Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. desember 2024Nr. 128
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald 1)
(Talgild tinglýsing, talgild innlating, nýtsla av talgildari undirskrift og talgildum skjølum, góðkendir fráboðarar og talgild fulltrú o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Rættindi í fastogn skulu tinglýsast fyri at fáa gildi móti avtalum um ognina og móti rættargangi.”
2. Aftan á § 1 verður sett:
“§ 1 a. Undirveð í ognarveðbrøvum skal tinglýsast fyri at fáa gildi móti avtalum um ognarveðbrævið og móti avtalum um fastognina ella rættargangi móti fastognini.
Stk. 2. Undirveð eftir stk. 1 og avtala ella rættargangur eftir § 1, stk. 1, sum skal kunna ota burtur ótinglýst rættindi í einum ognarveðbrævi ella innan ognarveðbrævsins hámarksupphædd, skal vera tinglýst og rættindahavarin eftir avtaluni í góðvari.
Stk. 3. Ein veðhavari við tinglýstum undirveði í einum ognarveðbrævi kann í góðvari við trygd í ognarveðbrævinum og við prioriteti frammanfyri seinni tinglýstum veðrættindum í ella innan fyri ognarveðbrævsins hámarksupphædd og rættargangi, víðka tryggjaðu skuldarviðurskiftini inntil ta tíð, fráboðan um tey eftirstandandi rættindini eru komin fram til veðhavaran.
Stk. 4. Avhending ella onnur flyting av rættindum, sum nevnt í stk. 1, skal tinglýsast fyri at fáa gildi móti avtalum um veðbrævið og móti rættargangi.”
3. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um, at rættindi, sum sambært lóg eru galdandi eftir § 1 uttan tinglýsing og sum eru alment atkomulig í eini almennari skrá, ikki kunnu tinglýsast.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann eisini áseta reglur um striking av tinglýstum rættindum, sum eru fevnd av reglum útgivnum sambært stk. 1.”
4. Í § 5, 2. pkt. verður “, og við avhending av pantibrævi, tá ið avhendingin fer fram” strikað.
5. § 6, 2. pkt. verður strikað.
6. § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Um privat skjal skal kunna tinglýsast, skal tað eftir sínum innihaldi fastseta, stovna, broyta ella taka av rættindi í ávísari fastogn ella í felagsfastogn, ið hoyrir til ávísa fastogn, ella í einum ognarveðbrævi við veði í eini ávísari fastogn, og sýna sum útgivið ella viðtikið sambært lov for Færøerne og Grandestævne m.m. ella lov for Færøerne og Haugers Styrelse og Drift m.m. av honum ella teimum, sum eftir tingbókini eru heimilað at ráða yvir viðkomandi rættindum, ella sum útgivið við samtykki hansara.”
7. § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Til tinglýsing av úttøku, dómi ella aðrari almennari rættaravgerð, sum eftir sínum innihaldi skal fastseta, stovna, broyta ella taka av rættindi í ávísari fastogn ella í einum ognarveðbrævi við veð í ávísari fastogn, skal váttan frá tí valdi, sum tikið hevur avgerðina, leggjast fram ella váttað útskrift úr tess bókum, og avgerðin skal viðvíkja tí persóni, sum eftir tingbókini hevur heimild at ráða yvir einum rætti yvir fastognini.”
8. § 13, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Tá ið søla ella yvirtøka av fastogn á almennari tvingsilssølu er farin fram, skal fútin beinanvegin lata frásøgn um hetta til tinglýsingar. Við gjaldtroti skal Skiftirætturin lata frásøgn um hetta til tinglýsingar, tá ið bústjórin fráboðar Skiftirættinum, at búgvið fevnir um fastogn. Við deyðsbúgvi, sum verður viðgjørt sum alment skifti, skal Skiftirætturin lata frásøgn um hetta til tinglýsingar, tá ið hjálparin fráboðar Skiftirættinum, at búgvið fevnir um fastogn ella Skiftirætturin á fyrsta rættarfundi hevur skrásett fastogn í búnum. Við deyðsbúgvi, sum verður viðgjørt av eksekutor, skal eksekutortestamenti skjótast gjørligt lata frásøgn um hetta til tinglýsingar, tá ið búgvið fevnir um fastogn.”
9. Í § 13 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Landsstýrisfólkið kann avgera, at fráboðanir um aðrar avgerðir, tiknar av einum dómstóli, skulu fráboðast til tinglýsingar.”
10. § 15, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Til upplýsingar um rættarins prioritetsstøðu tørvar skjalinum bert at vísa til tey rættindi, sum frammanundan eru førd inn á blaðið hjá fastognini í tingbókini, uttan at tað er neyðugt at nevna tey, sbr. tó stk. 6.”
