12. august 2026Nr. 71
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðiligan hjálpara
(Krav um, at næmingur skal standa allar yrkislærugreinar hvør sær, fyri at halda fram á næstu útbúgvingareind)
§ 1
Í kunngerð nr. 96 frá 2. juli 2019 um útbúgving til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðiligan hjálpara, sum broytt við kunngerð nr. 145 frá 25. august 2025, verður aftan á § 31 sett:
“§ 31 a. Næmingar, ið taka útbúgvingina til heilsurøktara sambært fleksleisti, byrja starvsvenjingina samstundis, sum teir taka ástøðiliga útbúgvingarpartin. Hesir næmingar skulu hava fingið í minsta lagi 02 í øllum yrkislærugreinunum hvør sær, og í teimum almennu lærugreinunum skal talmetið verða 02 í miðal, fyri at halda fram á næstu útbúgvingareind. Fleksleisturin er nágreinaður í námsskipan.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 12. august 2026
Bárður á Lakjuni (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)