8. september 2026Nr. 78
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026
(Strika ásetingina um, at kvota til vinnuligar fiskiroyndir kann fiskast í íslendskum sjógvi)
§ 1
Í kunngerð nr. 238 frá 30. desember 2025 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026, sum broytt við kunngerð nr. 29 frá 11. mars 2026 og kunngerð nr. 75 frá 26. august 2026, verður í § 7 a, 2. pkt. “, íslendskum sjógvi” strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og fiskimálaráðið, 8. september 2026
Eyðdis Hartman Niclasen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)