Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juni 2026Nr. 59
Kunngerð um alment vandamiklar sjúkur - broyting í lista A í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme
Við heimild í § 2, stk. 2 í anordning nr. 655 af 14. juni 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme, sum broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 29. mars 2023 og løgtingslóg nr. 59 frá 29. mai 2024, og eftir tilmæli frá Heilsustýrinum, verður ásett:
§ 1. Bilag 1, ið er listi A um alment vandamiklar sjúkur, í anordning 655 af 14. juni 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om foranstaltninger mod smitsomme sygdomme og andre overførbare sygdomme, verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og samstundis fer úr gildi bekendtgørelse nr. 301 af 24. juni 1985 om liste A til lov om foranstaltninger mod smitsomme sygdomme.
Heilsu- og orkumálaráðið, 2. juni 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Skjal 1
“Skjal 1
Listi A
Alment vandamiklar sjúkur, sambært § 2, stk. 1
|
”