15. juli 2024Nr. 81
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá
(Hækkan av útgjaldshámarkinum)
§ 1
Í kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá, sum broytt við kunngerð nr. 20 frá 16. mars 2018 og kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023, verður í § 5, stk. 3 “25.000” broytt til: “30.000”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. juli 2024.
Umhvørvismálaráðið, 15. juli 2024
Ingilín D. Strøm (sign.)
landsstýriskvinna
/ Pól E. Egholm (sign.)