Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. august 2020Nr. 131
Løgtingslóg um lønarískoyti til starvsfólk og stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, sum eru heimsend ella hava inntøkumiss orsakað av COVID-19
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Virkisøki
§ 1. Løgtingslógin er galdandi fyri:
1) arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, sum sendir starvsfólk, 67 ár ella eldri, heim orsakað av COVID-19,
2) starvsfólk, 67 ár ella eldri, sum verður sent heim av privatum arbeiðsgevara orsakað av COVID-19, og
3) sjálvstøðugan vinnurekandi, sum ikki fær rikið sítt virksemi til fulnar vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa breiðing av COVID-19.
Stk. 2. Hóast stk. 1 er løgtingslógin bert galdandi fyri teir persónar, sum fingu lønarískoyti ella stuðul sambært tágaldandi løgtingslóg nr. 44 frá 7. apríl 2020, sum broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 25. juni 2020.
Rætturin til lønarískoyti
§ 2. Persónur við bústaði í Føroyum, sum hevur fylt 67 ár, og sum er í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, hevur rætt til lønarískoyti frá tí degi, at viðkomandi er heimsendur av arbeiðsgevara vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa breiðing av COVID-19 kring heimin, og harvið ikki kann uppfylla sína starvsskyldu fult ella partvíst.
Stk. 2. Rætturin til lønarískoyti er treytaður av, at starvsfólkið framhaldandi er í starvi hjá arbeiðsgevaranum, hóast starvsskyldan heldur uppat heilt ella partvíst.
Umsókn o.a.
§ 3. Fyri at starvsfólkið skal koma undir hesa skipan, skal arbeiðsgevarin fylla út og senda Arbeiðsloysisskipanini eitt av Arbeiðsloysisskipanini tilevnað umsóknarblað soleiðis, at tað er Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 7 dagar eftir, at arbeiðsgevarin hevur sent starvsfólkið heim.
Stk. 2. Starvsfólkið hevur skyldu at fara til arbeiðis eftir tørvi og boðum arbeiðsgevarans. Arbeiðsgevarin boðar Arbeiðsloysisskipanini frá broytingum í arbeiðsskylduni hjá starvsfólkinum.
Stk. 3. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at starvsfólkið við sínari undirskrift váttar, at upplýsingarnar, sum eru í umsóknarblaðnum, eru rættar.
Stk. 4. Í serligum førum kann Arbeiðsloysisskipanin víkja frá freistini í stk. 1.
Avgreiðsla og útgjald
§ 4. Lønarískoytið er 57,69 krónur um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Ískoytið verður veitt í sama lutfalli, sum arbeiðsskyldan minkar. Ískoytið kann tó ikki verða hægri enn tann vikuløn, persónurin í miðal hevði rætt til í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2020 til 1. juli 2020 sambært tágaldandi starvsavtalu við arbeiðsgevara.
Stk. 2. Ískoytið til lønina verður útgoldið eftir hvørt útgjaldsskeið, ásett av Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 3. Ískoytið til lønina verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávíst starvsfólkinum eftir hvørt útgjaldsskeið, við tí freist, Arbeiðsloysisskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.
Onnur inntøka
§ 5. Allar A-inntøkur skulu upplýsast fyri Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 2. Lønarískoytið fyri eitt útgjaldsskeið kann verða skert, um samlaða upphæddin av lønarískoyti og A-inntøkum, sum starvsfólk hevur vunnið rætt til frá arbeiðsgevara, sum ikki er arbeiðsgevarin sambært § 2 í hesi løgtingslóg, fer upp um 17.000 krónur um mánaðin.
Stk. 3. Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin sambært stk. 2 fer upp um 17.000 krónur um mánaðin, verður lønarískoytið skert við 50 oyrum.
Stk. 4. Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin sambært stk. 2 fer upp um 27.000 krónur um mánaðin, verður lønarískoytið skert við einari krónu.
Stk. 5. Tá samlaða A-inntøkan frá arbeiðsgevara, sum ikki er arbeiðsgevarin sambært § 2 í hesi løgtingslóg, fer upp um 22.000 krónur um mánaðin, dettur rætturin til lønarískoyti burtur.
Stk. 6. Hevur ella fær starvsfólkið rætt til sjúkradagpening undir sjúku, skal viðkomandi alt fyri eitt boða Arbeiðsloysisskipanini frá hesum. Lønarískoytið verður skert við sjúkradagpeninginum.
Stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi
§ 6. Persónur við bústaði í Føroyum, sum hevur fylt 67 ár, hevur rætt at tekna sjálvbodna trygging sum sjálvstøðugur vinnurekandi, og harvið rætt til stuðul eftir hesi løgtingslóg, tá:
1) viðkomandi hevur inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugur vinnurekandi, og
2) viðkomandi ikki fær rikið sítt virksemi til fulnar vegna tey átøk, sum eru sett í verk fyri at basa breiðing av COVID-19.
§ 7. Fyri at koma undir hesa trygging skal tann sjálvstøðugi vinnurekandi fylla út og senda Arbeiðsloysisskipanini eitt av Arbeiðsloysisskipanini tilevnað umsóknarblað soleiðis, at tað er Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tann sjálvstøðugi vinnurekandi ikki fær rikið sítt virksemi vegna avleiðingarnar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa breiðing av COVID-19.
