Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. apríl 1998Nr. 46
Kunngerð um grind, sum broytt við kunngerð nr. 72 frá 6. juni 2011
1) Við heimild í § 3 og § 6, stk. 3 í løgtingslóg nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu, við seinni broytingum, og § 17, § 19, stk. 2 og § 19, stk. 4 í løgtingslóg nr. 9 frá 14. mars 1985 um vernd av dýrum, við seinni broytingum, verður ásett:
I. Um eftirlit við grind.
§ 1. Føroya Landsstýri er hægsti myndugleiki í øllum málum viðvíkjandi grind.
Stk. 2. Landsstýrið kann við kunngerð áseta bráðfeingis bann fyri grindadrápi í ávísum grindaumdømum.
Stk. 3. Bannið eftir stk. 2 verður ikki ásett, uttan at onnur grindaumdømi hava fingið høvi at seta fram ynski um at skifta grind úr avvarðandi grindaumdømi, samanber § 18, nr. 9.
Stk. 4. 1) Ikki er loyvt at seta upp skipanir, tað verið seg á landi, í havinum ella lofti, sum kunnu broyta atferð hjá hvali, uttan Føroya landsstýri frammanundan gevur loyvi til tað.
§ 2. Sýslumaðurin stílar fyri grindadrápi og hevur eftirlit við, at rakstur og dráp fara fram eftir reglunum, og skal hann saman við grindaformonnunum ansa eftir, at ein og hvør ger skyldu sína.
Stk. 2. Á hvørjum ári ger sýslumaðurin grindalistar, sum eru yvirlit yvir fólkatal í grindaumdøminum, og hvussu tað er býtt millum bátar ella aðra samskipan. Sýslumaðurin kann í samráð við hvørja einstaka kommunu avgera, hvussu grindalistin skal skipast, herundir um fólkayvirlitið í kommununi skal nýtast ella onnur skipan gerast. Grindalistin skal liggja alment frammi.
Stk. 3. Ein samskipan, annaðhvørt tað er til bát ella á annan hátt, kann ikki hava færri partar enn 50, um so er, at avvarðandi bygd er so stór.
§ 3. Bátseigarin ella maður í hansara stað er formaður á báti, og skulu sýslumaðurin/grindaformenninir til eina og hvørja tíð kunna krevja upplýsingar um, hvør er formaður.
Stk. 2. Bátsformaðurin hevur ábyrgd av, at allir bátsmenninir gera sína skyldu.
Stk. 3. Bátur, sum fer í grind, skal vera merktur við havnakenningartekini.
§ 4. Til hvørja hvalvág verða 4 mans uppnevndir til grindaformenn og 2 tiltaksmenn umframt.
Stk. 2. Hesir menn stíla fyri grindini, um sýslumaðurin ikki er til staðar, og skulu teir gjølliga útinna alt, sum er álagt sýslumanninum/teimum í kunngerðini.
Stk. 3. Sýslumaðurin uppnevnir grindaformenninar eftir ummæli frá bygdaráðnum (býráðnum) fyri 5 ár. Um semja er millum grindamenn á staðnum, er loyvt at halda fram at velja grindaformenn, sum vanligt hevur verið, og sýslumaðurin uppnevnir síðan hesar. Sýslumaðurin hevur harumframt heimild til at boðsenda ella bráðfeingis seta aðrar grindaformenn, um hann heldur tað vera neyðugt. Sýslumaðurin kann eisini avgera, at uppnevndir grindaformenn skulu vera grindaformenn fyri fyribilsgóðkenda hvalvág.
Stk. 4. Eingin undir 60 ár kann sýta fyri at verða grindaformaður.
II. Um grindaboð og reiðskap, sum hvør grindabátur skal hava.
§ 5. 1) Tá bátur sær grind, skal hann beinanvegin, sum vanligt er, hava upp á mastur og boða frá til sýslumannin, sum letur boðini víðari, samstundis sum hann ger vart við møguligt forboð fyri at drepa grind sambært § 1, stk. 2.
Stk. 2. Verður grind sædd av landi, verður farið fram á sama hátt.
§ 6. Formaðurin á hvørjum báti, ið fer í grind, hevur skyldu at ansa eftir, at vanligur grindareiðskapur er umborð.
Stk. 2. Vanligur grindareiðskapur er fastakast, leysakast, sóknarongul/blásturkrókur við línu (sissal og/ella manilla), brýni og grindaknívur.
Stk. 3. Forboð er fyri at nýta annan reiðskap enn tann, sum er nevndur í stk. 2. Tó kunna, eftir serligum loyvi frá landsstýrinum í hvørjum einstøkum føri, royndir gerast við reiðskapi, hvørs endamál er at bøta um drápsháttin. Hetta skal fyriskipast av landsstýrinum.