11. Í § 15 verður sum stk. 6 sett:
“Stk. 6. Eitt skjal viðvíkjandi veðrætti, burtursæð frá rættarveði, lógarfestum veði og undirveði í einum ognarveðbrævi, skal altíð tilskila teir einstøku prioritetir, ið frammanfyri eru, og stødd teirra. Eitt skjal viðvíkjandi veðrætti innan ognarveðbrævsins hámarksupphædd skal umframt tilskila tey einstøku rættindi, ið frammanfyri eru, í ognarveðbrævinum og innan ognarveðbrævsins hámarksupphædd. Eitt skjal viðvíkjandi undirveði í einum ognarveðbrævi skal einans tilskila tey einstøku rættindi, ið frammanfyri eru, í ognarveðbrævinum og innan ognarveðbrævsins hámarksupphædd.”
12. § 18 verður orðað soleiðis:
“§ 18. Endurritini av tinglýstum skjølum eru í varðveitslu hjá Tinglýsingini og fyri hvørja fastogn einsæris løgd í eina akt, hvørs perma sigur frá, hvar fastognin er at finna í tingbókini. Tá ið skjal er avlýst, fáa tað og endurritið árit um tað.”
13. Aftan á § 24 verður sum kapittul 4 a sett:
“Kapittul 4 a
Tinglýsingargrundarlag og tinglýsingarháttur við talgildari innlating
§ 24 a. Við skjøl og átekningar skilst í hesi løgtingslóg talgild skjøl og talgildar átekningar. § 28 er ikki galdandi fyri talgild veðbrøv.
Stk. 2. Tinglýsing kann einans fremjast grundað á skjøl og átekning útgivin við talgildari undirskrift.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um tøknilig krøv til skjøl og talgilda undirskrift, undir hesum áseta avgreiðslugjald fyri nýtslu av talgildari undirskrift.
Stk. 4. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um, at persónar, ið ikki kunnu fáa talgilda undirskrift, kunnu fráboða rættindi grundað á pappírsskjøl, um framferðaháttin í tí sambandi og um rættarvirknaðin av hesum.
§ 24 b. Eitt skjal, sum verður fráboðað til tinglýsingar, skal innihalda upplýsingar um matrikkulnummar og adressu á viðkomandi fastogn. Skjalið skal innihalda upplýsing um p-tal ella v-tal hjá fráboðara og hjá teimum, sum sambært skjalinum hava skyldur ella rættindi, og skjalið skal tilskila, hvørjum Tinglýsingin við bindandi virknaði kann senda allar frásagnir tinglýsingini viðvíkjandi.
Stk. 2. Tað skal framganga av skjalinum, um tað er útgivið sambært fulltrú, sbr. kapittul 7 a ella av einum góðkendum fráboðara, sbr. kapittul 7 b.
Stk. 3. Fleiri rættindi kunnu ikki stovnast við einum skjali.
§ 24 c. Um privat skjal skal kunna tinglýsast, skal tað eftir innihaldi sínum fastseta, stovna, broyta ella taka av rættindi í ávísari fastogn ella í felagsfastogn, ið hoyrir til ávísa fastogn, ella í einum ognarveðbrævi við veði í eini ávísari fastogn og sýna sum útgivið ella viðtikið sambært lov for Færøerne og Grandestævne m.m. ella lov for Færøerne og Haugers Styrelse og Drift m.m. av honum ella teimum, sum eftir tingbókini eru heimilaði at ráða yvir viðkomandi rættindum, ella sum útgivið við samtykki hansara.
Stk. 2. Ásetingin í § 10, stk. 2 um sannvitnir er ikki galdandi fyri talgild skjøl.
§ 24 d. Til strikingar av veðbrøvum ella rættindum í einum ognarveðbrævi krevst samtykki frá tí, sum sambært tingbókini er heimilaður ella prógv fyri, at veðrætturin er burturdottin sambært dómsúrskurði.
§ 24 e. § 14, stk. 1, 1. og 2. pkt. eru ikki galdandi fyri skjøl, sum ikki lúka tær sambært hesi løgtingslóg ásettu tøkniligu kravfestingarnar.
Stk. 2. Inniheldur skjalið ikki tær í § 24 b, stk. 1 nevndu upplýsingar, verður skjalið burturvíst. Sama er galdandi um skjalið ikki hevur talgilda undirskrift ella lýkur tær sambært hesi løgtingslóg ásettu tøkniligu kravfestingar.
§ 24 f. Fyri hvørja fastogn er ein talgild akt, sum inniheldur eina fullfíggjaða endurgeving av teimum á fastognini tinglýstu skjøl. Strikaði skjøl verða flutt til eina søguliga akt.”
