Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. august 2026Nr. 70
Kunngerð um broyting í kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, doyggjandi ella persóni við seinheilaskaða, og tá foreldur missa barn
(Áseting av endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku í serligum førum o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 165 frá 19. desember 2023 um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, doyggjandi ella persóni við seinheilaskaða, og tá foreldur missa barn, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 7, stk. 1, 2. pkt. verður “kann í 2024 mesta lagi vera kr. 26.814 um mánaðin” broytt til: “kann í 2026 í mesta lagi vera kr. 31.000 um mánaðin”.
2. Í § 8 verður aftan á stk. 6 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 7. Inntøkugrundarlagið kann ásetast til 80% av hægst møguliga endurgjaldi sambært § 7, stk. 1, sbr. § 7, stk. 2, tá hesar treytir eru loknar:
1) Endurgjaldið fyri mista arbeiðsinntøku í 24 av síðstu 36 mánaðunum hevur verið lægri enn 80% av hægst møguliga endurgjaldi.
2) Endurgjaldið er lægri enn inntøkan, sum Almannaverkið metir, at persónurin undir vanligum umstøðum hevði havt.”
Stk. 7 verður eftir hetta stk. 8.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og bústaðamálaráðið, 4. august 2026
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)