Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. juni 2020Nr. 106
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
(Vinnuligar royndir og verkætlanir, endalig avhending av rættindum, samanlegging av bólkunum 4 A og 4 B, tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 13. mai 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 9, stk. 1, 1. pkt. verður aftan á “§ 19, stk. 5 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi” sett: “, tó verður nøgd rættindahavarans tillutað eftir mørkunum í § 15, stk. 1. Uppboðssølugjaldið, sambært § 19, stk. 7 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, verður bert rindað fyri nøgdina, sum er tillutað samsvarandi § 19, stk. 5 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi.”
2. § 10, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Verandi menningarkvotur verða eftirmettar, og landsstýrismaðurin kann í loyvistíðarskeiðinum taka avgerð um at leggja hesi rættindi um til egnar árskvotur, um landsstýrismaðurin metir, at tær eru virðisskapandi og burðardyggar. Avgerðin, um at leggja kvoturnar um, hevur gildi frá tí degi, landsstýrismaðurin hevur boðað partinum frá avgerðini. Rættindahavari kann fram til og við 31. desember 2021 fáa fiskiloyvi til umløgdu rættindini við at vísa á fiskifar sambært stk. 2. Um rættindahavari knýtir rættindini at egnum fiskifari, ið ikki frammanundan hevur veiðiloyvi, fær fiskifarið tá tillutað veiðiloyvi, og rættindini vera knýtt at fiskifarinum. Rættindahavari kann eisini, í seinasta lagi 31. desember 2021, velja at avhenda síni rættindi endaliga til eigara av fiskifari við veiðiloyvi, um heimild er fyri endaligari avhending sambært løgtingslógini. Vera rættindini ikki knýtt at egnum fiskifari ella avhendað endaliga í seinasta lagi 31. desember 2021, falla rættindini aftur til landið.”
3. Í § 10, stk. 4 verður aftan á “§ 14,” sett: “stk. 1,”.
4. Í § 10, stk. 4 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Kvota sambært § 14, stk. 2, kann ikki leggjast um til egnar árskvotur.”
5. Í § 13, stk. 1, nr. 3, verður “Bólkur 4 A” broytt til: “Bólkur 4”.
6. § 13, stk. 1, nr. 4 verður strikað.
Nr. 5-8 verða eftir hetta nr. 4-7.
7. Í § 14 verða sum stk. 2 og 3 sett:
“Stk. 2. Umframt ásetingina í stk. 1 kann landsstýrismaðurin í kunngerð fyri 2020 seta í mesta lagi 21.700 tons av svartkjafti, 2.600 tons av norðhavssild og 810 tons av makreli av til tey, sum í 2018 hava fingið tilsøgn um menningarkvotu í fýra ár. Kvota sambært 1. pkt. er ikki partur av tøku føroysku kvotuni sambært stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin skipar fiskiskapin sambært stk. 2 og ásetir í kunngerð, hvussu nøgdirnar í stk. 2 verða býttar millum nevndu rættindahavarar.”
8. Í § 15 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Verður lagt um til egnar árskvotur, sambært § 49, stk. 4, verður mongdin tikin av nøgdini sambært stk. 1.”
9. § 19, stk. 1, nr. 3 verður orðað soleiðis:
“3) Bólkur 4: Útróðrarbátar 15-110 tons á veiðu við línu: 2.425 fiskidagar.”
10. § 19, stk. 1, nr. 4 verður strikað.
Nr. 5–6 verða eftir hetta nr. 4-5.
11. Í § 19, stk. 4 verður “bólki 2, 3, 4 A, 4 B og 4 T” broytt til: “bólki 2, 3, 4 og 4 T”.
12. Í § 19, stk. 6 verður “bólki 4 A og 4 B” broytt til: “bólki 4”.
13. Í § 19, stk. 8 og 9 verða “nr. 1-5” broytt til: “nr. 1-4”.
14. § 19, stk. 13 verður orðað soleiðis:
“Stk. 13. Fiskidagar, sum sambært § 77, stk. 3 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, eru avhendir ella fluttir frá bólkunum 4 A ella 4 B til bólk 3 í 2019, kunnu í 2020 avhendast endaliga til rættindahavara í bólki 3. Treyt er, at Vørn hevur váttað, at flytingin kann fremjast.”
15. Í § 28, stk. 1, 1. pkt. verður “treytað av, at flytingin er millum fiskifør hjá sama eigara” strikað.
16. Í § 30, stk. 1, 1. pkt. og § 31, stk. 1, 1. pkt. verður aftan á “eitt fiskiár í senn” sett: “ella endaliga”.
17. Í § 32, stk. 1, 2 og 4, §§ 33, 42, og § 50, stk. 1 og 4 verður “sambært § 19, stk. 1, nr. 6” broytt til: “sambært § 19, stk. 1, nr. 5”.
18. Í § 34, stk. 4 verður aftan á 3. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Í serligum førum kann landsstýrismaðurin loyva, at meiri enn 10% av egnari árskvotu hjá rættindahavara, sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, verður flutt frá 2019 til at verða fiskað í 2020.”
