Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. august 2024Nr. 88
Kunngerð um gjaldfreist í sambandi við kærur um skattseting
Við heimild í § 138, stk. 2 og § 157 a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 109 frá 19. september 2023, sum broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 16. mai 2024, verður ásett:
§ 1. Skattgjaldari, sum hevur lagt mál fyri málsráðandi myndugleikan í einum av ríkjunum, sum er partur av viðkomandi sáttmála, hevur kært skattseting sambært skattalógini ella lagt skattsetingina fyri dómsvaldið, kann skrivliga søkja um at fáa longt gjaldfreistina av tí álíknaða skattakravinum og møguligum morarentum av hesum kravi.
§ 2. Skattakravið eftir § 1 fevnir einans um skyldugan skatt, sum er álíknaður, tá endaliga ársuppgerðin er gjørd, og sum ikki er goldin, tá søkt verður, og sum hevur samband við hækkingina, sum kært verður um og møguligar morarentur.
Stk. 2. Gjaldfreistin kann einans leingjast fyri skattakrøv, sum verða kravd inn serstakt. Írestandi skattur sambært § 78, stk. 1 í skattalógni, sum verður mótroknaður eftir § 77 í skattalógini, er sostatt ikki fevndur av skattakravinum eftir § 1.
§ 3. Skattakrøv, sum fáa longda gjaldfreist, skulu renturoknast sambært vanligu reglunum í skattalóggávuni. Játtanin um gjaldfreist kann verða treytað av, at skattgjaldarin veitir peningatrygd fyri skattakravinum. Játtanin um gjaldfreist verður givin fyri í mesta lagi 4 ár, men kann verða longd við nýggjari umsókn.
§ 4. Avlopsskattur sambært § 79 og útgjøld sambært § 75 í skattalógini og afturgjald av mvg kunnu verða mótroknað í skattakravinum, sum hevur fingið longt gjaldfreistina, um so er, at fyrivarni er tikið um hetta, tá longda gjaldsfreistin varð játtað.
§ 5. TAKS tekur støðu til umsóknir um at fáa longt gjalds freistina av skattakrøvum sambært hesi kunngerð. Avgerðir hjá TAKS kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at skattgjaldarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 51 frá 24. apríl 1998 um gjaldfreist í sambandi við kærur um skattseting.
Fíggjarmálaráðið, 26. august 2024
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)