Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. mai 2025Nr. 98
Kunngerð um elektroniska tollavgreiðslu og tollkreditt
Við heimild í § 10 a, § 13, stk. 2 og § 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 13. juni 1997, løgtingslóg nr. 35 frá 26. mars 2002, løgtingslóg nr. 118 frá 1. desember 2003 og løgtingslóg nr. 49 frá 4. mai 2021, verður ásett:
Allýsing
§ 1. Tollskjøl eru at skilja sum øll skjøl, sum skulu liggja til grund fyri tollútrokningini av vøruni, so sum farmabræv, farmagjaldsrokning, útgreinað tollingaráheitan, fakturi, váttanir, loyvir, konnossement og kreditnotur.
Elektronisk tollavgreiðsla
§ 2. TAKS kann eftir umsókn geva vinnurekandi fyritøkum, ið innflyta, loyvi til elektroniska tollavgreiðslu.
Stk. 2. Loyvið er treytað av, at inngjalding fer fram umvegis sjálvvirkandi gjaldsloysn, sum ásett av TAKS. TAKS kann seta aðrar treytir fyri loyvinum.
§ 3. Fyritøka, sum tollavgreiðir, skal fyri hvørja vøru í skipan hjá TAKS í minsta lagi skráseta, navn og adressu hjá móttakara, navn og adressu hjá avsendara, upphædd, vørunummar og lýsing av hvat vøran inniheldur. TAKS kann krevja aðrar skrásetingar av vøruni.
Stk. 2. Fyritøka, sum tollavgreiðir, skal goyma eitt eintak av tollskjølunum eftir í skjalagoymslu síni sum roknskaparskjøl eftir løgtingslóg um bókhald.
Stk. 3. Rættingar ella broytingar í tollrokningum skulu latast til avgreiðslu hjá TAKS, saman við øllum tollskjølum.
§ 4. Fyritøka, sum tollavgreiðir, hevur skyldu til at tryggja sær, at starvsfólk, sum tollavgreiðir, hevur vitan til tollreglurnar, toll- og vøruskránna og upprunareglurnar.
Tollkredittur
§ 5. TAKS kann eftir umsókn geva vinnurekandi fyritøkum, ið innflyta, loyvi at fáa tollskyldugar og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðar beinleiðis áðrenn tollavgreiðslu.
Stk. 2. Tollkreditturin er treytaður av, at:
1) tollavgreiðslan verður gjørd elektroniskt,
2) inngjalding fer fram umvegis sjálvvirkandi gjaldsloysn sum ásett av TAKS, og
3) peningatrygd verður veitt fyri innflutningsavgjøldini.
Stk. 3. Trygdin, sum skal rindast, skal svara til miðal upphæddina, sum er rindað av avgjøldum síðsta 12 mánaða tíðarskeiðið av móttiknum tollskyldugum og avgjaldsskyldugum vørum, tó í minsta lagi kr. 100.000,00.
Stk. 4. Almennir stovnar skulu ikki veita trygd sambært § 5, stk. 3.
§ 6. Vørur skulu verða endaliga tollavgreiddar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at vøran er uppskipað á tolløkið.
Stk. 2. Fyritøka, sum hevur tollkreditt, skal gjalda toll og avgjøld av teimum vørum, ið eru uppskipaðar á tolløkið í einum mánaði, í seinasta lagi 28. í mánaðinum eftir.
Stk. 3. Renta verður roknað av ov seint goldnum tolli og avgjøldum eftir reglunum í løgtingslógini.
Stk. 4. Avgjøld og renta, sum eru gjaldkomin, kunnu innheintast við útpanting eftir reglunum í løgtingslógini.
§ 7. TAKS kann krevja, at vørur ikki verða pakkaðar upp ella tiknar í nýtslu av fyritøkuni, fyrr enn TAKS loyvir hesum.
§ 8. TAKS kann til eina og hvørja tíð kanna grundarlagið fyri tollingini.
Stk. 2. TAKS kann til eina og hvørja tíð kanna vørur og fraktsendingar. Fyritøkan skal vera TAKS til handa og skal geva allar upplýsingar, sum TAKS metir vera neyðugar fyri at fremja eftirlitið.
Revsing
§ 9. Brýtur fyritøkan § 2, stk. 2, § 3, stk. 1 og 2, § 4, § 5, stk. 2 og 3, § 6, stk. 1 og 2, § 7 ella § 8, stk. 2 í hesi kunngerð kann TAKS taka loyvini eftir kunngerðini aftur.
§ 10. Fyritøka, sum við vilja ella av grovum ósketni:
1) Ikki skrásetir vøru ella gevur skeivar upplýsingar sambært § 3, stk. 1 verður revsað við sekt á 3.000 kr. fyri hvørja sending, har vøra ikki er skrásett, ella har skeivar upplýsingar eru givnar.
2) Ikki goymir tollskjøl sambært § 3, stk. 2 verður revsað við sekt á 3.000 kr.
3) Ikki endaliga tollavgreiðir vøru í seinasta lagi 14 dagar eftir at vøran er uppskipað á tolløkið sambært § 6, stk. 1 verður revsað við sekt á 3.000 kr. fyri hvørja sending, sum ikki er tollavgreidd.
4) Tekur í nýtslu vøru í stríð við § 7 verður revsað við sekt á 3.000 kr. fyri hvørja vøru.
Stk. 2. Er gerðin framd við tilætlan til at sleppa undan at rinda toll ella avgjøld, verður hon revsað við sekt ella fongsul upp til 2 ár sambært § 34, stk. 2 í løgtingslógini.
Gildiskoma o.a.
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 47 frá 12. juli 2004 um elektroniska tollavgreiðslu og kunngerð nr. 37 frá 7. juni 2004 um undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðar móti veiting av peningatrygd (tollkreditti).
Stk. 2. Avtalur, sum eru gjørdar eftir § 1 í kunngerð nr. 47 frá 12. juli 2004 um elektroniska tollavgreiðslu, fara úr gildi, samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi. Innflytarar, sum hava avtalu við TAKS, varðveita loyvið til elektroniska tollavgreiðslu, við teimum treytum, sum eru ásettar í hesi kunngerð og skulu ikki søkja av nýggjum.
Stk. 3. Loyvi til tollkreditt, sum eru givin eftir kunngerð nr. 37 frá 7. juni 2004 um undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðar móti veiting av peningatrygd (tollkreditti), fara úr gildi, samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi. Innflytarar, sum hava tollkreditt, varðveita loyvið til tollkreditt við teimum treytum, sum eru ásettar í hesi kunngerð, og skulu ikki søkja av nýggjum.
Stk. 4. Trygdir, sum eru givnar sambært § 1, nr. 2 í kunngerð nr. 37 frá 7. juni 2004 um undantaksloyvi at fáa toll- og avgjaldsskyldugar vørur útflýggjaðar móti veiting av peningatrygd (tollkreditti), eru framvegis í gildi.
Fíggjarmálaráðið, 14. mai 2025
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)