19. § 42, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Landsstýrismaðurin kann gera reglur um, at veiða hjá føroyskum fiskifari skal seljast um góðkenda uppboðssølu í Føroyum og treytir fyri søluni.”
20. § 49 verður orðað soleiðis:
“§ 49. Av kvotunum av svartkjafti, norðhavssild og makreli, sambært § 14, stk. 1, §§ 15-16 og rættindum sambært § 17, verða í minsta lagi 50% latin til vinnuligar royndir og verkætlanir, ið hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í gagnnýtsluni av nevndu fiskasløgum. Umsøkjararnir skulu lúka treytirnar ásettar í stk. 3 og 5.
Stk. 2. Av kvotunum av svartkjafti, norðhavssild og makreli, sambært § 14, stk. 1, §§ 15-16 og rættindi sambært § 17, verður írestandi nøgdin í mun til stk. 1 latin fyri at styrkja um kvotugrundarlagið hjá ávísum fiskifari, hvørs eigari lýkur treytirnar ásettar í stk. 3.
Stk. 3. Bert feløg ella persónar, sum hvør sær ella saman við nærstandandi ella øðrum, beinleiðis ella óbeinleiðis, og sum í mesta lagi hava ræði á 8% av heildarkvotuni av hvørjum fiskaslagi sær, sambært stk. 1 og 2, kunnu fáa lut í kvotu sambært stk. 1 og 2. Ræðið, sambært 1. pkt., verður roknað sum egnar árskvotur sum partur av heildarkvotuni. Um felag ella persónur eigur minni enn 20% av øllum eginpeninginum í felagi sambært 1. pkt., harundir partapeninginum, umframt minni enn 20% av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, verður ræðið hjá felagnum ella persóninum, sum eigur minni enn 20%, ikki roknað uppí tey 8%. Uppboðssølurættindi verða javnsett við aðrar egnar árskvotur.
Stk. 4. Tilsøgn um kvotu sambært hesi grein kann verða latin í upp til fimm ár. Fiskiloyvi verður latið upp til eitt ár í senn og kann bert verða endurnýggjað, um treytirnar í tilsøgnini eru hildnar. Er loyvi givið til veiðu eftir ávísum fiskaslagi sambært hesi grein í samanlagt fimm ár, kann landsstýrismaðurin eftir umsókn taka avgerð um at leggja kvoturnar um til egnar árskvotur, um mett verður, at grundarlag er fyri framhaldandi og burðardyggum fiskiskapi, og treytirnar í loyvinum annars hava verið loknar, og loyvishavarin lýkur vanligu treytirnar ásettar í §§ 11-13.
Stk. 5. Endalig tilsøgn um kvotu sambært stk. 1 er treytað av, at umsøkjari innan ávísa tíðarfreist knýtir vinnuligu royndina ella verkætlanina, sambært stk. 1, at ávísum fiskifari við veiðiloyvi ella við fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 19, stk. 1, nr. 5.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin letur fiskifari við veiðiloyvi ella við fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 19, stk. 1, nr. 5, serstakt fiskiloyvi til at fiska av kvotu fevnd av stk. 1 og 2.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum geva undantak frá kravinum um veiðiloyvi sambært stk. 5 og 6.
Stk. 8. Broytingar í viðurskiftunum sambært hesi grein skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Ætlaðar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar kunnu fara fram. Broytast viðurskiftini soleiðis, at tey ikki eru samsvarandi hesi grein, kann landsstýrismaðurin krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan nærri ásetta tíðarfreist. Koma viðurskiftini ikki í rættlag innan tíðarfreistina, falla tillutað rættindi sambært hesi grein aftur til landið.
Stk. 9. Í sambandi við viðgerðina av málum sambært hesi grein kann landsstýrismaðurin krevja upplýsingar og váttanir frá persóni ella felag og krevja, at persónur ella felag útvegar upplýsingar frá nevndarlimum, stjórn, ráðgevum, virkjum o.ø. um viðurskiftini, ið eru av týdningi fyri viðgerð av málum sambært hesi grein.
Stk. 10. Landsstýrismaðurin ásetir, hvussu kvotan verður býtt millum stk. 1 og 2, treytir fyri at fáa lut í kvotum sambært stk. 1 og 2 og mannagongdir og treytir í sambandi við umsóknir. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin í fiskiloyvinum áseta treytir um fiskileiðir, veiðihættir, tíðarskeið o.a. og aðrar treytir samsvarandi § 34.”
21. Í § 50, stk. 3, 1. pkt. verður “trý ár” broytt til: “fimm ár”.
22. Í § 64, stk. 1, nr. 1 verður aftan á “§ 46, stk. 1 og 2,” sett: “§ 49, stk. 8,”.
23. Í § 64, stk. 2 verður “§ 49, stk. 5,” broytt til: “§ 49, stk. 10,”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 1, nr. 15 og 16 koma í gildi.
Stk. 3. § 1, nr. 5, 6, 9, 10, 11, 12, 13 og 17 koma í gildi 1. januar 2021.
Í Tinganesi, 29. juni 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 142/2019