§ 7. Sýslumaðurin og grindaformenninir skulu, tá ið teir fara í grind, hava Merkið ella serligt av landsstýrinum góðkent eyðkennismerki uppi á eini stuttari stong, sum skal standa aftast í bátinum. Rópari kann vera á formansbátinum.
Stk. 2. 1) Allir persónar, sum hava myndugleika sambært hesi kunngerð, skulu hava týðuligt eyðkennismerki ella búna, sum sýslumaðurin skal góðkenna.
III. Um grindarakstur og -dráp.
§ 8. 1) Avger sýslumaðurin, sbrt. stk. 2, at grindin skal rekast, tekur sýslumaðurin, eftir samráð við grindaformenninar úr teimum ymsu hvalvágunum og finningarbátin, avgerð um, hvønn veg grindin skal rekast. Grindin skal rekast á góðkenda hvalvág sbrt. § 9. Grindaformenn hava skyldu at fylgja teimum boðum, sum sýslumenninir geva eftir hesi grein. Høgligasta hvalvágin skal veljast eftir stødd á grind, líkindum og streymviðurskiftum. Ikki er loyvt at reka grind uttan undir fyriskipan av sýslumonnum og/ella grindaformonnum.
Stk. 2. 1) Í avgerðini um grindin skal verða rikin, sbrt. stk. 1, 1. pkt. í hesi grein, skal sýslumaðurin taka atlit at, hvørt nyttan av at halda grindini til stendur mát við ómakin av rakstri og drápi, um grindin kann verða avlívað skjótt, og umstøðurnar annars tala fyri, um grindin skal rekast, og um so er hvønn veg. Eisini kann sýslumaðurin steðga einum grindarakstri ella -drápi, um hann metir, at umstøðurnar tala fyri tí.
Stk. 3. 1) Tá boðað er frá grind, kann sýslumaðurin gera av, at eitt øki, tað verið seg land, hav ella loftrúm, er grindarakstrarøki. Í hesum sambandi kann sýslumaðurin geva boð um, hvør kann vera á økinum og geva boð um skip, flogfør ella fólk beinanvegin skulu fara úr økinum, uttan mun til um hesi eru við í grindarakstrinum ella ikki. Sýslumaðurin kann harumframt til eina og hvørja tíð avbyrgja eitt øki sum grindaøki, tað verið seg land, hav ella loftrúm, og geva einum og hvørjum boð um ikki at fara inn á avbyrgda økið. Heldur ikki er loyvt at forða fyri rakstri ella drápi, ið sýslumaðurin hevur tikið avgerð um, sbrt. stk. 1 og 2 í hesi grein.
Stk. 4. 1) Einhvør, sum hevur skyldu at hava eftirlit við grind, skal beinanvegin, hann er komin til grindina, ansa eftir, at reglurnar um grindarakstur verða hildnar.
Stk. 5. 1) Luttakararnir hava skyldu at fylgja teimum boðum og forboðum, sum sýslumaðurin tekur avgerð um í hesum sambandi.
§ 9. Landsstýrið lýsir í serligari kunngerð navnið á góðkendum hvalvágum.
§ 10. Tá ið grindin er komin inn á góðkenda hvalvág, skulu sýslumaðurin og/ella grindaformenn, sum hoyra hvalvánni til, stíla fyri, nær og hvar hon skal verða hildin til, og hvussu fram skal verða farið við drápinum.
Stk. 2. Sýslumaðurin og/ella grindaformenninir skulu skipa fyri, at nóg nógv fólk er á landi til at taka sær av drápinum. Eisini skulu teir skipa fyri, at økið kring hvalvánna verður frítt fyri óviðkomandi fólki, so at grindamenn fáa arbeitt ótarnaðir.
Stk. 3. Tað eigur so mest møguligt at verða strembað eftir, at teir smæstu bátarnir liggja fremst, teir størru bátarnir og skipini skulu liggja uttast og forða og annars – eins og allir aðrir bátar og fólk á landi – útinna tað, ið sýslumaður og/ella grindaformenn geva boð um.
Stk. 4. Tá grindin er komin á land ella so nær landi, at hvalirnir liggja fastir, gevur sýslumaðurin og/ella grindaformaðurin boð um, at nú kann verða skorið á háls. Hvalur, sum ikki er komin at landi, kann verða høgdur frá landi og drigin upp. Ikki kann verða høgt ella skorið á háls frá báti uttan so, at sýslumaðurin og/ella grindaformaðurin hevur givið serligt loyvi til hetta.
Stk. 5. Tá ið skorið verður á háls, skal verða skorið djúpt niður við báðum vangunum og stungið í mønuna. Síðan skal skerast á hálsæðrarnar.
