Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. september 2014Nr. 94
Kunngerð um útbúgving til sølufólk, sum broytt við kunngerð nr. 19 frá 14. februar 2023 1)
1) Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002, løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011 og eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá yrkisnevndini, verður ásett:
Endamál
§ 1. 1) Í útbúgvingini til sølufólk sbrt. hesi kunngerð fær lærlingurin gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan handilsliga arbeiðsøkið, tað veri seg í samskifti, sølu og tænastu, leitan eftir upplýsingum, vegleiðing, hagtølum, búskapi, ráðlegging, nýtslu av teldutólum o.ø.
Stk. 2. 1) Útbúgvingin til sølufólk endar við, at lærlingurin fær útbúgvingarskjal innan hetta yrkið.
Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald
§ 2. Útbúgvingartíðin er ásett til 4 ár.
Stk. 2. Útbúgvingin er lutað sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.
§ 3. Skúlagongdin er skipað í eitt grundskeið og eitt høvuðsskeið.
Stk. 2. Skúlagongdin fevnir um almennar lærugreinir, yrkislærugreinir og vallærugreinir.
§ 4. Grundskeiðið er skipað sbrt. kunngerðini um støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið, handilsøkið og skrivstovuøkið.
Stk. 2. Staðið grundskeið er ein fyritreyt fyri, at lærlingurin fær tað í § 1, stk. 2 nevnda útbúgvingarskjal.
§ 5. 1) Høvuðsskeiðið er 7 vikur, harav er íroknað yrkisroynd, sum er ásett til 1 viku. Undirvísingin í høvuðsskeiðnum fevnir um 6 vikur, ella tilsamans 240 pultstímar við hesum lærugreinum:
1) Handil og amboð.
2) Handilsrakstur.
3) Handilsbúskapur.
4) Átøk og sjónbær marknaðarførsla.
5) Háttalæra.
Stk. 2. Innihaldið í lærugreinunum verður lýst nærri í námsætlanunum fyri lærugreinirnar, sbrt. námskipanina fyri útbúgvingina.
§ 6. Innihaldið í verkligu læruni verður lýst í námsskipanini fyri útbúgvingina.
Førleikamál við útbúgvingarlok
§ 7. Førleikarnir, ið lærlingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru, at hann skal duga:
1) at meta um upplýsingar og boð og við støði í hesum fyrireika og fremja uppgávur skynsamt og úrslitagott,
2) at samskifta munnliga og skrivliga, tað veri seg rætt, trúligt og fjølbroytt í mun til støðuna og samskiftismiðlarnar,
3) at nýta teldutøkni á skynsaman hátt,
4) at greiða úr hondum uppgávur sjálvstøðugt og ábyrgdarfult, at samstarva við onnur og taka samábyrgd í sambandi við dagliga sølu- og tænastuyrkið,
5) at veita góða tænastu og at greiða úr hondum uppgávur samsvarandi mannagongdum og góðskukrøvum,
6) at greiða úr hondum uppgávur við virðing fyri umhvørvi, heilsu og trygd,
7) at avrika handilsligar uppgávur og sýna góðan handilsskap í verki innan rakstur og búskap, og
8) at greiða úr hondum uppgávur innan sølu og tænastu, innanhýsis eins og uttanhýsis, út frá fatanini av starvsøki og ábyrgd.
Yrkisroynd
§ 8. Við endan av høvuðsskeiðnum skipar skúlin fyri yrkisroynd.
Stk. 2. Fyri at verða tikin upp til yrkisroynd, skal lærlingurin hava staðið grundskeiðið og høvuðsskeiðið og hava góðkendan lærusáttmála.
§ 9. Yrkisroyndin verður fyriskipað sum ein próvtøkuverkætlan, ið tekur støði í førleikamálunum sbrt. § 7 í hesi kunngerð.
Stk. 2. Verkætlanin verður skipað av lærlinginum og læruplássinum, sum í felag gera eina uppgávuorðing, sum skúlin skal góðkenna.
Stk. 3. Verkætlanin verður gjørd á læruplássinum, og skal hon í mestan mun gjørligt gerast í síðsta hálva árinum av lærutíðini.
Stk. 4. Við støði í verkætlanini verður hildin ein munnlig próvtøka, har lærlingurin leggur verkætlanina fram og verður próvhoyrdur í henni. Munnliga próvtøkan varir 30 minuttir íroknað próvtalsgeving.
Stk. 5. Verkætlanin og munnliga próvtøkan verða dømd av einum lærara og einum metingardómara.
Stk. 6. Við støði í einari heildarmeting av verkætlanini og munnligu próvtøkuni verður givið eitt próvtal fyri verkætlanina.
Stk. 7. Fyri at standa yrkisroyndina, skal lærlingurin í minsta lagi hava fingið próvtalið 02 fyri verkætlanina.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2014/2015 ella seinni.
Mentamálaráðið, 8. september 2014
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)