Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. september 2006Nr. 90
Kunngerð um gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur uttanlands fyri sjúklingar og fylgjarar, sum seinast broytt við kunngerð nr. 114 frá 10. september 2013 1)
1) Við heimild í § 8, stk. 4 og § 9, stk. 5 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið verður ásett:
Ferðaútreiðslur fyri sjúklingin
§ 1. Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, ið hava rætt til fríar veitingar sambært løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya, og til møguligar fylgjarar hjá sjúklingum sambært reglunum í hesi kunngerð.
§ 2. Flutningur skal fara fram á tann eftir umstøðunum ráðiligasta og bíligasta hátt.
§ 3. Sjúkrahúsverkið tekur avgerð um møguligt val av flutningsfari millum fráfaringarstað hjá sjúklinginum í Føroyum og til viðgerðarstað ella uppihaldsstað uttanlands og heim aftur.
§ 4. Tá ein yvirlækni ávísir sjúklingi til viðgerðar uttanlands, skipar sjúkrahúsverkið fyri ferðini og ber útreiðslurnar av henni.
Stk. 2. Ferðaútreiðslurnar verða goldnar sjúklinginum báðar vegir millum fráfaringarstað hjá viðkomandi í Føroyum og til viðgerðarstaðið uttanlands, ella til tað uppihaldsstað, sum sjúkrahúsverkið hevur ávíst sjúklinginum til.
Stk. 3. Velur ein sjúklingur sjálvur eitt annað uppihaldsstað, enn tað sum sjúkrahúsverkið hevur ávíst viðkomandi, ber sjúklingurin sjálvur ferðaútreiðslurnar millum atkomustaðið í landinum, har viðgerðin fer fram, og sjálvvalda uppihaldsstaðið.
Stk. 4. Velur ein sjúklingur sjálvur eitt annað uppihaldsstað enn tað, sum sjúkrahúsverkið hevur ávíst viðkomandi til, ber sjúklingurin sjálvur ferðaútreiðslurnar millum sjálvvalda uppihaldsstaðið og viðgerðarstaðið.
§ 5. 2) Leiðarin á Sjúklingahotellinum Tórshavn tekur avgerð um møguligt val av flutningsfari millum Sjúklingahotellið Tórshavn og viðgerðarstøð innanfyri økið hjá Region Hovedstaden. Sjúkrahúsverkið ber ikki útreiðslur til hýruvogn, tó undantikið um sjúkrastøðan hjá sjúklinginum er so vánalig, at hetta er neyðugt.
Stk. 2. 2) Sjúkrahúsverkið tekur avgerð um møguligt val av flutningsfari millum ávíst uppihaldsstað og viðgerðarstøð uttanfyri økið hjá Region Hovedstaden. Sjúkrahúsverkið ber ikki útreiðslur til hýruvogn, tó undantikið um sjúkrastøðan hjá sjúklinginum er so vánalig, at hetta er neyðugt.
§ 6. Um sjúklingurin doyr, meðan hann er til viðgerðar uttanlands, ber sjúkrahúsverkið útreiðslurnar av at flyta líkið aftur til Føroya.
Stk. 2. Um ein persónur, sum er ávístur sum fylgjari hjá einum sjúklingi, doyr, meðan sjúklingurin er í viðgerð uttanlands, ber sjúkrahúsverkið útreiðslurnar av at flyta líkið aftur til Føroya.
Ferðaútreiðslur fyri fylgjarar
§ 7. 1) Tá ið fyrisitingin innan sjúkrahúsverkið metir, at sjúklingur, vegna lívshóttandi sjúku, ella vegna likamligt, sálarligt ella sosialt ófullføri, ikki er førur fyri at ferðast ella uppihalda sær einsamallur uttanlands, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslur fyri ein fylgjara til og frá viðgerðarstað.
Stk. 2. 1) Tá ið avgerð verður tikin um fylgjara, metir fyrisitingin innan sjúkrahúsverkið, um tað er neyðugt at hava fylgjara alla viðgerðartíðina. Fyrisitingin kann í hesum sambandi taka avgerð um, bert at bera ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri fylgjara partar av viðgerðartíðini.
Stk. 3. 2) 1) Treytin fyri at verða fylgjari hjá sjúklingi sambært hesi kunngerð er, at fylgjari er myndugur og er førur fyri at átaka sær uppgávuna sum fylgjari. Fylgjari skal ikki hava aðrar ábyrgdir, meðan viðkomandi er fylgjari hjá sjúklingi.
§ 8. 1) Er sjúklingur yngri enn 18 ár, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslur fyri ein fylgjara, uttan mun til um treytirnar í § 7 eru uppfyltar.
Stk. 2. 1) Í serligum førum kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslur, so tveir fylgjarar kunnu fara við sjúklingi, yngri enn 18 ár, uttanlands.