14. Í § 27, 1. pkt. verður “– ella eftir flutningi á pantibræv –” strikað og aftan á 2. pkt. verður sum nýtt pkt. sett:
“Við avhendan av einum tinglýstum umfaraveðbrævi til ognar ella veð eru ásetingarnar í §§ 27 a og 27 b eisini galdandi.”
15. Í § 27 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Eitt tinglýst veðbræv, undir hesum ognarveðbræv, sum veitir veð í teimum í § 42 a nevndu akførum, er umfaraskjal, uttan so at tað greitt er ásett í veðbrævinum at so er ikki. Skaðaloysisbrøv eru ikki umfaraskjøl.”
16. Aftan á § 27 verður sett:
“§ 27 a. Tá eitt tinglýst umfaraveðbræv er avhendað til ognar ella veð av tí, ið sambært tingbókini er heimilaður, og ognarin í góðvari hevur tinglýst avhendingina, kann ognarin ikki verða møttur við nøkrum av teimum í § 15, stk. 1 í lov om Gældsbreve nevndu mótmælum frá skuldaranum.
Stk. 2. Skuldarin varðveitir síni mótmælir eftir § 16 í lov om Gældsbreve sjálvt yvir fyri einum ognara í góðvari. Sama er galdandi fyri mótmælir skuldarans eftir § 17 í lov om Gældsbreve.
§ 27 b. Tá eitt tinglýst umfaraveðbræv er avhendað til ognar ella veð av tí, ið sambært tingbókini er heimilaður, og ognarin í góðvari hevur tinglýst síni rættindi, forðar tað ikki rættindi ognarans, at tann sambært tingbókini heimilaður var ómyndugur ella vantaði rætt at ráða yvir veðbrævinum.
§ 27 c. Fyri tann, sum hevur tinglýst eina avhending av einum umfaraveðbrævi til ognar ella veð, kann skuldarin einans krevja mótrokning við krøvum á avhendaran, um ognarin visti, at skuldarin hevði eitt krav, sum kundi mótroknast, og at skuldarin vildi verða fyri missi, um avhendingin forðaði fyri mótrokning.
Stk. 2. Møguleikin at mótrokna krøv, sum stava frá sama rættarviðurskifti sum veðbrævskravið, verður tó varðveittur hóast avhendingina, uttan so at annað er ásett í reglunum um mótmælir hesum viðvíkjandi.”
17. Í § 29, stk. 1 verður aftan á “leigu” sett: “, rentum og avdrátti á tinglýstum umfaraveðbrøvum,”.
18. § 29, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Tá eitt tinglýst umfaraveðbræv er avhendað til ognar ella veð, kann ein skuldari í góðvari við loysandi virknaði rinda gjaldkomnar rentur til avhendaran. Sama er galdandi fyri avdrátt, sum eftir tinglýstum veðbrævi, skal rindast eftir ávísum ásettum tíðspunktum.”
19. Aftan á § 29 verður sett:
“§ 29 a. Skuldarin sambært einum tinglýstum umfaraveðbrævi ella sambært eini tinglýstari undirveðsetan av einum ognarveðbrævi hevur einans skyldu at rinda skuldina móti avlýsing av veðbrævinum ella undirveðsetanini.
§ 29 b. Rindar skuldarin sambært einum tinglýstum umfaraveðbrævi avdrátt áðrenn gjaldkomutíð, undir hesum serligar avdráttir, kann skuldarin krevja veðbrævið niðurlýst samsvarandi. Rindar skuldarin eftir gjaldkomutíð avdrátt, sum eftir veðbrævinum skal rindast eftir ávísum ásettum tíðspunktum, kann skuldarin einans krevja serstaka kvittan.
Stk. 2. Eru skuldarviðurskiftini hildin uppat, kann skuldarin krevja veðbrævið avlýst. Eru skuldarviðurskiftini broytt við avtalu, váttan um mótrokning, dómi ella uppsøgn, kann skuldarin krevja hetta tinglýst.”
20. Í § 31, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Sama er galdandi fyri góðvarnan ognara, sum eftir regluni í § 27 a, stk. 2, 2. pkt., skal virða eitt mótmæli viðvíkjandi veðbrævinum.”
21. Í § 34 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru samsvarandi galdandi fyri talgild skjøl, tó soleiðis at móttøkutíðspunktið í § 34, stk. 1, 1. pkt. er avgerandi í mun til talgild skjøl.”
22. Sum yvirskrift yvir kapittul 6 a verður sett:
“II. Tinglýsing viðvíkjandi leysafæi og ognarvirðum yvirhøvur”
23. § 42 b, stk. 3 verður strikað og í staðin verður sett:
“Stk. 3. Undirveð í ognarveðbrøvum, sum veitir veð í akførum nevnd í § 42 a, skulu tinglýsast fyri at fáa gildi móti avtalum gjørdir í góðvari um veðbrævið, og móti avtalum um akfarið ella rættargangi móti akfarinum.
