Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. august 2026Nr. 72
Kunngerð um broyting í kunngerð um undantak eftir eftirlønarlógini fyri persónar, sum arbeiða hjá útlendskum arbeiðsgevara og sum eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan
§ 1
Í kunngerð nr. 52 frá 19. apríl 2023 um undantak eftir eftirlønarlógini fyri persónar, sum arbeiða hjá útlendskum arbeiðsgevara og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 3, nr. 17 í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 133 frá 19. desember 2014, § 2 í løgtingslóg nr. 134 frá 19. desember 2014, løgtingslóg nr. 44 frá 6. mai 2015, løgtingslóg nr. 157 frá 24. desember 2015, løgtingslóg nr. 69 frá 30. apríl 2018, § 1 í løgtingslóg nr. 78 frá 7. juni 2020, løgtingslóg nr. 35 frá 26. mars 2021, § 38 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, § 5, stk. 3 í løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 og løgtingslóg nr. 23 frá 26. februar 2026, verður ásett:”
2. § 1, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Sum nøktandi eftirlønarinngjald verður roknað inngjald til lívrentu, lutaeftirløn ella líknandi eftirløn, har í minsta lagi 75% fer til leypandi útgjald. Inngjaldið uttanlands skal vera í minsta lagi 12% av útlendsku inntøkuni, ella skal saman við inngjaldi í Føroyum vera í minsta lagi 12% av samlaðu inntøkuni.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 20. august 2026
Aksel V. Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)