Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. juli 2011Nr. 99
Kunngerð um lærusáttmálar, umsitingargjald o.a., sum broytt við kunngerð nr. 34 frá 14. mars 2023
1) Við heimild í § 22, stk. 10 og § 31, stk. 3 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yvkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:
§ 1. 1) Yrkisdepilin, sum fyrisitur ráðsskipanina hjá Yrkisútbúgvingarráðnum, veitir sáttmálapørtunum hjálp og ráðgeving í sambandi við, at lærusáttmáli verður undirskrivaður.
§ 2. Læruplássið skal senda undirskrivaða lærusáttmálan til Yrkisdepilin til góðkenningar.
Stk. 2. Lærusáttmálin fær gildi frá tí degi, hann er góðkendur av góðkenningarmyndugleikanum.
§ 3. Yrkisdepilin eftirkannar, um fyritreytirnar fyri lærusáttmálanum eru í lagi, herundir um:
1) Lærlingurin hevur fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans,
2) læruplássið lýkur treytirnar fyri góðkenning,
3) lærusáttmálin fatar um alla verkligu læruna og øll skúlaskeiðini umframt møguliga yrkis- / sveinaroynd,
4) tað í lærusáttmálanum er tilskilað, um talan eisini er um eina útisetaavtalu,
5) lærusáttmálin inniheldur møguliga tilskilan um frítøku fyri partar av læruni,
6) serligar lærusáttmálatreytir hava heimild í góðkenning frá avvarðandi yrkisnevnd og møguligum verja, herundir broyting av lærusáttmálanum,
7) lærusáttmálin er í samsvari við ta til eina og hvørja tíð galdandi ásetingar um lønar- og arbeiðsviðurskifti,
8) navnið, vinnutalið og heimstaðurin hjá læruplássinum, umframt navnið, bústaðurin og føðingardagurin hjá lærlinginum, eru røtt, og
9) at lærusáttmálin er í samsvari við ásetingarnar í viðkomandi útbúgvingarkunngerð.
§ 4. Lærupláss gjalda Landskassanum kr. 3.000,- fyri hvønn góðkendan lærusáttmála.
Stk. 2. Umsitingargjaldið verður goldið umvegis Føroya Gjaldstovu.
§ 5. Yrkisdepilin góðkennir og skrásetir eftirkannaða lærusáttmálan.
Stk. 2. Tá ið Yrkisdepilin hevur góðkent lærusáttmálan, og umsitingargjaldið er goldið, verður lærusáttmálin skrásettur, og avrit av lærusáttmálanum útflýggjaður sáttmálapørtunum. Frumritið er í varðveitslu hjá Yrkisdeplinum.
Stk. 3. 1) Tá ið Yrkisdepilin hevur góðkent lærusáttmálan, innskrivar Yrkisdepilin lærlingin til góðkendan yrkisskúla.
Stk. 4. Skúlin, sum lærlingurin skal verða tikin inn á, skal í seinasta lagi 4 vikur, áðrenn nýtt skúlaskeið byrjar, senda lærlinginum og læruplássinum boð um, nær skeiðið byrjar, og hvussu leingi, skeiðið varar.
§ 6. Umsókn um broytingar í lærusáttmálanum, eisini stytting ella leingjan av lærutíðini, uppsøgn av lærusáttmálanum, umframt aðrar møguligar broytingar, skulu skrivast á serligt skjal, ið sáttmálapartarnir, sum varða av broytingunum, undirskriva.
Stk. 2. Yrkisdepilin eftirkannar, um fyritreytirnar fyri broytingunum í lærusáttmálanum eru í lagi og góðkennir og skrásetir eftirkannaða lærusáttmálan við góðkendu broytingunum.
Stk. 3. Tá ið Yrkisdepilin hevur góðkent og skrásett broytingarnar í lærusáttmálanum, verður eitt avrit av broytta lærusáttmálanum sendur sáttmálapørtunum og viðkomandi skúla.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 101 frá 18. juni 2001 um lærusáttmálar o.a. og kunngerð nr. 73 frá 8. august 2002 um umsitingargjald vinnunar úr gildi.
Mentamálaráðið, 12. juli 2011
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson (sign.)