14. august 2023Nr. 95
Kunngerð um broyting í kunngerð um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri roknskaparskyldug
(Broyting av freist at lata inn sjálvuppgávu við roknskapi)
§ 1
Í kunngerð nr. 89 frá 14. september 2006 um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri roknskaparskyldug, sum broytt við kunngerð nr. 54 frá 30. apríl 2020 og kunngerð nr. 93 frá 18. juni 2020, verður í § 1, 1. pkt. “15. mai” broytt til: “1. mai”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 14. august 2023
Ruth Vang (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)