26. oktober 2026Nr. 91
Kunngerð um broyting í kunngerð um trygging ella aðra fíggjarliga trygd, ið rindar fyri ábyrgd reiðarans mótvegis sjófólki og skipsførara í sambandi við brot á setanarviðurskiftini
(Áseta navn og høvuðssæti hjá reiðara o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 4 frá 6. januar 2017 um trygging ella aðra fíggjarliga trygd, ið rindar fyri ábyrgd reiðarans mótvegis sjófólki og skipsførara í sambandi við brot á setanarviðurskiftini, verður § 6, stk. 1, nr. 7, orðað soleiðis:
“7) Navn og høvuðssæti hjá reiðaranum ella hjá skrásetta eigaranum, um hesin ikki er tann sami sum reiðarin.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 26. oktober 2026
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)