Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mai 1986Nr. 60
Kunngerð um ræning av lomvigaeggum
Við heimild í løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 16. apríl 1986, § 18, stk. 2, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Føroya Náttúrugripasavn kann veita loyvi til at ræna lomvigaegg í fuglabjørgunum á Sandoynni, Skúvoynni, Stóru Dímun og Suðuroynni til og við 8. juni á hvørjum ári.
§ 2. Treytirnar, fyri at loyvi kann veitast eftir § 1, eru:
1) at umsókn verður send náttúrugripasavninum innan 20. mai, á hvørjum ári, í 1986 tó 1. juni,
2) at upplýst verður, hvørji fara til ræningar, nær og hvar,
3) at náttúrugripasavnið metir, at ræningin ikki skaðar stovnin munandi,
4) at ræningin ikki forðar vísundaligum kanningum, og
5) at fráboðað verður náttúrugripasavninum, tá ræningin er at enda og talið av rændum eggum.
§ 3. Avgerðin hjá náttúrugripasavninum kann kærast til landsstýrið innan eina viku eftir, at hon er umsøkjaranum kunnug.
§ 4. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.