Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. august 2008Nr. 78
Kunngerð um Vinnukærunevnd
Við heimild í § 7, stk. 1 í løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd, verður ásett:
Kapittul 1
Málsræði og bygnaður hjá Vinnukærunevndini
§ 1. Vinnukærunevndin viðger kærur um avgerðir, tiknar av
Skráseting Føroya,
Tryggingareftirlitinum,
Fjarskiftiseftirlitinum,
Kappingareftirlitinum,
Posteftirlitinum
Elveitingareftirlitinum (t. e. Fjarskiftiseftirlitið),
Landsverk,
Heilsufrøðiligu starvsstovuni,
Akstovuni,
Arbeiðseftirlitinum,
í tann mun tað er ásett í ella smbrt. fylgjandi lógum:
1) Partafelagslógini
2) Smápartafelagslógini
3) Lóg ”om visse erhvervsdrivende virksomheder”
4) Lóg ”om erhvervsdrivende fonde”
5) Ársroknskaparlógini
6) Løgtingslóg um vinnu
7) Løgtingslóg um løggildar og skrásettar grannskoðarar
8) Løgtingslóg um tryggingarvirksemi
9) Løgtingslóg um kapping
10) Løgtingslóg um fjarskifti
11) Løgtingslóg um postvirksemi
12) Løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
13) Løgtingslóg um landsvegir
14) Løgtingslóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál
15) Løgtingslóg um aling av fiski v.m.
16) Løgtingslóg um matvørur v.m.
17) Løgtingslóg um djórasjúkur
18) Løgtingslóg um djóralæknavirksemi
19) Løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum
20) Løgtingslóg um ferðslu
21) Løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi
Stk. 2. Vinnukærunevndin kann annars viðgera kærur um avgerðir, har tað í ella smbrt. lóg er ásett kæruatgongd til nevndina.
§ 2. Vinnukærunevndin er mannað við einum formanni og einum næstformanni og eini røð av serkønum fólkum, ið eru vald fyri fýra ár.
Stk. 2. Formannsskapurin og hinir limirnir í nevndini kunnu verða afturvaldir.
§ 3. Formaðurin leggur til rættis arbeiðið hjá kærunevndini. Formaðurin hevur ábyrgdina av at kalla inn til fundar, leiða fundirnar og tryggja, at arbeiðið verður framt á skilagóðan hátt.
Stk. 2. Formaðurin kann heimila næstformanninum at taka sítt pláss, um so er, at formaðurin ikki kann møta.
Stk. 3. Formaðurin ásetur um, og í hvønn mun, avgerðir nevndarinnar skulu almannakunngerast.
§ 4. Tá eitt kærumál verður viðgjørt, og avgerð verður tikin, skulu formaðurin ella næstformaðurin og tveir ella fýra limir luttaka.
Stk. 2. Býtið av einstøku kærumálunum millum formannin og næstformannin verður ásett av formanninum í samráð við næstformannin.
Stk. 3. Verða kærumál sambært stk. 2 latin næstformanninum, skal hesin røkja tær heimildir, ið sambært kunngerðini eru lagdar til formannin.
§ 5. Formaðurin tilnevnir, við atliti at hvørjum einstøkum kærumáli, teir limir ið skulu viðgera og avgera málið og ásetur, um tveir ella fýra limir skulu luttaka.
Stk. 2. Um tað er neyðugt við kunnleika til kapitalmarknaðarviðurskifti, tjóðarbúskap, tryggingarstøddfrøði ella brúkaraviðurskifti, skal í minsta lagi ein av limunum verða valdur millum fólk, ið hava ein serligan kunnleika til hesi øki.
Kapittul 2
Fyrireiking og viðgerð av kærumálum
§ 7. Kæra skal vera skrivlig og skal stílast til Vinnukærunevndin, skrivstovan, Sigmundargøta 13, 2. hædd. Postsmoga 45, Fo-110 Tórshavn.
Stk. 2. Kostnaðurin fyri eina kæruviðgerð er 4.000,- kr. Viðvíkur kæran viðurskifti, ið ikki hava samband við tað aktuella ella framtíðar vinnuvirksemi hjá viðkomandi, ið kærir, er kostnaðurin 2.000,- kr. Verður ikki goldið beinanvegin ella innan tíðarfreistina, sum er ásett av formanninum, verður kæran ikki viðgjørd.
Stk. 3. Verður kært um noktandi skjalainnlit, verður onki gjald kravt.
Stk. 4. Gjald verður ikki kravt fyri kærur um avgerðir, tiknar eftir teimum í § 1, stk 1, nr. 6 og 13- 21 nevndu lógum.
