19. oktober 2026Nr. 88
Kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul
(Løgtingslóg um føroyskt sum annaðmál fevnt av ferðastuðulsskipanini)
§ 1
Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við kunngerð nr. 14 frá 3. februar 2026, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 5, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Undantiknir treytunum í stk. 3 eru næmingar í skúlum, sum eru skipaðir við heimild í:
1) løgtingslóg um húsarhaldsskúlar,
2) løgtingslóg um eftirskúlar,
3) løgtingslóg um studning til fólkaháskúlar, og
4) løgtingslóg um føroyskt sum annaðmál.”
2. Í § 5, stk. 7 verður orðað soleiðis:
“Stk. 7. Studni kann veita útlendskum lesandi í Føroyum, so sum AFS-arum, øðrum skiftislesandi, og nýkomnum lesandi í føroyskum sum annaðmál, ið ikki hava rætt til vanliga lestrarstuðul, ferðastudning innaoyggja.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 19. oktober 2026
Bárður á Lákjuni (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)