Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. juli 2024Nr. 80
Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av Barsilsskipan
(Upprokna býtingartal á útrokningargrundarlagið hjá nýútbúnum)
§ 1
Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 5. desember 2016, kunngerð nr. 19 frá 16. mars 2018 og kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 2, men áðrenn yvirskriftina áðrenn § 3, verður sett:
“§ 2 a. Studningur, sum telur við í útrokningargrundarlagið hjá nýútbúnum, sbrt. § 20 a í løgtingslógini, verður upproknaður við einum býtingartali. Býtingartalið verður upproknað soleiðis:
1) Um útgoldin studningur + A-inntøka seinastu 12 mánaðirnar áðrenn farloyvi er kr. 30.000 ella minni, telur útgoldna upphæddin við sum áljóðandi,
2) um útgoldin studningur + A-inntøka seinastu 12 mánaðirnar áðrenn farloyvi er kr. 65.000 ella minni, tó meira enn kr. 30.000, telur útgoldna upphæddin við sum áljóðandi faldað við 1,2 ella
3) um útgoldin studningur + A-inntøka seinastu 12 mánaðirnar áðrenn farloyvi er størri enn kr. 65.000, telur útgoldna upphæddin við sum áljóðandi faldað við 1,35.
Stk. 2. Nýútbúgvin, sum hava verið í starvi í minsta lagi 3 mánaðir og minni enn 12 mánaðir eftir loknan lestur, kunnu velja, at útrokningargrundarlagið fyri barsilsgjaldið skal vera fyri starvstíðarskeiðið í staðin fyri 12 teir seinastu mánaðirnar fyri fráveruna, sbrt. § 12, stk. 1, 1. pkt.”
2. Í § 4, stk. 2 verður “25.000” broytt til: “30.000”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. juli 2024.
Umhvørvismálaráðið, 15. juli 2024
Ingilín D. Strøm (sign.)
landsstýriskvinna
/ Pól E. Egholm (sign.)