4. september 2024Nr. 95
Kunngerð um broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur
Við heimild í § 1, nr. 2, protokolpunkt X, stk. 2 í løgtingslóg nr. 196 frá 21. desember 2018 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996 verður ásett:
§ 1. Grein 25, stk. 2, litra c, í skjali 1 verður strikað.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1 hevur virknað fyri inntøkuár, sum byrja 1. januar 2025 ella seinni.
Fíggjarmálaráðið, 4. september 2024
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)