Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. januar 2021Nr. 7
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2021, sum broytt við kunngerð nr. 112 frá 7. juli 2021
Við heimild í § 22, stk. 1, § 23, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 34, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2-4, 6, 9 og 10, stk. 3 og 4, § 38, stk. 3, § 39, stk. 2, § 50, stk. 4 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020 og løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2021.
Kapittul 2
Kvotur, fiskiloyvi o.a.
Føroysk kvota
§ 2. Føroyska kvotan av norðhavssild í 2021 er 143.553 tons.
§ 3. 1) Av kvotuni sambært § 2 verða 127.053 tons sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska og til at nýta til vinnuligar royndir og verkætlanir og vinnuligar fiskiroyndir.
Stk. 2. 1) Føroyska heildarkvotan av norðhavssild í 2021 er 110.951 tons.
Býti av føroysku kvotuni
§ 4. 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 82.013 tons latin teimum, sum í 2020 høvdu rættindi at fiska av egnari árskvotu av norðhavssild, undantikið kvota keypt á uppboði og umlagdar menningarkvotur. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Stk. 2. Eigari av ávísum fiskifari kann flyta kvotu í 2021 til 2022, tó í mesta lagi eina nøgd, ið er 10% av egnu árskvotuni í 2021. Á sama hátt kann rættindahavari, sambært stk. 1, fiska upp um egnu árskvotuna í 2021, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2021, sbr. § 34, stk. 4, 1. pkt., 3. lið, í løgtingslógini. Ov nógv fiskað í 2021 verður mótroknað av egnari árskvotu í 2022, sbr. § 34, stk. 4, 2. pkt.
Stk. 3. 1) Kvota sambært stk. 1 kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 5. 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 5.984 tons latin øðrum enn teimum í § 4 nevndu og sum í 2009, við fiskifari undir føroyskum flaggi, høvdu rætt til at fiska uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi, ella fiskifari, sum hesin rættur seinni er fluttur á, og var í gildi 31. desember 2017. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu. Tey 5.984 tonsini verða býtt í 7 partar, har partarnir hjá hvørjum rættindahavara verða settir eftir talinum av veiðiloyvum, ið vóru løgd saman á fiskifarið hjá viðkomandi rættindahavara 31. desember 2017.
Stk. 2. Fiskiskapur av kvotu sambært stk. 1 kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 6. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 3.700 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir sambært § 13.
Stk. 2. 1) Kvota sambært stk. 1 verður latin sum felags árskvota og kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 7. 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 6.522 tons sett av til 3 ella 8 ára rættindi keypt á uppboðssølu eftir ásetingunum í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, íroknað tær nøgdir, sum eru lagdar um til egnar árskvotur sambært § 9 í løgtingslógini. Fiskiskapurin eftir hesi kvotu kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 8. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 12.202 tons sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir samsvarandi § 14 í løgtingslógini. Menningarkvotur, latnar sambært § 60 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, og sum hava gildi 1. januar 2021, verða roknaðar av hesi nøgdini. Somuleiðis verða nøgdir, sum eru lagdar um til egnar árskvotur, sambært § 10, stk. 3 í løgtingslógini roknaðar av hesi nøgdini, sbr. § 10, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini. Tey 12.202 tonsini kunnu fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi ella í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 2. 1) Umframt nøgdina í stk. 1 er avlopsnøgd av tí, ið skuldi setast av til vinnuligar royndir og verkætlanir í 2020, sambært § 14, stk. 1 í løgtingslógini, flutt til at verða brúkt í 2021, sbr. § 14 a, stk. 2 í løgtingslógini. Avlopsnøgdin sambært hesum stykki kann bert gagnnýtast í 2021 og fellur hareftir burtur, sbr. § 14 a, stk. 3 í løgtingslógini. Avlopsnøgdin kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 9. 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 16.433 tons sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir samsvarandi § 15, stk. 1 nr. 3 og stk. 2 í løgtingslógini. Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi ella í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 2. 1) Umframt nøgdina í stk. 1 er avlopsnøgd av tí, ið skuldi setast av til vinnuligar royndir og verkætlanir í 2020, sambært § 15, stk. 1, nr. 3 í løgtingslógini, flutt til at verða brúkt í 2021, sbr. § 15 b, stk. 2 í løgtingslógini. Avlopsnøgdin sambært hesum stykki kann bert gagnnýtast í 2021 og fellur hareftir burtur, sbr. § 15 b, stk. 3 í løgtingslógini. Avlopsnøgdin kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 10. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 200 tons sett av til at nýta sum hjáveiða í fiskiskapi hjá føroyskum skipum eftir uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi.