Stk. 4. Undirveð og rættargangur eftir stk. 1 og undirveð eftir stk. 3, sum skal ota burtur ótinglýst rættindi í einum ognarveðbrævi, sum veitir veð í akførum nevnd í § 42 a, ella innan ognarveðbrævsins hámarksupphædd skal vera tinglýst og rættindahavarin eftir avtaluni í góðvari.
Stk. 5. Ásetingin í § 1 a, stk. 3 er samsvarandi galdandi fyri ein veðhavara við tinglýstum undirveði í einum ognarveðbrævi, sum veitir veð í akførum nevnd í § 42 a.
Stk. 6. Ásetingarnar í § 15, stk. 6 eru samsvarandi galdandi við tinglýsing av rættindum í einum ognarveðbrævi, sum veitir veð í akførum nevnd í § 42 a, ella innan ognarveðbrævsins hámarksupphædd.
Stk. 7. Avhending ella onnur flyting av teimum í stk. 1 og 3 nevndu rættindum skal tinglýsast fyri at fáa gildi móti avtalum gjørdar í góðvari um viðkomandi rættindi og móti rættargangi móti rættindunum.”
24. Í § 42 c, stk. 2, 2. pkt. verður aftan á “akfari” sett: “ella í einum ognarveðbrævi við veði í einum ávísum akfari” og í 3. pkt. verður aftan á “stk. 3” sett: “, § 24 a, stk. 2, § 24 b, stk. 2 og 3”.
25. § 42 c, stk. 3, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Viðvíkjandi veðbrøvum er § 24 d samsvarandi galdandi.”
26. Í § 42 d, stk. 1, 1. pkt. verður aftan á “dagbókina” sett: “við móttøku”.
27. § 42 d, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“§ 14, stk. 1, 1. og 2. pkt. og § 15, stk. 1-3 eru samsvarandi galdandi.”
28. § 42 d, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“§ 15, stk. 5 er samsvarandi galdandi.”
29. Í § 42 d, stk. 3, 1. pkt. verður aftan á “akfarsbókina” sett: “og fær skjalið átekning um, at tað er tinglýst, um tíðspunktið fyri móttøku og raðtal”.
30. Í § 42 d, stk. 3 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt 3. og 4. pkt. sett:
“Um so er, at tvinni rættindi í sama akfari verða meldaði til tinglýsingar samstundis og tey ganga hvørt móti øðrum, verður viðmerking gjørd um hetta í akfarsbókini og á skjalið. § 16, stk. 3 og 4 er samsvarandi galdandi.”
31. Í § 42 e, stk. 1 verða áðrenn 1. pkt. sum nýtt 1. og 2. pkt. sett:
“Eitt skjal verður roknað sum móttikið frá tí tíðspunkti, tað er komin fram til Tinglýsingina og rættarfylgja tinglýsingarinnar verður roknað frá hesum tíðspunkti. Hetta er tó ikki galdandi um skjølini ikki lúka tøkniligar ásetingarnar ásettar við heimild í hesi løgtingslóg.”
Punkt 1, 2 og 3 vera eftir hetta punkt 3, 4 og 5.
32. Í § 42 e, stk. 1 verður aftan á “akfarsbókina” sett: “og fráboðan um, at skjalið er tinglýst, er sent”.
33. Í § 42 e, stk. 1, 2. pkt. verður “degi” broytt til: “tíðspunkti” og “meldað” broytt til: “móttikið”.
34. Í § 42 e, stk. 1, 3. pkt. verður “meldað” broytt til: “móttikin” og “sama dag” broytt til: “samtíðis”.
35. Í § 42 e verða aftan á stk. 1 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 2. Tíðspunktið fyri móttøku verður kunnað fráboðaranum og verður roknað sum rætt, uttan so at nøktandi prógv er ført, at so er ikki. Sama regla er galdandi fyri hitt, sum í dagbókini stendur.
Stk. 3. Hevur skjalið ikki talgilda undirskrift, verður tað burturvíst sbr. § 24 a, stk. 2. Landsstýrisfólkið kann áseta, at aðrir feilir og manglar skulu hava sama virknað.”
Stk. 2 og 3 vera eftir hetta stk. 4 og 5.
36. Yvirskriftin yvir § 43 verður strikað og sum kapittulheiti til Kapittul 7 verður sett:
“Tinglýsing í persónbókina”
37. Aftan á § 49 a verður sum kapittul 7 a og kapittul 7 b sett:
“Kapittul 7 a
Nýtsla av fulltrú
§ 49 b. Tann, ið er heimilaður at ráða ella sigur seg hava rætt at ráða yvir rættindum, kann eftir ásetingunum í stk. 2 og 3 umframt ásetingum ásettar sambært stk. 5, geva einum øðrum persóni fulltrú at útgeva og fráboða skjøl viðvíkjandi viðkomandi rættindum til tinglýsingar, undir hesum váttanir. Fulltrúin kann fráboðast, áðrenn viðkomandi er heimilaður at ráða.
