Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. september 2024Nr. 94
Kunngerð um broyting í kunngerð um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin
(Dagføring av innganginum og yvirlitinum yvir luttakandi rættardømir)
§ 1
Í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin, sum broytt við kunngerð nr. 32 frá 28. mars 2017, kunngerð nr. 161 frá 6. desember 2018, kunngerð nr. 92 frá 1. juli 2019, kunngerð nr. 24 frá 24. mars 2021 og kunngerð nr. 93 frá 17. mai 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 120 q, stk. 1, 4, 5-7, og §§ 126 og 143 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 109 frá 19. september 2023, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1987, løgtingslóg nr. 43 frá 15. apríl 1992, løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997, løtingslóg nr. 95 frá 15. september 2014 og løgtingslóg nr. 39 frá 16. mai 2024, verður ásett:”
2. Skjal 1 í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 4. september 2024
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Skjal 1
“Skjal 1
Luttakandi rættardømir
Hesi lond verða roknað sum luttakandi rættardømir:
1) Albania 2) Andorra 3) Anguilla 4) Antigua & Barbuda 5) Argentina 6) Aruba 7) Australia 8) Azerbaijan 9) Bahamas 10) Bahrain 11) Barbados 12) Belgia 13) Belize 14) Bermuda 15) Brasilia 16) Bretland 17) British Virgin Islands 18) Brunei Darussalam 19) Bulgaria 20) Cayman Islands 21) Cook Islands 22) Costa Rica 23) Curacao 24) Danmark 25) Dominica 26) Ecuador 27) Estland 28) Eysturríki 29) Finnland 30) Frakland 31) Ghana 32) Gibraltar 33) Grenada 34) Grikkaland 35) Grønland 36) Guernsey 37) Holland 38) Hong Kong 39) India |
40) Indonesia 41) Italia 42) Írland 43) Ísland 44) Isle of Man 45) Ísrael 46) Japan 47) Jersey 48) Kanada 49) Kekkia 50) Kili 51) Kina 52) Kolumbia 53) Korea 54) Kroatia 55) Kuwait 56) Kypros 57) Letland 58) Libanon 59) Liechtenstein 60) Litava 61) Luxembourg 62) Macau 63) Malaysia 64) Malta 65) Marshall Islands 66) Mauritius 67) Mesiko 68) Monaco 69) Montserrat 70) Nauru |
71) New Zealand 72) Nigeria 73) Noreg 74) Pakistan 75) Panama 76) Portugal 77) Póland 78) Qatar 79) Rumenia 80) Russland 81) Saint Kitts & Nevis 82) Saint Lucia 83) Saint Vincent and the Grenadines 84) Sameindu Arabisku Emiratini 85) Samoa 86) San Marino 87) Saudi Arabia 88) Schweiz 89) Seychelles 90) Singapore 91) Sint Maarten 92) Slovakia 93) Slovenia 94) Spania 95) Suður Afrika 96) Svøríki 97) Thailand 98) Turkaland 99) Turks and Caicos Islands 100) Týskland 101) Ukraina 102) Ungarn 103) Uruguay 104) Vanuatu” |