Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. apríl 2025Nr. 60
Kunngerð um at seta í gildi ásetingar fyri akfarsbókina í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov um Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
Við heimild í § 5, stk. 1 og 2, í løgtingslóg nr. 128 frá 13. desember 2024 um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald verður ásett:
§ 1. §§ 1-4 og 6 í løgtingslógini koma í gildi 20. mai 2025, sí tó stk. 2.
Stk. 2. § 24 a, stk. 3 og 4, sum ásett í § 1, nr. 13, § 42 e, stk. 3, sum ásett í § 1, nr. 35, § 49 b, stk. 5, 49 c, stk. 5, § 49 d, § 49 e, sum ásett í § 1, nr. 37 og § 50 f, stk. 2, sum ásett í § 1, nr. 46, í løgtingslógini koma í gildi 29. apríl 2025.
Stk. 3. Gildiskomurnar fyri stk. 1 og 2 eru galdandi fyri akfarsbókina hjá Umhvørvisstovuni.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvismálaráðið, 22. apríl 2025
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Pól E. Egholm (sign.)