Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. august 2023Nr. 96
Kunngerð um broyting í kunngerð um meirvirðisgjald fyri ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi
(Longd freist fyri at fáa endurrindað meirvirðisgjald av íløgum í almannagagnligt frítíðarvirksemi o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 10 frá 27. januar 2021 um meirvirðisgjald fyri ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi, sum broytt við kunngerð nr. 104 frá 13. juni 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Grannskoðarin skal í góðkenning sínari av fíggjarætlanini og kostnaðarætlanini staðfesta, at íløgan er omanfyri 1 mió. kr. og at í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum, uttan meirvirðisgjald, er fingin til vega:
1) sum gáva,
2) kemur frá óløntum og sjálvbodnum arbeiði,
3) stavar frá innsavnan, undir hesum vanligum og staðbundnum kirkjuskatti, og
4) at fígging er til alla íløguverkætlanina.”
2. Í § 10, stk. 1 verður “31. desember 2022” broytt til: “31. desember 2027”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 14. august 2023
Ruth Vang (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)