Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. juli 2023Nr. 93
Kunngerð um roknskapartøl til uppgerð av miðal framleiðslukostnaðinum
Við heimild í § 2, stk. 4 í løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu, sum broytt við løgtingslóg nr. 162 frá 24. desember 2015, løgtingslóg nr. 180 frá 21. desember 2018 og løgtingslóg nr. 75 frá 1. juni 2023, verður ásett:
§ 1. Alifyritøkurnar skulu lata inn roknskapartøl, ið skulu vera grundarlag undir útrokning av framleiðslukostnaðinum, K.
Stk. 2. Roknskapartølini fevna um:
1) Kostnaðir til rávørur og hjálpitilfar.
2) Goymslubroytingar.
3) Aðrar uttanhýsis kostnaðir, samlað og útgreinað.
4) Starvsfólkakostnaðir.
5) Avskrivingar og niðurskrivingar.
Stk. 3. Roknskapartølini frá. hálvársroknskapinum fyri fyrra hálvár skulu latast avvarðandi aðalráði áðrenn 15. september á hvørjum ári og roknskapartølini fyri seinna hálvár skulu latast avvarðandi aðalráði áðrenn 15. mars á hvørjum ári.
Stk. 4. Avvarandi aðalráð kann áleggja fyritøkunum at viðleggja váttan frá grannskoðara felagsins um innsendu uppgerðirnar, tá tað verður mett neyðugt fyri at sanna, at uppgerðirnar bert innihalda kostnaðir sambært skjali 1, í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu, og eru rætt tíðaravmarkaðar.
§ 2. Alifyritøkurnar skulu saman við roknskapartølunum lata inn tøkutøl fyri hálvárið, ið roknskapartølini viðvíkja.
§ 3. Framleiðslukostnaðurin, K, fyri hálvárið, verður almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá avvarðandi aðalráði tann 1. apríl og 1. oktober á hvørjum ári.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2023.
Stk. 2. Framleiðslukostnaðurin, K, fyri tíðarskeiðið 1. august til 30. september 2023, er roknaður við støði í ársroknskapartølum fyri 2022 og er 42,22 kr. fyri hetta tíðarskeiðið.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 25. juli 2023
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)