21. september 2026Nr. 82
Kunngerð um broyting í kunngerð um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi
(Ovara aldursmarkið fyri viðgerð í sambandi við kynsligan ágang verður strikað og vikutalið í sambandi við fosturtøku verður strikað)
§ 1
Í kunngerð nr. 150 frá 6. desember 2011 um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi, sum broytt við kunngerð nr. 29 frá 4. apríl 2016 og kunngerð nr. 170 frá 22. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, nr. 8 verður “eftir 12. viku” strikað.
2. § 3, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Freistin er ikki galdandi fyri viðgerð fyri kynsligan ágang, sbrt. § 1, nr. 9.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsu- og orkumálaráðið, 21. september 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)