Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juli 2019Nr. 98
Kunngerð um orgulleikaraútbúgving
Við heimild í § 2, stk. 6 í løgtingslóg nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) verður ásett:
§ 1. Orgulleikaraútbúgvingin er ein 3 ára preliminer útbúgving í orgulspæli.
Stk. 2. Orgulleikaraútbúgvingin verður roknað sum førleiki at spæla á orgul til sálmasang, og at spæla inngangsspæl, útgangsspæl og konsertspæl í kirkjuligum og í samkomuligum høpi. Vegleiðandi byrjanarstig er ájavnt 4. stigi hjá Associated Board of The Royal Schools of Music.
§ 2. Næmingurin skal, eftir 3 ára nám, hava førleika til, í kirkjuligum og í samkomuligum høpi, at spæla á orgul til sálmasang, og at spæla inngangsspæl, útgangsspæl og konsertspæl. Eisini skal næmingurin duga at gera forspøl til sálmar og leiða kór.
Undirvísingin
§ 3. Høvuðslærugreinin í útbúgvingini er orgulspæl.
Stk. 2. Orgul sum høvuðslærugrein kann vera samskipað við høvuðslærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini.
§ 4. Tónleikaligar hjálærugreinir eru musikkteori, hoyrilæra, klaver, orgulkunnleiki, sangur, kórleiðsla og tónleikavitan.
Stk. 2. Undirvíst kann verða í øðrum tónleikaligum hjálærugreinum.
Stk. 3. Tónleikaligar hjálærugreinir kunnu vera samskipaðar við hjálærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini.
Stk. 4. Tónleikaligar hjálærugreinir á orgulleikaraútbúgvingini kunnu vera samskipaðar við samsvarandi tónleikaligar lærugreinir í tónleiki á hástigi í gymnasialum miðnámsútbúgvingum fyri lesandi, ið ganga á báðum útbúgvingunum.
§ 5. Kirkjuligu hjálærugreinirnar eru liturgik og sálmavitan.
Stk. 2. Musikkskúlaskipanin kann samstarva við avvarðandi stovn, felagsskap ella myndugleika um undirvísing í greinum og hjágreinum, sum hoyra til í kirkjuligum og í samkomuligum høpi.
§ 6. Kommunali musikkskúlaleiðarin ger saman við samskiparanum fyri orgulleikaraútbúgvingina námsætlan, leiðreglur og mannagongdir fyri orgulleikaraútbúgvingina undir ábyrgd musikkskúlastjórans.
§ 7. Vikutímatalið hjá næminginum er í miðal 3,5 tímar.
Upptøka
§ 8. Næmingar, ið verða mettir at standa eina preliminera orgulleikaraútbúgving eftir 3 ára útbúgving, kunnu verða upptiknir.
Stk. 2. Kommunali musikkskúlaleiðarin og faklærari standa fyri upptøkuroyndini.
Stk. 3. Um tørvur er á tí, kann kommunali musikkskúlaleiðarin hava onnur fakkøn við í metingini um upptøku.
Stk. 4. Kommunali musikkskúlaleiðarin ger mannagongdir í sambandi við upptøkuroyndina til prelimineru orgulleikaraútbúgvingina.
Próvtøka og royndir
§ 9. Próvtøkur verða hildnar so hvørt, ið námið á ymsu lærugreinunum er liðugt.
Stk. 2. Preliminera orgulleikaraútbúgvingin endar við próvtøku undir ábyrgd av kommunala musikkskúlaleiðaranum í tí skúlanum, har undirvísingin fer fram.
Stk. 3. Royndir verða hildnar á hvørjum ári.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 2. juli 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)