Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. juli 2026Nr. 68
Kunngerð um at halda frítíð við arbeiðsloysisstuðli
Við heimild í § 14, stk. 2 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009 og løgtingslóg nr. 42 frá 25. mars 2025, og í samráð við stýrið fyri ALS, verður ásett:
§ 1. Meðan fólk eru í arbeiðsloysisskipanini og fáa arbeiðsloysisstuðul, vinna tey sær rætt til tíð, tey kunnu halda frí við arbeiðsloysisstuðli.
§ 2. Rætturin at halda frí við arbeiðsloysisstuðli er ein rættur, sum verður gjørdur upp í tímum, og sum ikki kann roknast um til peningaliga upphædd, sum persónur kann fáa rætt til at fáa útgoldna.
§ 3. Mesta tíðin, persónur kann halda frí við arbeiðsloysisstuðli, er dagatal, svarandi til teir dagar, persónur hevur rætt til frítíð eftir løgtingslóg um frítíð við løn, tó ikki leygardagar.
Stk. 2. Dagatalið er 25 dagar á 8 tímar samanlagt 200 tímar. Tá eru leygardagar ikki íroknaðir.
§ 4. Persónur vinnur rætt til at halda frí við arbeiðsloysisstuðli í miðal 2,08 dagar fyri hvønn mánað, viðkomandi er í Arbeiðsloysisskipanini sum fulltíðararbeiðsleysur.
Stk. 2. Fulltíðararbeiðsleysur er tann, ið fær útgoldið arbeiðsloysisstuðul allar útgjaldstímar í mánaðinum.
§ 5. Samlaða dagatalið sambært § 3 verður umroknað til tímar og minuttir, soleiðis at persónur vinnur sær rætt til at halda frí við arbeiðsloysisstuðli í 5,928853754940711 minuttir fyri hvønn tíma, viðkomandi fær útgoldið arbeiðsloysisstuðul.
§ 6. Samlaða tíðin, persónur hevur vunnið sær rætt til at halda frí við arbeiðsloysisstuðli í innvinningarárinum, sum er frá 1. apríl til 31. mars, kann brúkast í komandi frítíðarári, sum er frá 2. mai til 1. mai.
§ 7. Fyri at brúka frídagarnar, sum eru vunnir í undanfarna innvinningarári, má persónurin vera í Arbeiðsloysisskipanini, tá dagarnir verða brúktir.
§ 8. Tá persónur fer úr Arbeiðsloysisskipanini og eigur rætt at halda frí við arbeiðsloysisstuðli til góðar, verður frítíðarsaldan læst, og hon verður tøk at brúka fylgjandi frítíðarár, um viðkomandi kemur aftur í Arbeiðsloysisskipanina.
§ 9. Persónur, ið ætlar at halda frí við arbeiðsloysisstuðli, skal í seinasta lagi dagin fyri, ætlanin er at halda frí, skrivliga søkja um og upplýsa Arbeiðsloysisskipanini, nær hann ætlar at halda frí við arbeiðsloysisstuðli.
Stk. 2. Somu treytir sum í stk. 1 eru galdandi fyri persón, sum ætlar at halda frí uttan arbeiðsloysisstuðul.
§ 10. Persónur, sum er í Arbeiðsloysisskipanini, kann ikki halda frí, meðan viðkomandi er partur av arbeiðstilboði ella arbeiðsmarknaðarátaki.
Gildiskoma og virknaður
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. apríl 2025.
Stk. 2. Frítíð við arbeiðsloysisstuðli, sum longu er hildin í inniverandi frítíðarári, verður drigin burturav samlaðu frítíðini, sum tann arbeiðsleysi hevur vunnið sær rætt til sambært hesi kunngerð.
Almanna- og bústaðamálaráðið, 21. juli 2026
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)