Stk. 3. 1) Fyrisitingin innan sjúkrahúsverkið tekur avgerð í málum sambært stk. 1 og 2.
§ 9. 1) Um sjúklingur, sum hevur fingið fylgjara sambært § 7 ella § 8, liggur sjúkur uttanlands í 4 vikur ella longri, kann sjúkrahúsverkið bera útreiðslurnar av, at fylgjarar kunnu skiftast um at fara uttanlands at vera um sjúklingin, so ein fylgjari kann vera skiftur út aftaná 4 vikur.
Stk. 2. 1) Ynskja fylgjarar at skiftast um at vera um sjúklingin í styttri tíðarskeið, bera fylgjararnir sjálvir ferðaútreiðslur sínar. Sjúkrahúsverkið ber tó uppihalds- og kostútreiðslur hjá viðkomandi.
Stk. 3. 1) Fyrisitingin innan sjúkrahúsverkið tekur avgerð í málum sambært stk. 1 og 2.
Uppihald uttanlands
§ 10. 2) Sjúklingar, sum verða viðgjørdir innanfyri økið hjá Region Hovedstaden, skulu ávísast til at nýta Sjúklingahotellið Tórshavn sum uppihaldsstað í viðgerðartíðini. Sjúkrahúsverkið ber uppihaldsútreiðslurnar á Sjúklingahotellinum Tórshavn fyri teir persónar, ið fáa ferðaútreiðslurnar goldnar sambært hesi kunngerð.
Stk. 2. 2) Sjúklingar, sum verða viðgjørdir uttanfyri økið hjá Region Hovedstaden, skulu ávísast til at nýta sjúklingahotellið nærhendis viðgerðarstaðnum sum uppihaldsstað í viðgerðartíðini. Sjúkrahúsverkið ber uppihaldsútreiðslurnar á tí ávísta sjúklingahotellinum fyri teir persónar, ið fáa ferðaútreiðslurnar goldnar sambært hesi kunngerð.
Stk. 3. 2) Sjúklingar, sum hava bíðað eftir transplantatión ella líknandi í longri tíð, kunnu fáa ávíst annað uppihaldsstað í bíðitíðini enn tað frammanundan ávísta uppihaldsstaðið. Leiðarin á Sjúklingahotellinum tekur avgerð um annað uppihaldsstað.
Stk. 4. 2) Sjúklingar við veikari immunverju, orsakað av mergtransplantatión ella líknandi, og sum tískil ikki kunnu halda til, har aðrir sjúklingar eru, kunnu fáa ávíst annað uppihaldsstað í viðgerðartíðini enn tað ávísta sambært stk. 1 og 2. Leiðarin á Sjúklingahotellinum tekur avgerð um annað uppihaldsstað.
Stk. 5. 2) Sjúklingar yngri enn 18 ár kunnu verða ávístir til at nýta Ronald McDonald Huset sum uppihaldsstað í viðgerðartíðini.
§ 10 a. 2) 1) Fylgjarar, fevndir av hesi kunngerð, rinda 150,00 kr. um samdøgrið hvør fyri uppihald á sjúklingahotelli o.l., har matur er íroknaður uppihaldinum, tó í mesta lagi 1.500,00 kr. um mánaðin.
§ 11. 2) Verður sjúklingur ávístur til eitt annað uppihaldsstað enn Sjúklingahotellið Tórshavn ella til støð, har einki sjúklingahotel er, kann sjúkrahúsverkið bera uppihaldsútreiðslurnar, ið standast av hesum. Sjúkrahúsverkið kann endurrinda sjúklingum 100,00 kr. um samdøgrið fyri kostútreiðslur. Sjúklingum í aldrinum 13-17 ár verður veitt 100 kr. um samdøgrið fyri hvønn til kostútreiðslur. Sjúklingum í aldrinum 0-12 ár verður veitt 50,00 kr. um samdøgrið fyri hvønn til kostútreiðslur.
§ 12. Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann sjúkrahúsverkið bera uppihalds- og kostútreiðslurnar, so heilsustarvsfólk kunnu vera um sjúklingin í eitt tíðarskeið. Yvirlæknin tekur avgerð í slíkum málum.
§ 13. 1) Velur ein sjúklingur ella fylgjari sjálvur eitt annað uppihaldsstað enn tað, sum sjúkrahúsverkið hevur ávíst viðkomandi, ber sjúklingurin ella fylgjarin sjálvur uppihalds- og kostútreiðslurnar, ið standast í hesum sambandi.
§ 14. 1) Fylgjari, fevndur av hesi kunngerð, skal nýta sama uppihaldsstað sum sjúklingurin.
Gildiskoma
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 73 frá 16. november 2004 um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands.
Almanna- og heilsumálaráðið, 27. september 2006
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)