§ 11. Er kvota, sambært § 6, ikki latin, ella líkindi eru fyri, at kvotan, sambært § 9, ikki verður fiskað, kann landsstýrismaðurin loyva øðrum við loyvi sambært §§ 4 og 5 at fiska av hesum kvotum. Kvoturnar verða latnar í sama lutfalli og skipan og á somu leiðum sum í §§ 4 og 5.
Fiskiloyvi
§ 12. Fiskiskapur eftir norðhavssild, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.
Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í íslendskum sjógvi ella í NEAFC-skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Ísland hevur givið loyvi at fiska í teirra sjóøki, ella eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum.
Vinnuligar fiskiroyndir
§ 13. Fiskimálaráðið kann eftir umsókn lata persóni, felag ella eigara av fiskifari rætt at troyta ávís veiðirættindi í upp til eitt ár í senn. Umsóknin skal vera knýtt at ávísum fiskifari undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi sambært § 6.
Stk. 2. Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi 3. juni 2021, kl. 12.00. Umsóknin skal lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan fyri royndunum, umframt upplýsingar um, hvat fyri fiskifar ætlanin er at brúka, reiðskap, útgerð og leiðir.
Stk. 3. Fiskimálaráðið sendir umsóknir, ið lúka formligu krøvini í stk. 2, til Havstovuna ella onnur serkøn innan økið, sum lata Fiskimálaráðnum ummæli.
Stk. 4. Í viðgerðini og ummælum av umsóknum skal dentur serliga leggjast á menningarvirði og nýskapanarvirði í royndunum.
Fiskileiðir
§ 14. Í føroyskum sjógvi kann kvota sambært hesi kunngerð bert fiskast uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum, ið eru ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterritoriet ved Færøerne, og norðan fyri 62˚30’N.
Fiskiskapur í íslendskum sjógvi
§ 15. Tá fiskað verður í íslendskum sjógvi, skal skiparin, sambært § 23, stk. 3 í løgtingslógini, halda seg til tær reglur, sum galda fyri fiskiskap eftir norðhavssild fyri skip undir føroyskum flaggi í íslendskum sjógvi.
Partroling
§ 16. Partroling kann bert fara fram við fiskiførum, har støddarmunurin á fiskiførunum í mesta lagi er 10% í bruttotonsatali, BT, sum skrásett í málibrævi skipsins.
Stk. 2. Áðrenn fiskifar fer at partrola, skal fráboðan sendast Vørn á vakt@vorn.fo um, hvørjum trolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Vørn á vakt@vorn.fo, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar.
Stk. 3. Fiskifør, sum hava veiðu umborð, sum ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, kunnu ikki partrola við øðrum skipi.
Landing og innviging
§ 17. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum og kunngerð um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella meirvirka í Føroyum skal allur fiskur og øll fiskavøra vigast, tá veiða sambært hesi kunngerð fer um eina innvigingarskipan, undantikið, tá veiðan verður goymd í kørum ella kassum umborð og undantikið, tá veiðan verður fryst og pakkað umborð.
Kapittul 3
Hjáveiða, hámark fyri íblanding av ungfiski og undirmálsfiskur
Hjáveiða og hámark fyri íblanding av ungfiski
§ 18. Hjá fiskiførum, ið hava loyvi at fiska uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er hjáveiða av hesum uppsjóvarfiskasløgum loyvd í beinleiðis fiskiskapi eftir norðhavssild. Hjáveiðan verður roknað av eginkvotuni hjá viðkomandi fiskifari ella av felagskvotuni hjá viðkomandi fiskiførum.
Stk. 2. Hjá fiskiførum, sambært stk. 1, har kvotan av uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki eru fevnd av stk. 1, kann hjáveiða av uppsjóvarfiski, sum er undir kvotuskipan, í mesta lagi vera 10% av samlaðu vektini fyri hvørja avreiðing, lating, uppskiping ella umskiping.
§ 19. Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur í føroyskum sjógvi skal ikki vera meir enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin, hálið ella kastið.
Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur er meir enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.
Hámark fyri íblanding av ungfiski
§ 20. Í beinleiðis veiðu eftir norðhavssild skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ella kasti ikki vera meiri enn 10% í tali. Norðhavssild, ið er minni enn 25 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 2. Er íblandingin av ungfiski, sambært stk. 1, størri enn ásetta hámarkið, skal skiparin alt fyri eitt boða Vørn frá. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski, tá ið Vørn biður um tað.
