Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. juni 2020Nr. 107
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin)
(Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) verður í § 18 sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Fyri at forða fyri smittuspjaðing kann landsstýrismaðurin fyribils og í avmarkað tíðarskeið avmarka vanligu upplatingartíðirnar og afturlatingartíðirnar í § 17, stk. 1, 2 og 4, eins og landsstýrismaðurin kann áseta mest loyvda tal av gestum. Avger landsstýrismaðurin at avmarka vanligu afturlatingartíðirnar til áðrenn kl. 02.00 ella at minka mest loyvda tal av gestum, hevur viðkomandi fyritøka rætt til stuðul eftir somu reglum, sum eru ásettar í løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19. Stuðulstíðarskeiðið byrjar, tá ið avgerð sambært 1. pkt. fær virknað og endar 31. august 2020.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. august 2020.
Í Tinganesi, 29. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 149/2019