Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. mai 2000Nr. 93
Kunngerð um skiftisreglur
Við heimild í § 47, stk. 2, í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar verður ásett:
Kapittul 1
Skiftisreglur viðvíkjandi lærlingaskipanini
§ 1. Av tí at løgtingslóg nr. 29 frá 12. oktober 1954 við seinni broytingum (lærlingalógin) fer úr gildi 1. august 1999, kunnu lærusáttmálar verða gjørdir við heimild í hesi lóg til og við 31. juli 1999.
Stk. 2. Frá 1. august 1999, tá løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 kemur í gildi, kunnu lærusáttmálar bert verða gjørdir við heimild í hesi lóg (yrkisútbúgvingarlógin).
§ 2. Fyri lærlingar, sum eru byrjaðir í læru sambært lærusáttmála í seinasta lagi 31. juli 1999, eru reglurnar í yrkisútbúgvingarlógini galdandi í viðurskiftum viðvíkjandi útbúgving og undirvísing, meðan reglurnar í lærlingalógini eru galdandi í viðurskiftum millum partarnar í einum sáttmála, herundir lønarviðurskifti, sjúkraviðurskifti og sáttmálabrot.
Stk. 2. Reglurnar í stk. 1 eru undantiknar teimum broytingum, ið standast av hesi kunngerð, samanber § 3, og teimum ásetingum, ið gjørdar verða um tær einstøku útbúgvingarnar.
Stk. 3. Eru sáttmálapartar ósamdir um, hvørt viðurskifti sambært stk. 1 hava heimild í lærlingalógini ella í yrkisútbúgvingarlógini, verða ásetingarnar í §§ 40-42 í yrkisútbúgvingarlógini at nýta.
§ 3. Skúli ger av í samráð við viðkomandi yrkisnevndir, um skúlagongdin hjá lærlingum, sum eru byrjaðir í læru áðrenn 1. august 1999, heilt ella partvís verður løgd saman við tilsvarandi útbúgving fyri lærlingar, sum eru byrjaðir í læru eftir 31. juli 1999.
Stk. 2. Í útbúgvingarkunngerð kann viðkomandi yrkisnevnd áseta gjøllari reglur um skúlagongdina eftir stk. 1.
Stk. 3. Skúlaundirvísingin sambært stk. 1 og 2 verður løgd soleiðis til rættis, at skúlatíðin ikki verður longd munandi. Tann samlaða útbúgvingartíðin kann ikki verða longd uttan so, at hetta er orsakað av viðurskiftum, sum standast av §§ 36 og 37 í yrkisútbúgvingarlógini.
Stk. 4. Í sambandi við skúlaundirvísing eftir stk. 1, eru reglurnar um døming, sum eru ásettar í lærlingalógini, galdandi, tó við møguligum neyðugum tillagingum. Tað kunnu ikki verða settar harðari dømingarreglur í mun til, hvat er galdandi fyri viðkomandi útbúgving eftir lærlingalógini, herímillum krav um at hava staðið roynd ella at hava fingið ávíst próvtal.
Stk. 5. Fyri lærlingar, sum eru byrjaðir í læru áðrenn 1. august 1999, verða sveinaroyndir og fakligar royndir framdar eftir reglunum í lærlingalógini. Yrkisnevndirnar kunnu tó loyva lærlingum at taka sveinaroynd eftir reglunum í yrkisútbúgvingarlógini, um so er, at royndirnar eru innan karmarnar í lærlingaútbúgvingini.
Stk. 6. Skúli kann loyva lærlingum, sum eru byrjaðir í læru áðrenn 1. august 1999, at fara upp til próvtøku og roynd í sambandi við undirvísingina innan samsvarandi yrkisútbúgving eftir yrkis-útbúgvingarlógini. Skúli skal tá geva lærlingum serligt próvskjal fyri slíka próvtøku ella roynd.
Kapittul 2
Skiftisreglur viðvíkjandi ráðsskipanini
§ 4. Virksemið hjá Føroya Læruráði við heimild í lærlingalógini, heldur uppat frá 1. august 1999 at rokna.
Stk. 2. Voldgiftsrættur við heimild í lærlingalógini, kann ikki verða settur eftir 31. juli 1999.
Stk. 3. Útbúgvingarviðurskifti, sum verða fyrisitin av ráðnum, smb. stk. 1, verða eftir 31. juli 1999 fyrisitin eftir reglunum í § 5.
Stk. 4. Uppgávurnar hjá voldgiftsrættinum, smb. stk. 2, verða eftir 31. juli 1999 framdar eftir ásetingunum í §§ 40-42 í yrkisútbúgvingarlógini.
§ 5. Uppgávurnar hjá Føroya Læruráði við heimild í lærlingalógini, verða frá 1. august 1999 lagdar til ávikavist Yrkisútbúgvingarráðið og yrkisnevndirnar samsvarandi heimildunum í yrkisútbúgvingarlógini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger av, eftir tilmæli frá Yrkisútbúgvingarráðnum, hvørjar uppgávur, sum annars hava ligið hjá Føroya Læruráði, verða lagdar til Yrkisútbúgvingarráðið at fyrisita.
Stk. 3. Yrkisútbúgvingarráðið tekur skjótast møguligt stig til, at yrkisnevndir verða valdar av viðkomandi yrkisfeløgum. Yrkisútbúgvingarráðið hevur umsjón við, at hesar koma at virka samsvarandi ásetingunum í yrkisútbúgvingarlógini.
Kapittul 3
Gildiskoma
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 1999.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið, 30. mai 2000
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)