Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. juni 2012Nr. 83
Kunngerð um ískoytisútbúgving fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar, útbúnir eftir eldri lógum
Við heimild § 3 og § 6 stk. 1 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012 verður ásett:
Endamál, longd, o.a.
§ 1. Endamálið við ískoytisútbúgvingini til bachelor í ávikavist lærara- ella námsfrøðingayrkinum er at geva lærarum og námsfrøðingum, ið eru útbúnir eftir eldri lógum, møguleika at taka ískoytisútbúgving sum bachelor. Ískoytisútbúgvingin skal geva teimum lesandi ástøðiligan og verkligan førleika og kunnleika til vísindalig háttaløg, soleiðis at tey eftir lokna útbúgving:
1) Hava ment sín førleika at leggja til rættis, fremja og eftirmeta fjølbroyttar læringar- /menningartilgongdir og at gera nýtslu av og taka lut í granskingararbeiði á námsfrøðiliga økinum,
2) kunnu halda fram í ástøðiligum og fakliga førleikagevandi framhaldslestri, umframt akademiskari framhaldsútbúgving.
§ 2. Ískoytisútbúgvingin er ásett at vera 1/2 lestrarár ella í minsta lagi 30 ECTS stig, men fevnir um eitt ár.
Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya avger, hvussu nógv lesandi kunnu fara undir lestur hvørt skeið.
§ 3. Ískoytisútbúgvingin gevur rætt til heitið B.ed. innan ávikavist lærara – ella námsfrøðingayrkið, enska navnið er Bachelor of Education (B.ed.).
Stk. 2. Ískoytisútbúgvingin skal vera staðin í seinasta lagi 2 ár eftir, at hon er byrjað. Dekanurin kann í serligum førum gera undantøk frá hesi reglu.
Skipan og innihald
§ 4. Ískoytisútbúgvingin er býtt í tríggjar eindir, sum ávikavist eru 5, 10 og 15 ECTS stig.
Stk. 2. Fyrsta eind er eitt skeið í vísindaástøði, sum telur 5 ECTS stig.
Stk. 3. Onnur eind er í minsta lagi 10 ECTS stig og er valfrí eind. Í valfría partinum kunnu lesandi velja ymisk øki innan ávikavist lærara- og námsfrøðingayrkið.
Stk. 4. Ískoytisútbúgvingin endar við einari bachelorverkætlan, sum telur 15 ECTS stig og sum skal gerast sambært reglum um bachelorverkætlanina. Í arbeiðinum við bachelorverkætlanini skal tann lesandi vinna sær førleika innan námsfrøðiligt menningararbeiði. Í verkætlanini verður viðgjørdur ein sjálvvaldur spurningur við evni úr ávikavist lærara- /námsfrøðingayrkinum og við vísindaligum háttalagi. Verkevnið skal verða góðkent av dekaninum.
Próvtøka
§ 5. Dekanurin ger av, um royndirnar smbr. § 4, stk. 2 og stk. 3 í ískoytisútbúgvingini eru innanhýsis ella uttanhýsis, og um metingarnar staðið/ikki staðið ella galdandi próvtalsstigi verður nýttur til royndirnar.
Stk. 2. Bachelorverkætlanin verður dømd við einari uttanhýsis roynd.
Stk. 3. Tann lesandi skal hava staðið tær innanhýsis og uttanhýsis royndir, sum eru ásettar í námsskipanini fyri fyrstu og aðru eind, áðrenn bachelorverkætlanin verður latin inn.
Stk. 4. Kærur um próvtøku verða viðgjørdar samsvarandi kapittul 6 a í lógini.
Námsskipan
§ 6. Dekanurin skal gera eina námsskipan, sum lýsir innihald o.a. í útbúgvingini. Rektarin góðkennir námsskipanina eftir tilmæli frá dekaninum.
Stk. 2. Í námsskipanini verða ásettar reglur um:
1) Endamál og innihald í teimum einstøku lærugreinunum í lestrinum, hvussu nógvar tímar tær fevna um, og hvussu dømt verður. Lærugreinirnar verða ásettar í ECTS stigum,
2) undirvísingar- og arbeiðshættir í útbúgvingini, íroknað kunningartøkni í undirvísingini, sambært § 4,
3) valfríu eindina, sambært § 4, stk. 3,
4) bachelorverkætlanina, sbrt. § 4, stk. 4,
5) góðskriving, sambært § 7, stk. 1.
Stk. 3. Umframt reglur, sum eru ásettar sambært hesi kunngerð, umfatar námsskipanin reglur, sum eru ásettar sambært §§ 10 og 11 í kunngerðini um útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum um bachelorverkætlanina.
Aðrar reglur
§ 7. Dekanurin kann í hvørjum einstøkum føri gera av, at útbúgvingarpartar, sum ein lesandi hevur staðið við aðrar av deildum Fróðskaparsetursins ella við aðra uttanhýsis útbúgving heilt ella lutvíst kunnu góðskrivast ískoytisútbúgvingini. Avgerðin verður tikin við støði í fakligari meting.
Stk 2. Avgerðir dekansins sambært stk. 1 kunnu verða kærdar til rektaran.
Stk. 3. Kæra skal verða latin inn í seinasta lagi 2 vikur eftir, at tann, sum kærir, hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 4. Rektarin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá serlig viðurskifti tala fyri tí.
§ 8. Landsstýrismaðurin kann góðkenna frávik frá hesi kunngerð sum liður í royndar- og menningarvirksemi. Ásett verður, hvussu leingi royndar- og menningarvirksemi skal vara, og hvussu frágreiðing í hesum sambandi skal verða tilevnað.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 15. juni 2012
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Leivur Harryson (sign.)