Stk. 2. Í sambandi við umsóknina skal tann vinnurekandi vátta at lúka treytirnar í § 6 í hesi løgtingslóg og § 2 í kunngerð um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja prógv fyri hesum.
Stk. 3. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga umsókn.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, ásett í stk. 1, og gildiskomuni, ásett í stk. 3.
§ 8. Gjaldið fyri tryggingina er 3.000 krónur.
Stk. 2. Gjaldið verður rindað Arbeiðsloysisskipanini, samstundis sum tryggingin verður teknað.
Stk. 3. Stk. 2 fevnir ikki um sjálvstøðugan vinnurekandi, sum hevur teknað trygging og goldið sambært tágaldandi løgtingslóg nr. 44 frá 7. apríl 2020, sum broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 25. juni 2020, sbr. eisini § 10, stk. 2.
§ 9. Stuðul sambært hesi løgtingslóg er 57,69 krónur um tíman fyri í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Stuðul verður veittur í sama lutfalli, sum virksemið minkar. Stuðulin kann tó ikki vera hægri enn tann skattskylduga inntøkan, tann sjálvstøðugi vinnurekandi hevur vunnið rætt til í miðal hvørja viku seinasta 12 mánaða tíðarskeiðið fyri 1. juli 2020. Skattskylduga inntøkan fevnir ikki um sosialar pensjónir og arbeiðsmarknaðareftirløn, sbr. § 20, stk. 1, nr. 1 og 2 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Stk. 2. Sjálvstøðugur vinnurekandi, sum bæði hevur rætt til stuðul eftir hesi grein og til ískoyti eftir § 4, hevur tilsamans einans rætt til 57,69 krónur um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna.
Stk. 3. Stuðulin sambært hesi løgtingslóg verður skerdur við inntøkum, sum tann sjálvstøðugi vinnurekandi vinnur sær rætt til, eftir at hann hevur fingið rætt til stuðul. Tað áliggur tryggingartakaranum at boða Arbeiðsloysisskipanini frá aðrari inntøku, tá rætturin til slíka inntøku er vunnin.
Stk. 4. Aðrar inntøkur sambært stk. 3 verða umroknaðar til tímar, í hesi løgtingslóg nevndir arbeiðstímar, sum stuðul ikki verður goldin fyri. Arbeiðstímarnir verða roknaðir sum vunna inntøkan í útgjaldsskeiðinum, býtt við 132,69.
Stk. 5. Um tíðarskeiðið, tann sjálvstøðugi vinnurekandi hevur arbeitt í einum stuðulstíðarskeiði, er longri enn talið av arbeiðstímum, sum verða roknaðir sambært stk. 4, verður stuðul tó ikki goldin fyri hetta tíðarskeið.
§ 10. Trygging hjá sjálvstøðugum vinnurekandi, sum er 67 ár ella eldri, er galdandi so leingi, henda løgtingslóg er galdandi, men í mesta lagi eitt ár frá tí degi, tryggingin er teknað.
Stk. 2. Tryggingin hjá sjálvstøðugum vinnurekandi, sum hevur teknað trygging og goldið sambært tágaldandi løgtingslóg nr. 44 frá 7. apríl 2020, sum broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 25. juni 2020, er galdandi so leingi, henda løgtingslóg er í gildi, tó í mesta lagi eitt ár frá tí degi, at tryggingin varð teknað sambært tágaldandi løgtingslóg.
§ 11. Tann tryggjaði hevur skyldu at boða Arbeiðsloysisskipanini frá øllum broytingum í viðurskiftum, sum kunnu ávirka tryggingarviðurskiftini.
Umsiting og eftirlit
§ 12. Til umsiting og eftirlit við rindan av lønarískoyti og stuðli sambært hesi løgtingslóg kann Arbeiðsloysisskipanin útvega sær allar viðkomandi upplýsingar frá TAKS og øðrum myndugleikum.
Stk. 2. Fakfeløg og arbeiðsgevarar hava skyldu til at geva Arbeiðsloysisskipanini tær upplýsingar, skipanin biður um í sambandi við umsiting og eftirlit.
Afturgjald
§ 13. Upphæddir, sum eru útgoldnar av órøttum, kunnu verða kravdar afturgoldnar sambært § 28 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
Revsing
§ 14. Um ikki strangari revsing er ásett sambært lóggávu annars, verður hann revsaður við sekt, sum sambært hesi løgtingslóg gevur skipanini skeivar ella misvísandi upplýsingar.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Kærur
§ 15. Avgerðir, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur tikið sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini sambært § 26 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
Útreiðslur
§ 16. Samlaðu útreiðslurnar fyri lønarískoyti, stuðul og umsiting sambært hesi løgtingslóg verða endurrindaðar Arbeiðsloysisskipanini av landinum.
Gildiskoma
§ 17. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. juli 2020 og fer úr gildi 31. august 2020.
Stk. 2. Umsóknir sbrt. hesi løgtingslóg, sum eru fyri tíðarskeiðið frá 1. juli 2020 til og við 31. august 2020, men sum ikki eru Arbeiðsloysisskipanini í hendi ella ikki eru liðugt viðgjørdar, áðrenn løgtingslógin fer úr gildi, verða viðgjørdar sambært reglunum í hesi løgtingslóg. Umsóknin skal vera Arbeiðsloysisskipanini í hendi innan 3 mánaðir eftir, at lógin er farin úr gildi.
Í Tinganesi, 14. august 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 11/2020