29. august 2016Nr. 87
Kunngerð um summartíð 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021
Við heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð verður ásett:
§ 1. Í árunum 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021 verður nýtt serstøk tíðarrokning um summartíð í hesum tíðarskeiðum:
1) Í 2017 í tíðini millum 26. mars og 29. oktober.
2) Í 2018 í tíðini millum 25. mars og 28. oktober.
3) Í 2019 í tíðini millum 31. mars og 27. oktober.
4) Í 2020 í tíðini millum 29. mars og 25. oktober.
5) Í 2021 í tíðini millum 28. mars og 31. oktober.
§ 2. Summartíðin byrjar á fyrstnevnda degi í hvørjum av tíðarskeiðunum kl. 01.00, og verður klokkutíðin tá broytt og sett til kl. 02.00.
Stk. 2. Summartíðin endar á síðstnevnda degi í hvørjum av tíðarskeiðunum kl. 02.00, og verður klokkutíðin tá broytt til kl. 01.00.
Stk. 3. Tann farni tímin verður í tíðarrokning tilskilaður sum kl. 01.00 B og tann komandi tímin sum kl. 01.00 A.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 29. august 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)