Stk. 2. Fulltrúin skal sendast Tinglýsingini talgild ella á pappíri. Tinglýsingin sendir fráboðan um skráseting av fulltrúini til tann, ið hevur fráboðað fulltrúina. Talgildar fulltrúir skulu hava talgilda undirskrift frá fulltrúaveitara. Fulltrúir á pappíri skulu dagfestast og undirskrivast av fulltrúaveitara og undirskrift útgevarans skal, um fulltrúin fevnir um útgevan og fráboðan av skeytum ella veðbrøvum, vera váttað av einum advokati ella tveimum øðrum sannvitnum. Vitnini skulu í orðum vátta, at undirskriftin er sonn, dagsetingin bein og at útgevarin er myndugur. P-tal hjá vitnunum skal tilskilast. Nevnda váttan tørvast ikki, tá ið skjalið er útgivið av almennum stovni.
Stk. 3. Ein fulltrú kann einans verða grundarlag fyri útgevan og fráboðan av skjølum til tinglýsingar, undir hesum váttanum, í tí tíðarskeiði fulltrúin er ásett at vera galdandi.
Stk. 4. Er fulltrúin ikki skrásett hjá Tinglýsingini áðrenn móttøku av einum skjali, sum verður fráboðað til tinglýsingar sambært fulltrúini, verður skjalið tinglýst við freist til innlating av fulltrúini. Skjalið verður strikað, um fulltrúin ikki er innlatin til Tinglýsingina til ásettu freist. Ásetingin í 1. pkt. er tó ikki galdandi við tinglýsing av átekning á einum áður tinglýstum skjali ella við avlýsing av einum skjali.
Stk. 5. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um gerð og innihald av fulltrúini, sum skal innlatast til Tinglýsingina, undir hesum at fulltrúin skal innihalda upplýsing um p-tal og v-tal á fulltrúaveitara og fulltrúahavara, og at fulltrúir á pappíri skulu vera gjørdar soleiðis, at tær kunnu lesast við tólbúnaði, t.e. maskinelt, umframt hvussu leingi fulltrúin kann vera galdandi. Landsstýrisfólkið kann eisini áseta reglur um at Tinglýsingin sambært stk. 1 skal senda fráboðan til tann, ið sambært tingbókini er heimilaður at ráða yvir viðkomandi rætti, undir hesum um fulltrúahavarans rindan av einum gjaldi fyri hesa fráboðan.
Kapittul 7 b
Góðkendir fráboðarar
§ 49 c. Skjøl viðvíkjandi veðrættindum í fastogn kunnu av fráboðara, sum er góðkendur eftir § 49 d, vera útgivin og fráboðaði til tinglýsingar við fráboðarans talgildu undirskrift.
Stk. 2. Fráboðarin skal kanna, at skjalið stavar frá tí, sum sambært tingbókini er heimilaður at ráða yvir viðkomandi rættindi ella er útgivið við samtykki hansara og at rættindahavarin hevur bundið seg eins og ásett í skjalinum. Fráboðarin skal við fráboðanini vátta, at fráboðarin hevur gjørt hesa kanning.
Stk. 3. Er nakar fyri fíggjarligum tapi orsakað av virksemi fráboðarans sum fráboðari, hevur órættaði rætt til endurgjald frá fráboðaranum eftir vanligu reglunum um endurgjald.
Stk. 4. Endurgjald fyri tap, sum landskassin sambært § 31 hevur rindað, kann vera kravt endurgoldið av fráboðaranum, um skjalið, sum hevði við sær tap, er fráboðað av fráboðaranum sambært stk. 1.
Stk. 5. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um, at Tinglýsingin í sambandi við tinglýsing sambært stk. 1 skal senda fráboðan til tann, ið sambært tingbókini er heimilaður at ráða yvir viðkomandi rættindum.
Stk. 6. Ásetingarnar í stk. 1-5 eru samsvarandi galdandi fyri skjøl viðvíkjandi veðrættindum og ognarfyrivarni, sum sambært kapittul 6 a skulu tinglýsast í akfarsbókini og veðrættindum, sum sambært kapittul 7 skulu tinglýsast í persónbókini.
§ 49 d. Góðkenning sum fráboðari verður givin av Tinglýsingini.
Stk. 2. Góðkenning kann verða givin til:
1) virkir, sum sambært § 7 í bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed hava loyvi at reka virksemi sum peningastovnur, og
2) persón, sum sambært § 151 í retsplejelov for Færøerne er tilnevndur sum advokatur.
