Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. oktober 2001Nr. 130
Løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini (Yvirtøkulógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Samsvarandi løgtingssamtyktini frá 20. apríl 2001 um sjálvstýri Føroya fólks, § 46 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya og § 2 í heimastýrislógini (B. Færø Amts Kundgørelse Nr. 11 af 31. marts 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre) eru øll mál og málsøki á lista A í heimastýrislógini yvirtikin sum føroysk sermál við gildi frá 1. januar 2002.
Stk. 2. Hóast stk. 1 fevnir henda lóg ikki um málini og málsøkini serforsorg, fólkatrygging, heilsumál, læknar, jarðamøður og sjúkrahús.
§ 2. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Hesar lógir og ásetingar fara úr gildi hin 1. januar 2002:
1) Lov nr. 51 af 14. februar 1979 for Færøerne om folkeskolen, som sat i kraft ved bekendtgørelse nr. 267 af 15. juni 1979.
2) Lov nr. 52 af 14. februar 1979 for Færøerne om læreruddannelsen, som sat i kraft ved bekendtgørelse nr. 71 af 1. marts 1984.
3) Lov nr. 53 af 14. februar 1979 for Færøerne om fritidsundervisning m.v., som sat i kraft ved bekendtgørelse nr. 152 af 20. marts 1986.
4) Lov nr. 54 af 14. februar 1979 for Færøerne om handelskoler, tekniske skoler samt maskinmester- og maskinistskoler, som sat i kraft på Færøerne ved bekendtgørelse nr. 363 af 9. august 1979.
5) Ásetingarnar um almenna forsorg í Lov nr. 315 af 17. mai 1995 om sociale ydelser på Færøerne.
Stk. 3. Løgtingslóg, ið er sett í gildi samsvarandi lóg ella áseting, sum fer úr gildi sambært stk. 2, heldur fram at vera í gildi.
Tórshavn, 8. oktober 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður