Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2020Nr. 75
Kunngerð um góðkenning av stovnum, ið veita rúsviðgerð
Við heimild í § 2, stk. 6 í løgtingslóg nr. 53 frá 7. mai 2019 um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin ásetir treytir og innihald til umsókn og góðkennning av einum viðgerðarstovni, hvørs endamál er at veita viðgerð fyri bundni av rúsdrekka ella rúsevnum.
Stk. 2. Ein viðgerðarstovnur kann bæði vera ein almennur stovnur, ein privatur stovnur ella ein sjálvsognarstovnur.
Skrivlig umsókn
§ 2. Heilsutrygd kann eftir umsókn góðkenna ein viðgerðarstovn. Umsóknin skal latast á serstøkum oyðiblaði, ið er at finna á heimasíðuni hjá Heilsutrygd.
Krøv til góðkenningina
§ 3. Fyri at fáa góðkenning sum viðgerðarstovnur er tað ein treyt, at viðgerðartilboðið má metast at lúka tær treytir, ið eru nevndar í § 2, stk. 4 í løgtingslógini um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð.
Málbólkur, háttalag og úrslit
§ 4. Ein viðgerðarstovnur skal hava skrivligar reglur fyri viðgerðarhættunum, ið verða nýttir til teir einstøku málbólkarnar, umframt at vísast skal til ástøðið fyri hesum viðgerðarhættum.
Stk. 2. Ein serstøk viðgerðarætlan skal gerast fyri hvønn einstakan persón, ið verður innskrivaður á ein viðgerðarstovn.
Stk. 3. Fyri at tryggja best møguliga viðgerð, skal viðgerðarætlanin taka støði í bundinskapinum og umstøðunum kring tann einstaka persónin.
Bygnaður og leiðsla
§ 5. Ein viðgerðarstovnur skal hava viðtøkur, reglugerð ella tílíkt fyri virksemi stovnsins og ein týðiligan leiðslubygnað.
§ 6. Ein viðgerðarstovnur skal hava ein dagligan leiðara, sum hevur evstu ábyrgdina av virkseminum á stovninum.
Fakligar førleikar
§ 7. Viðgerðarstarvsfólk skulu hava eina útbúgving sum rúsdrekkaviðgeri ella rúsevnaviðgeri, ið er góðkend í Íslandi, Noregi, Bretlandi ella einum ES-landi.
Stk. 2. Við góðkend útbúgving er at skilja, at útbúgvingarmyndugleikarnir í viðkomandi landi hava viðurkent útbúgvingina.
§ 8. Fyri at viðgerðartilboðið skal hava ta neyðugu dygdina, skal í minsta lagi helvtin av tí samlaða starvsfólkahópinum, hvørs arbeiðsuppgávur fevna um viðgerð av persónum við bundni av rúsdrekka ella rúsevnum, hava góðkenda útbúgving sum rúsdrekkaviðgeri ella rúsevnaviðgeri við hartil hoyrandi starvsroyndum og viðkomandi skeiðum.
Stk. 2. Í minsta lagi eitt av starvsfólkunum skal vera løggildur sjúkrarøktarfrøðingur.
§ 9. Viðgerðarstovnur skal hava avtalu við lækna um at veita viðgerðarstovninum heilsufakligar tænastur við innskrivan, uppihald og rúsviðgerð.
Stk. 2. Harumframt skal viðgerðarstovnurin hava avtalu við løggildan sálarfrøðing um at veita stovninum sálarfrøðiligar tænastur ella hava løggildan sálarfrøðing í føstum starvi.
Stk. 3. Um viðgerðarstovnur hevur sálarfrøðing uttan løggilding í føstum starvi, tá henda kunngerð kemur í gildi, skal sálarfrøðingurin verða løggildur í seinasta lagi 31. desember 2021 fyri at halda fram í starvinum.
Fíggjarviðurskifti og virksemisviðurskifti
§ 10. Fyri stovnar, hvørs játtan verður veitt við fíggjarlóg, skal roknskapur latast Heilsumálaráðnum samsvarandi løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.
Hølisviðurskifti
§ 11. Ein viðgerðarstovnur skal hava hóskandi høli, sum eru innrættaði til endamálið.
Stk. 2. Persónar, sum eru innskrivaðir á ein viðgerðarstovn, eiga at hava egið kamar í tann mun, tað ber til, og altíð um teir ynskja tað.
Kæra og gildiskoma
§ 12. Avgerð um noktandi góðkenning sum viðgerðarstovnur kann kærast til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið boð um avgerðina.
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 29. mai 2020
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)