Stk. 3. Tann, sum søkir um góðkenning sum fráboðari, skal gera tað trúligt, at viðkomandi kann útinna virksemið á tryggan hátt.
Stk. 4. Umsøkjarin skal haraftrat veita fullgóða trygd fyri peningaligum kravi, sum kann standast av virkseminum sum fráboðari, sbr. § 49 c, stk. 3 og 4. Landsstýrisfólkið kann gera av, at ein umsøkjari lýkur kravið um trygd við at lúka krøv, sum vera sett sambært aðrari lóggávu.
Stk. 5. Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um gerð og innihald av umsóknum um góðkenning sum fráboðari, um treytirnar fyri góðkenning, undir hesum rindan av gjaldi fyri góðkenning, um stødd trygdarinnar, slag og gildistíð og um hvørjar treytir kunnu setast fyri góðkenningini.
Stk. 6. Góðkenning sum fráboðari kann harumframt veitast øðrum persónum, enn teir nevndir í stk. 2, sum lúka treytirnar í stk. 3 og 4, og sum:
1) Ikki eru ómyndugir, undir verjumáli eftir § 5 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven ella undir samverjumáli eftir § 7 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven.
2) Ikki eru undir rekonstruktiónsviðgerð ella farin á húsagang.
3) Ikki hava týðandi gjaldskomna skuld til tað almenna, við hetta skilst skuld á kr. 50.000,00 og omanfyri.
4) Ikki eru dømdir fyri revsiverd viðurskifti, sum av góðum grundum grunda ein vanda fyri misnýtslu av støðuni sum góðkendur fráboðari.
Stk. 7. Góðkenning sum fráboðari kann umframt tey í stk. 2 nevndu førum eisini verða givin til skrásett partafeløg og smápartafeløg og sum lúka treytirnar í stk. 3 og 4. Tað er harumframt ein treyt, at stjórarnir og meirilutin av nevndarlimunum lúka treytirnar í stk. 6, nr. 1 og at stjórarnir og allir nevndarlimirnir lúka treytirnar í stk. 6, nr. 2-4. Góðkenning kann eisini gevast til onnur her heimahoyrandi vinnufeløg, samtøk, grunnar og líknandi, um tey lúka somu treytir. Útlendsk vinnufeløg og onnur av teimum í 1. og 3. pkt. nevndu feløgum kunnu fáa góðkenning, um hetta er heimilað í altjóða sáttmála ella við ásetingum ásettar av landsstýrisfólkinum.
Stk. 8. Koma nýggir limir í stjórnina ella í nevndina, skulu vinnufeløg og onnur, sum eru góðkend eftir stk. 7 áðrenn 14 dagar fráboða Tinglýsingini hetta, sum hereftir ger av, um góðkenningin kann varðveitast.
Stk. 9. Góðkenning eftir stk. 7 kann einans verða givin, um persónar við avgerandi valdi yvir vinnufelagnum og øðrum lúka treytina í stk. 6, nr. 4.
§ 49 e. Ein góðkenning kann afturkallast, um fráboðarin ger seg sekan í grovum ella afturvendandi brotum á treytirnar fyri góðkenningini ella á løgtingslógina ella reglur, gjørdar við heimild í løgtingslógini. Sama er galdandi um serlig orsøk er at halda, at fráboðarin ikki fer at útinna virksemið sum fráboðari á fullgóðan hátt.
Stk. 2. Ein góðkenning skal afturkallast, um góðkendi fráboðarin ikki lýkur tær í § 49 d, stk. 2 nevndu treytir um loyvi, skráseting ella tilnevning ella um góðkendi fráboðarin ikki lýkur kravið um veitan av trygd sambært § 49 d, stk. 4.
Stk. 3. Ein góðkenning fellur burtur, um fráboðarin doyr, kemur undir verjumál eftir § 5 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven ella undir samverjumál eftir § 7 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven ella er undir rekonstruktiónsviðgerð ella farin á húsagang.”
38. Í § 50, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Sama er galdandi fyri upplýsingar um ognarfyrivarni og veðsetingar tinglýstar í akfarsbókina.”
39. Í § 50, stk. 2 verður “dagbók og tingbók” broytt til: “dagbók, tingbók, akfarsbók og persónbók”.
40. § 50, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Dagbókin, tingbókin, akfarsbókin og persónbókin verða førdar við nýtslu av elektroniskari dátuviðgerð.”
41. § 50 c, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Upplýsingar í tinglýsingarskipanini um p-tøl mugu ikki latast víðari.”
42. § 50 c, stk. 2-5 verða strikað og í staðin verður sett:
“Stk. 2. Upplýsingar í edv-skráunum eru atkomuligar hjá øllum á internetinum. Upplýsingar í edv-skráunum eru annars atkomuligar fyri ein og hvønn við at venda sær til Tinglýsingina.
