Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 2011Nr. 83
Kunngerð um løgujáttan, sum broytt við kunngerð nr. 180 frá 17. desember 2020
Við heimild í § 27, nr. 6 í løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. 1) Løgujáttan verður brúkt í sambandi við bygging, ognan ella avhending av bygningum, løgum og skipum o.ø. og í sambandi við stór viðlíkahaldsarbeiði, sbr. § 22, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 2. 1) Letur landið stuðul til løguverkætlanir, sum kommunur fremja, verður løgujáttan brúkt.
§ 2. 1) Stuðul, lán o.tíl. til aðrar løguverkætlanir verða tikin við sum stuðulsjáttan.
Kapittul 2
Løguútreiðslur
§ 3. 1) Løguverkætlanir sbrt. § 1, stk. 1 mugu ikki setast í verk, fyrr enn játtan er fingin til vega, umframt at avvarðandi myndugleiki hevur góðkent verkætlanina og samlaðu løguupphæddina.
Stk. 2. 1) Samlaða løguupphæddin sbrt. stk. 1 skal fata um allar útreiðslur fyri, at løgan eftir ætlan kann takast í nýtslu, herundir innbúgv, størri útgerð og uttanumøkið.
Stk. 3. 1) Stuðul til løguverkætlanir sbrt. § 1, stk. 2 kann ikki veitast kommunum, fyrr enn avvarðandi myndugleiki hevur góðkent verkætlanina, samlaðu løguupphæddina og samlaðu stuðulsupphæddina.
§ 4. 1) Størri løguverkætlanir sbrt. § 1, stk. 1 upp á 10 mió. kr. ella meira skulu gerast við grundarlagi í einari verklagslóg.
Stk. 2. 1) Við heimild í ásettu samlaðu løguupphæddini í verklagslógini, sbr. stk. 1, kann landsstýrismaðurin gera avtalur, sum hava við sær byggiútreiðslur í komandi fíggjarárum, um so er, at tað er neyðugt fyri at gera skynsamar sáttmálar við atliti at valda útbjóðingar- og byggiháttinum.
Stk. 3. 1) Stuðul til løguverkætlanir sbrt. § 1, stk. 2, sum eru uppá á 10 mió. kr. ella meira, skal veitast við grundarlagi í einari verklagslóg.
Stk. 4. 1) Við heimild í ásettu samlaðu stuðulsupphæddini í verklagslógini, sbr. stk. 3, kann landsstýrismaðurin gera avtalur um at veita stuðul í komandi fíggjarárum, soleiðis at stuðulin so vítt møguligt verður veittur sambært gongdini í løguverkætlanini.
§ 5. Við átekning kann verða givin heimild at flyta óbrúktar løgujáttanir til seinni fíggjarár, sbrt. § 22, stk. 2 í lógini.
§ 6. Í viðmerkingunum til løgujáttan skal vera ein frágreiðing um tað ávísu løguverkætlanina og upplýsingar um samlaðu løguupphæddina, við útreiðslunum liðaðar á fíggjarár, sbrt. § 22, stk. 3 í lógini.
§ 7. Landsstýrismaðurin er ikki bundin av sundurgreiningini av fleiri løguverkætlanum undir somu høvuðskontu, treytað av, at samlaða løguupphæddin av einstøku verkætlanunum ikki verður broytt og farið ikki verður upp um játtanina.
Stk. 2. Er talan um atgerðir, sum bera í sær munandi broytingar í einstøku verkætlanini og atgerðir, sum bera í sær eina hækking av samlaðu løguupphæddini fyri einstøku verkætlanina, kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, vegna avvvarðandi landsstýrismann, ráðføra seg við fíggjarnevnd Løgtingsins um broyttar fortreytir fyri játtanini.
Stk. 3. Er talan um nýggjar løguverkætlanir, sum ætlanin er at fremja undir somu høvuðskontu, men sum ikki eru lýstar í viðmerkingunum til løgujáttanina, kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, vegna avvarðandi landsstýrismann, ráðføra seg við fíggjarnevnd Løgtingsins um broyttar fortreytir fyri játtanini.
Kapittul 3
Løguinntøkur
§ 8. Løguinntøkur kunnu bert verða havdar, um so er, at heimild er fyri hesum á fíggjarlóg. Um ikki, skal játtan verða fingin til vega, áðrenn avhending av løgu kann verða framd.
Stk. 2. Viðmerkingar til inntøkujáttanir skulu lýsa grundarlagið undir inntøkumetingum, sbrt. § 22, stk. 4 í lógini.
§ 9. Bygningar, løgur og skip o.a. kunnu ikki avhendast, fyrrenn hesi hava verið lýst alment til sølu.
Kapittul 4
Ígildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2011
Fíggjarmálaráðið, 7. juni 2011
Aksel V. Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Atli Suni Leo