Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. november 2023Nr. 118
Løgtingslóg um at leingja sáttmálan millum øðrumegin Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og hinumegin Fíggjarmálaráðið fyri ávís størv í Sjúkrahúsverkinum o.ø.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Henda løgtingslóg fevnir um teir limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum ikki kunnu vera fevndir av arbeiðssteðgi, við tað at sjúklingatrygdin kann koma í vanda, verður neyðug sjúkrarøkt ikki veitt. Við arbeiðssteðgi meinast í hesum sambandi verkbann, verkfall, blokada, boykott og ein og hvør onnur skipað avfólkan.
Stk. 2. Sjúkrahúsverkið metir um og ger av, hvussu nógvum starvsfólki tørvur er á, sbr. tó § 3.
Stk. 3. Viðkomandi limir hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum fáa boð frá Sjúkrahúsverkinum, hava skyldu til at fara til arbeiðis beinanvegin og at fylgja sáttmálanum millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, sum var galdandi frá 1. oktober 2019 til 1. januar 2023.
§ 2. Er Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki samt við eina avgerð hjá Sjúkrahúsverkinum sambært § 1, stk. 2, kann felagið leggja málið fyri eina nevnd, sum ger av, um undantakið er neyðugt til at tryggja, at sjúklingatrygdin ikki kemur í vanda.
Stk. 2. Nevndin verður mannað við trimum limum. Fíggjarmálaráðið velur ein lim, og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar velur ein lim. Hesir báðir limirnir velja síðani formannin, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Til limirnir hava valt ein formann sambært stk. 2, er stjórin í Fólkaheilsustýrinum formaður.
Stk. 4. Nevndin skal taka avgerð innan 24 tímar, eftir at áheitan sambært stk. 1 er komin frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Verður nevndin ikki samd, tekur formaðurin avgerð.
Stk. 5. Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar bera útreiðslurnar av at samsýna hvør sínum limi í nevndini. Landskassin ber útreiðslurnar av at samsýna formanninum.
Stk. 6. Ein avgerð sambært stk. 4 kann ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
§ 3. Um so verður, at arbeiðssteðgurin verður víðkaður til at fevna um onnur økir, verður sami leistur at nýta til at taka avgerð um undantøk sambært §§ 1 og 2. Í tí førinum verður tað viðkomandi stovnsleiðsla, sum tekur avgerð um undantøk í fyrstu atløgu.
§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi, tá ið hon er kunngjørd, og fer úr gildi, tá ið nýggjur sáttmáli millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, sum kemur í staðin fyri sáttmálan, sum var galdandi til 1. januar 2023, er undirskrivaður.
Í Tinganesi, 2. november 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 35/2023