Undirmálsfiskur
§ 21. Veiðan av undirmálssild skal ikki vera meiri enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.
Stk. 2. Sild, ið er undir 22 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hon er strekt, er undirmálssild.
Kapittul 4
Reiðskapur
Meskar í uppsjóvartroli
§ 22. Tá norðhavssild verður fiskað við uppsjóvartroli í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum, skulu meskarnir ikki fara niður um 35 mm.
Stk. 2. Ásetingarnar um trolposan í § 8, stk. 1-3 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, eru ikki galdandi í beinleiðis fiskiskapi eftir norðhavssild.
Gørn
§ 23. Beinleiðis veiða eftir norðhavssild við gørnum í føroyskum sjógvi er ikki loyvd.
Kapittul 5
Ymiskar ásetingar
Umrokningarfaktorar
§ 24. Við umrokning av sild og sildaúrdrátti til runda vekt í sambandi við uppgerð av veiðu skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast:
1) Kruvd, við høvdi 1,00.
2) Kruvd, avhøvdað 1,00.
3) Flak við skræðu og beinum 2,00.
4) Flak, skrædlað, við beinum 2,00.
5) Flak, skrædlað, uttan bein 2,00.
6) Fiskamjøl 5,11.
Ymiskar ásetingar um útgerð umborð
§ 25. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.
§ 26. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til einhvørja tíð hava avrit av hesum tekningum umborð.
§ 27. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing.
Umskiping, virking o.a.
§ 28. Fiskifør, og onnur før, undir føroyskum flaggi, kunnu eftir umsókn fáa loyvi frá Vørn til at umskipa, lata og taka ímóti veiðu, sum er fiskað sambært hesi kunngerð. Sama er galdandi fyri før undir fremmandum flaggi á føroysku landleiðunum, sum eru limir í NEAFC ella hava støðu sum samstarvandi land í NEAFC.
Stk. 2. Í 2021 er loyvt at virka veiðu sambært hesi kunngerð umborð eftir treytum, sum Vørn ásetir. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur.
Stk. 3. Í loyvið, sambært stk. 1, verða settar treytir um innvigingarskipan, fráboðanir í sambandi við landing til móttøkuskip ella flutningsskip og umskiping, eygleiðara o.a.
Stk. 4. Umskiping frá skipum, sum taka ímóti og frysta norðhavssild á føroysku landleiðunum, kann bert fara fram við bryggju í føroyskari havn og við loyvi frá Vørn. Vørn kann í serligum førum geva undantak frá hesum kravi treytað av, at eftirlitið í sambandi við umskiping verður mett nøktandi.
Stk. 5. Vørn kann áleggja skipum, sum taka ímóti og frysta norðhavssild á føroysku landleiðunum, at koma í føroyska havn til eftirlit, áðrenn tey fara úr føroyskum sjógvi.
Stk. 6. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum taka ímóti veiðu frá øðrum á føroysku landleiðunum og flyta veiðuna til innvigingarstað í Føroyum, undantak frá kravinum um at hava góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.
Eygleiðari
§ 29. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð, og førum, sum umskipa, taka ímóti frá øðrum fari ella lata øðrum fari veiðu ella úrdrátt úr veiðu. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Sýni
§ 30. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 31. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd.
Fráboðanir
§ 32. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í íslendskan sjógv ella NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv ella NEAFC-skipanarøkið.
2) Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 føroyska tíð, skal skipið boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr íslendskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum.
Kapittul 6
Revsireglur og gildistíð
Revsing o.a.
§ 33. Brot á § 12, stk. 2, §§ 14, 16 og 17, § 18, stk. 2, § 19, § 20, stk. 2, § 21, stk. 1, § 22, stk. 1, §§ 23-25, § 26, 2. pkt., § 27, § 28, stk. 4, 1. pkt., § 29 og § 32 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður við sekt, sum ikki fylgir treytum ásettar sambært § 28, stk. 2, 1. pkt. og stk. 3, sum letur ella tekur ímóti veiðu uttan loyvi sambært § 28, stk. 1, ella sum ikki fylgir boðum sambært § 26, 1. pkt. og §§ 30 og 31.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 34. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2022.
Fiskimálaráðið, 15. januar 2021
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fiskifør, sum hava góðkent forrit umborð, kunnu senda fráboðanir um markamótið.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv ella NEAFC-skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Tá fiskað verður, skal fráboðan sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |