Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. juni 2023Nr. 73
Kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2023
Við heimild í § 22, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 1 og 3, stk. 2, nr. 2, 4, 5 og 10, § 38, stk. 3, § 42 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin ásetir tíðaravmarkaða serskipan fyri fiskiskap eftir botnfiski við línu, tráðu, snøri ella snellu á Føroyabanka í 2023 fyri fiskifør undir føroyskum flaggi, mest loyvda fiskidagatal og aðrar treytir í fiskiskapinum.
Allýsing
§ 2. Í hesi kunngerð er Føroyabanki leiðirnar innan fyri beinar linjur drignar gjøgnum hesi støð í hesi raðfylgju:
1) 60°57'20"N - 07°57'00"V
2) 61°03'00"N - 07°57'00"V
3) 61°15'30"N - 08°16'00"V
4) 61°13'20"N - 08°42'12"V
5) 61°00'00"N - 09°11'00"V
6) 60°48'40"N - 09°25'00"V
7) 60°26'00"N - 09°08'25"V
8) 60°36'30"N - 08°45'00"V
9) 60°45'40"N - 08°37'00"V
10) 60°57'20"N - 07°57'00"V
Fiskidagatal
§ 3. Fiskifør, sum í 2023 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 18, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini, kunnu royna við línu á Føroyabanka í samanlagt 80 fiskidagar frá 15. august 2023 til 31. desember 2023, báðir dagar íroknaðir. Fiskidagatalið verður býtt javnt millum talið av veiðiloyvum í bólkinum.
§ 4. Fiskifør, sum í 2023 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4, sambært § 18, stk. 1, nr. 3 í løgtingslógini, kunnu royna við línu ella snellu á Føroyabanka í samanlagt 150 fiskidagar í 2023. Fiskidagatalið verður býtt javnt millum talið av veiðiloyvum í bólkinum.
§ 5. Fiskifør, sum í 2023 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini, kunnu royna við línu, snellu, snøri ella tráðu í samanlagt 100 fiskidagar á Føroyabanka í 2023.
Stk. 2. Treyt fyri at fáa fiskiloyvi er, at báturin er skrásettur at hava avreitt fyri 500.000 kr. ella meira í minsta lagi eitt av árunum 2020-2022 ella í tíðarskeiðinum 1. januar 2023 til 1. mai 2023. Avreiðingar av hummara og brislingi verða ikki taldar við.
Stk. 3. Bátar, sum lúka treytina í stk. 2, og sum ætla sær á Føroyabanka í 2023, skulu innan 8. juni 2023, kl. 16.00 søkja Vørn um fiskiloyvi.
Stk. 4. Fiskidagatalið verður latið bátunum sum felags fiskidagar við hámarki. Hámarkið fyri hvønn bátin verður sett við at býta dagatalið í stk. 1 við talið av bátum, sum ganga undir treytirnar í stk. 2, og hava søkt um fiskiloyvi sambært stk. 3.
Stk. 5. Eru líkindi fyri, at fiskidagarnir sambært stk. 1 ikki verða brúktir, kann landsstýrismaðurin við almennari fráboðan hækka ella taka burtur ásetta hámarkið í stk. 4.
Uppgerð av fiskidøgum
§ 6. Fiskidagar verða gjørdir upp sambært § 2, nr. 10 í løgtingslógini.
Avhending av fiskidøgum
§ 7. Fiskidagar, tillutaðir fiskifari sambært § 3, kunnu fyri fiskiárið 2023 avhendast øðrum fiskifari við fiskiloyvi sambært § 3 í lutfallinum 1:1.
Stk. 2. Fiskidagar, tillutaðir fiskifari sambært § 4, kunnu fyri fiskiárið 2023 avhendast øðrum fiskifari við fiskiloyvi sambært § 4 í lutfallinum 1:1.
Stk. 3. Vørn skal hava fráboðan um avhendingar av fiskidøgum. Fráboðanin skal gerast skrivliga og skal váttast av báðum pørtum. Áðrenn avhendir fiskidagar kunnu nýtast, skal Vørn við skrivligari fráboðan til báðar partar hava staðfest, at avhendingin kann fremjast, og hvussu nógvar fiskidagar móttakarin hevur ræðið á aftan á avhendingina.
Fiskiloyvi
§ 8. Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi ella hava fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini, og sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.
Stk. 2. Sambært løgtingslóg um trygd á sjónum krevst, at fiskifør, sum fara á Føroyabanka, hava galdandi siglingarloyvi, sum eisini fevnir um Føroyabanka.
Treyt um uppboðssølu
§ 9. Hóast ásetingina í kunngerð um uppboðssølu av botnfiski, veiddur í føroyskum ella íslendskum sjógvi, skal øll veiða sambært hesi kunngerð seljast um góðkenda uppboðssølu í Føroyum.
Aðrar ásetingar
§ 10. Fiskifar, ið fiskar á Føroyabanka sambært hesi kunngerð, hevur ikki loyvi at fiska aðrastaðni á sama túri.
§ 11. Loyvt er ikki at virka veiðu umborð. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur, avhøvdaður, skráskorin ella stertur skorin av, sama hvussu hann er goymdur.
§ 12. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
§ 13. Fiskifør kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
Stk. 2. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd.
Fráboðanir
§ 14. Fiskifar, ið fiskar sambært hesi kunngerð, skal boða Vørn frá umvegis fráboðanarskipanina á heimasíðuni www.vorn.fo, ella umvegis talgilda veiðidagbók, tá farið verður úr havn, og tá komið er aftur í havn.
§ 15. Bátar við fiskiloyvi sambært § 5 skulu hava fylgisveinaútgerð umborð, sum er góðkend av Vørn, og sum til einhvørja tíð kann upplýsa um knattstøðuna hjá bátinum. Farið verður fram eftir somu mannagongd og treytum, sum ásett í kunngerð um eftirlit við fiskiførum um fylgisvein.
Revsing
§ 16. Brot á §§ 10, 11, 14 og 15 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, ið ikki fylgir boðum sambært § 13 ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 12.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2024.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 1. juni 2023
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)