18. november 2026Nr. 108
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Avgjaldsskyldig søla fevnir ikki um pant)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 15. mai 2026, verður í § 12, stk. 1, sum litra w sett:
w) Pant sambært løgtingslóg um pantskipan fyri íløt.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 18. november 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 22/2026