Stk. 3. Upplýsingar í edv-skráunum kunnu latast víðari til ein og hvønn umvegis Heldina.
Stk. 4. Upplýsingar í edv-skráunum kunnu eftir umsókn eisini í aðra máta latast víðari til ein og hvønn við skipan til skipan atgongd. Umsókn um loyvi at fáa skipan til skipan atgongd verður latin Tinglýsingini.
Stk. 5. Upplýsingar í edv-skráunum kunnu í aðra máta latast víðari til ein og hvønn í sambandi við viðgerð av tinglýsingarmálum.
Stk. 6. Fráboðan um broyting av upplýsingum í edv-skráunum kann sendast til ein og hvønn, um avtala er gjørd við viðkomandi. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi.”
Stk. 6 verður eftir hetta stk. 7.
43. Í § 50 c, stk. 6, sum verður stk. 7, verður “stk. 1-5” broytt til: “stk. 2-5”.
44. § 50 c, stk. 7 og 8 verða strikað.
45. Í § 50 f, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Talgild veðbrøv, ið verða fráboðaði til tinglýsingar, skulu vísa til veðbrævaformála.”
46. § 50 f, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann áseta, at skjøl, ið verða fráboðaði til tinglýsingar, skulu hava ávísar upplýsingar og vera skrivaði á oyðubløð, ið eru góðkend av landsstýrisfólkinum. Landsstýrisfólkið kann harumframt áseta, eftir hvørji raðfylgju skjøl ella upplýsingar skulu latast inn.”
47. § 50 f, stk. 3 verður strikað.
§ 2
Í lov nr. 146 af 13. april 1938 om Gældsbreve, sum broytt við anordning nr. 371 af 20. december 1961, anordning nr. 588 af 4. november 1982, anordning nr. 150 af 21. marts 1988, anordning nr. 184 af 15. marts 1989, § 2 í anordning nr. 398 af 20. april 2010 og § 6 í løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 11 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3 Ásetingarnar í hesum kapitli eru ikki galdandi fyri tinglýst talgild veðbrøv, sbr. tó § 27 a í løgtingslóg um tinglýsing.”
2. Í § 26, stk. 1 verður aftan á “§ 11” sett: “, stk. 2,” og “Nr.” verður broytt til: “nr.”
3. Í § 26 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Ásetingarnar í hesum kapitli, tó ikki § 31, eru samsvarandi galdandi fyri talgild tinglýst vanlig skuldarbrøv sbr. § 27, stk. 2 og § 42 e, stk. 2 í løgtingslóg um tinglýsing”
§ 3
Í løgtingslóg nr. 76 frá 17. mai 1994 um tinglýsingargjøld v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 10. juni 2008 og § 53 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 5 verða sum stk. 4 og 5 sett:
“Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 eru ikki galdandi, tá løgfrøðiligir persónar við einum virknum v-tali, sum eru skrásettir sum stórkundi hjá Tinglýsingini, melda talgild skjøl til tinglýsingar ella tá góðkendir fráboðarar, sum sambært §§ 49 d og 49 e í løgtingslóg um tinglýsing hava galdandi góðkenning sum fráboðari, melda talgild skjøl til tinglýsingar. Avrokning av tinglýsingargjaldinum fer tá fram uppá rokning frá Tinglýsingini.
Stk. 5. Gjøld sambært hesi løgtingslóg kunnu innheintast við panting. Útreiðslur í sambandi við innheintan verða at rinda av tí gjaldskylduga.”
§ 4
Í løgtingslóg nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 2. juni 2008, løgtingslóg nr. 123 frá 15. desember 2014 og løgtingslóg nr. 156 frá 23. desember 2015, verður í § 5 sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi, tá løgfrøðiligir persónar við einum virknum v-tali, sum eru skrásettir sum stórkundi hjá Tinglýsingini, melda talgild skjøl til tinglýsingar ella tá góðkendir fráboðarar, sum sambært §§ 49 d og 49 e í løgtingslóg um tinglýsing hava galdandi góðkenning sum fráboðari, melda talgild skjøl til tinglýsingar. Avrokning av tinglýsingaravgjaldinum fer tá fram uppá rokning frá Tinglýsingini.”
§ 5
Stk. 1. Landsstýrisfólkið ásetir í kunngerð, nær løgtingslógin kemur í gildi.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann áseta ymiskar gildiskomur fyri ávikavist tingbókina, akfarsbókina og persónbókina.
§ 6
Stk. 1. Rættindi yvir einum tinglýstum veðbrævi, sum áðrenn gildiskomu lógarinnar, hava fingið gildi móti avtalum og móti rættargangi eftir ásetingunum í lov om Gældsbreve, varðveita verjuna eftir gildiskomu lógarinnar, sbr. tó stk. 7.
