dátuskrá, sbr. § 8a, stk. 3-4.
Stk. 2. Er brotið eftir stk. 1 framt av felagi, sjálvsognarstovni, grunni ella líknandi, kommunu ella kommunalum felagsskapi, kunnu hesi revsast samsvarandi.
Stk. 3. 1) Í reglum, sum eru ásettar við heimild í hesari lóg, kann verða ásett, at brot á reglurnar verður revsað við bót.
§ 22. Fyri tann, sum fæst við postflutning, er §§ 152, 152d-f og 153 í revsilógini samsvarandi galdandi.
Kapittul 8
Gildiskomureglur
§ 23. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. desember 2001, og samstundis fara úr gildi §§ 6-49 í løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya við seinni broytingum, tó soleiðis, at kunngerðir, givnar við heimild í nevndu lóg, verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi við kunngerð sambært hesi lóg.
§ 24. Fram til 1. januar 2004 kann landið ikki undantaka partar av postflutninginum frá einkarrættinum eftir § 7 ella veita konsessión til aðrar postvinnurekandi enn Postverk Føroya eftir § 8.
Tórshavn, 18. oktober 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
1) Broytt við løgtingslóg nr 42 frá 7. mai 2010.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 er soljóðandi: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”