§ 8. Kærunevndin ella formaðurin fyri kærunevndina kann vísa burtur kærur, sum ikki eru fevndar av málsførinum hjá nevndini, eru sendar inn ov seint ella sum eru sendar inn av einum persóni, ið ikki hevur kæruheimild.
Stk. 2. Verður ein kæra víst aftur, verður gjaldið endurgoldið.
§ 9. Ein kæra fær ikki steðgandi virknað uttan so, at hetta er ásett í aðrari lóggávu. Eru serligar umstøður til staðar, kann kærunevndin ella formaðurin tó áseta, at ein kæra fær steðgandi virknað.
§ 10. Kærunevndin ella formaðurin í kærunevndini kann loyva triðjamanni ella almennum myndugleika, ið hevur rættarligan áhuga í kæruavgerðini, at gerast partur í kærumálinum, og harvið stuðla kæraranum ella tí myndugleika, sum kært verður um.
Stk. 2. Formaðurin kann áseta, at triðimaður ella almennur myndugleiki fær kunnleika um eitt kærumál, ið kærunevndin hevur fingið, soleiðis at viðkomandi fær møguleika til at gerast partur av kærumálinum sambært stk. 1.
§ 11. Kæran verður løgd fyri tann myndugleika, ið kært verður um, og sum síðani sendir kæruna aftur til kærunevndina við ummæli og frágreiðing um tær veruligu og løgfrøðiligu umstøðurnar, umframt avrit av skjølunum í málinum.
§ 12. Kærarin, ella tann sum er partur í málinum eftir § 10, skal verða kunnaður um ta frágreiðing, ið er nevnd í § 11, og um tað tilfar, sum annars er komið fram í kærumálinum. Hetta er tó bert gjørligt, um skjalainnlitið ikki er avmarkað í aðrari lóggávu. Viðkomandi persónar skulu hava møguleika til at koma við einari frágreiðing.
Stk. 2. Formaðurin kann avgera, at fleiri skrivligar framløgur skulu vera og avger, nær tann skrivliga fyrireikingin skal enda. Formaðurin kann avgera, at tann skrivliga viðgerðin skal takast upp av nýggjum og á hvønn hátt hetta skal gerast.
Kapittul 3
Avgerðin í málinum
§ 13. Í kærumálum, ið verða viðgjørd skrivliga, tekur kærunevndin avgerð, grundað á eina skrivliga atkvøðugreiðslu, møguliga á einum fundi. Formaðurin tekur avgerð um hetta.
§ 14. Formaðurin kann taka avgerð um, at eitt kærumál skal viðgerast munnliga.
Stk. 2. Er avgerð tikin um munnliga kæruviðgerð, verða kærarin, myndugleikin, sum kært er um, og viðkomandi, sum er vorðin partur av málinum eftir § 10, kunnaðir um hetta og um nær og hvar málið verður viðgjørt.
Stk. 3. Tey, sum eru nevnd í stk. 2, hava rætt til at møta saman við ella at verða umboðað av advokati, grannskoðara ella einum øðrum kønum umboðsmanni, ið hevur fingið fulltrú til at luttaka á fundi. Formaðurin kann, um so er, at innihaldið í kærumálinum krevur tað mæla til, at bert umboðsmaðurin møtir á fundi.
Stk. 4. Formaðurin ásetur, hvussu tann munnliga kæruviðgerðin skal fara fram, heruppií ta raðfylgju, sum fundarluttakararnir hava orðið, og nær viðgerðin er liðug.
Stk. 5. Almenningurin ella onnur enn tey, ið eru nevnd í stk. 3, hava ikki atgongd til tær munnligu kæruviðgerðirnar, uttan so, at semja er millum fundarluttakararnar um, at hesi kunnu fáa atgongd ella at formaðurin, aftan á samráðingar við limirnar í nevndini, gevur loyvi til hetta.
§ 15. Avgerðir hjá Kærunevndini verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.
Stk. 2. Er avgerðin ikki einmælt samtykt, skal avgerðin lýsa sjónarmiðini hjá minnilutanum.
Stk. 3. Avgerðin skal grundgevast og sendast kærara, myndugleikanum, ið kært er um, og tí persóni, sum er vorðin partur av kærumálinum.
Stk. 4. Fær kærarin heilt ella lutvíst viðhald í kæruni, ið er løgd fyri kærunevndina, ella broytir tann myndugleikin, ið kært er um, sína avgerð samsvarandi uppáhaldi kærarans, kann kærunevndin ella formaðurin vegna kærunevndina, taka avgerð um, at tað inngoldna gjaldið verður afturgoldið heilt ella lutvíst.
§ 16. Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi Kunngerð nr. 1154 frá 18. desember 1994 um Erhvervsministeriets Erhvervsankenævn.
Vinnumálaráðið, 28. august 2008
Bjørt Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Arne Poulsen (sign.)