Stk. 2. Rættindi nevnd í stk. 1 kunnu tinglýsast. Við tinglýsing skulu tey í stk. 1 nevndu veðbrøv broytast til talgild veðbrøv.
Stk. 3. Við tinglýsing av nýggjum rættindum yvir ella broytingum í einum áðrenn gildiskomu lógarinnar tinglýstum veðbrævi, skal veðbrævið broytast til eitt talgilt veðbræv.
Stk. 4. Við fráboðan um talgilding eftir stk. 2 og 3 skal fráboðarin senda veðbrævið í frumriti til Tinglýsingina. Er veðbrævið blivið burtur, skal fráboðarin, áðrenn talgilding kann fremjast, leggja mál fyri rættin um mortifikatión eftir ásetingunum í lov um Mortifikation af Værdipapirer.
Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-3 eru samsvarandi galdandi fyri rættindi, sum undan gildiskomu lógarinnar hava fingið gildi móti avtalum og rættargangi, og sum eru knýtt at skjølum á pappíri, sum eru tinglýst sum veð. Við fráboðan um talgilding eftir stk. 2 og 3 skal fráboðarin senda skjalið í frumriti til Tinglýsingina ella á annan fullgóðan hátt prógva rættindi síni.
Stk. 6. Rættindi í tinglýstum ognarveðbrøvum, sum undan gildiskomu lógarinnar hava fingið gildi móti avtalum og móti rættargangi eftir ásetingunum í lov om Gældsbreve, skulu í seinasta lagi 5 ár eftir gildiskomu lógarinnar tinglýsast eftir ásetingunum í tinglýsingarlógini fyri at varðveita hesa verju. Fyri at halda freistina skulu rættindini verða meldaði til tinglýsingar saman við skjalprógvi eftir stk. 8, áðrenn freistin er farin. Við tinglýsingini av rættindum í einum ognarveðbrævi sum nevnt í 1. pkt., skal ognarveðbrævið samtíðis broytast til eitt talgilt ognarveðbræv.
Stk. 7. Við tinglýsing av nýggjum rættindum ella broytingum í einum áðrenn gildiskomu lógarinnar tinglýstum ognarveðbrævi, skal ognarveðbrævið broytast til eitt talgilt ognarveðbræv.
Stk. 8. Við fráboðan um talgilding eftir stk. 6 og 7 skal fráboðarin senda ognarveðbrævið í frumriti til Tinglýsingina. Er ognarveðbrævið blivið burtur, skal fráboðarin, áðrenn talgilding kann fremjast, leggja mál fyri rættin um mortifikatión eftir ásetingunum í Lov um Mortifikation af Værdipapirer. Fráboðarin skal eisini tilskila, um onnur rættindi í ognarveðbrævinum ella innan ognarveðbrævsins hámarksupphædd eru til, og um so er, tilskila rættindahavarans samleika og prioritetsstøðuna hjá rættindunum.
Stk. 9. Ásetingarnar í stk. 4, 1. pkt., stk. 5, 2. pkt. og stk. 8, 1. pkt. eru ikki galdandi, tá fráboðan um talgilding fer fram eftir fráboðan frá einum fráboðara, sum sambært § 49 d í løgtingslóg um tinglýsing hevur galdandi góðkenning sum fráboðari. Fráboðarin skal í sambandi við fráboðanina vátta, at fráboðarin liggur inni við viðkomandi skjali í frumriti.
Stk. 10. Handhavi av einum ognarveðbrævi sum nevnt í stk. 6 og 7 hevur eftir áheitan frá veðsetara ella øðrum rættindahavara skyldu at viðvirka til talgilding av ognarveðbrævinum eftir stk. 8.
Stk. 11. Eitt veðbræv á pappíri hevur eftir broyting til eitt talgilt veðbræv ikki longur rættarvirknað.
Stk. 12. Við fráboðan eftir gildiskomu lógarinnar av pappírsskjølum, sum veita veð innan ognarveðbrævsins hámarksupphædd, er ásetingin í § 15, stk. 6, 2. pkt. í løgtingslóg um tinglýsing sum orðað við § 1, nr. 11 ikki galdandi.
Stk. 13. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um krøv til fráboðanina í sambandi við broyting av pappírsveðbrøvum til talgild veðbrøv.
Stk. 14. Tinglýsing av rættindum eftir stk. 2, 1. pkt. og stk. 6, 1. pkt. kann inntil 5 ár frá gildiskomu lógarinnar fara fram uttan avgjald.
Í Tinganesi, 13. desember 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 25/2024
1) Lutvíst sett í gildi við kunngerð nr. 60 frá 22. apríl 2025. Ein samanskriving av løgtingslógini letur seg ikki gera av lógartøkniligum orsøkum.