§ 11. Um grind, sum verður hildin til, er størri enn pláss er fyri á hvalvánni, kann sýslumaðurin steðga drápinum. Skipað verður so fyri, at tað, ið eftir er av grindini, verður rikið útaftur.
Stk. 2. Um so er, at fleiri miseydnaðar royndir eru gjørdar at halda grindini til inni á tí hvalvág, hon er rikin, og grindin hvørki fæst at gera landgongd ella kann verða høgd, skal sýslumaðurin saman við grindaformonnunum geva boð um at reka grindina útaftur. Tað sama er galdandi fyri bólkar, sum ganga eftir.
Stk. 3. Allir bátar og fólk á landi hava skyldu at útinna tað, ið sýslumaður og/ella grindaformenn geva boð um.
IV. Um vaktarhald, uppfisking og meting.
§ 12. So skjótt grind er deyð, setir sýslumaðurin og/ella grindaformaður beinanvegin vakt á sjógvi og landi og gevur vaktarmonnunum tørvandi leiðbeining, herundir at varðveita hvalirnar heilar, undantikið oping eftir § 15, merking eftir § 17 og møguliga upplæring í drápsháttinum.
§ 13. Eftir fyriskipan av sýslumanni/grindaformanni skulu hvalirnir verða sleipaðir til annað stað (t.d. bryggju o.t.), heysaðir upp og lagdir har.
Stk. 2. Har hetta ikki er gjørligt, skulu hvalirnir verða drignir niðanfrá og lagdir lið um lið, har sum tað ber til, soleiðis at kúlurnar eru flóðfríar á hægstu flóð.
Stk. 3. Arbeiðinum sambært stk. 1 og 2 hava allir grindamenn og grindabátar skyldu at taka lut í, beint sum grindin er deyð.
Stk. 4. Tá alt neyðugt arbeiði er gjørt, senda grindaformenninir bátar og fólk til lands, og nú verður teknað upp, hvørjir hava tikið lut í rakstri og drápi. Henda upptekning skal verða í seinasta lagi 1 tíma eftir, at neyðuga arbeiðið er liðugt.
Stk. 5. Eingin kann fiska upp uttan loyvi frá sýslumanni ella grindaformonnum. Allir aðrir bátar skulu halda seg burtur.
§ 14. Er ósemja um, hvør ið sambært §§ 12 og 13 er rakstrarmaður, tekur sýslumaðurin avgerð eftir samráð við grindaformenninar.
Stk. 2. Ongin kann bera seg undan at fylgja boðum frá sýslumanninum og/ella grindaformonnum.
§ 15. Vaktarmenninir opa allar hvalirnar, so teir ikki spillast, og teir ansa eftir, at eingin óviðkomandi kemur at hvalunum.
Stk. 2. Eingin kann bera seg undan at fylgja boðum frá vaktarmonnum.
§ 16. Sýslumaðurin tekur so tvey ella um neyðugt fleiri kend, óheft skilafólk at meta grindina, sum gamalt er, eftir góðkendum máli soleiðis, at hvalur, sum er 3,14 m = 5 alin til longdar úr eyga í got, er mettur til gyllin, og hinir mettir hareftir og eisini eftir góðsku.
Stk. 2. Springari og hvessingur verður mettur hvørt drápið sær. Sýslumaðurin ger av, hvussu metast skal.
§ 17. Metingin skal fara fram sum skjótast eftir avtalu millum sýslumann og metingarmenn.
Stk. 2. Metingarmenninir skera í rómartølum skinnatalið og í vanligum tølum numrini á hvalunum, sum so, saman við kyninum á hvalunum og longdini í cm frá fremst á kúluni til gripið á sveivini, verða førd á blað.
V. Um grindaskifti og útlegging.
§ 18. Tá grindin er merkt, skiftir sýslumaðurin og leggur út soleiðis:
1) Finningarfiskur.
2) Vaktarhald.
3) Metingarmenn.
4) Sýslumaðurin.
5) Grindaformenn.
6) Skaðasýnismenn.
7) Skiftishjálp.
8) Drápspartur.
9) Heimapartur/partahvalur.
10) Annað og avlopsgrind.
11) Tá ið grind ikki verður skift í heimapartar.
Stk. 2. Um sýslumaður, grindaformenn og grindamenn eru samdir um hetta, kann skifti halda fram, so sum siður hevur verið á staðnum, somuleiðis skaðaendurgjald og rudding. Landsstýrið skal hava boð, um so verður gjørt.
1) Finningarfiskur: Bátur, sum finnur grind og fylgir henni til grindaboð eru givin og til aðrir bátar koma til grindina, fær finningarfiskin. Tá ið grind verður fyrst sædd frá landi ella frá báti, sum ikki verður verandi hjá grindini, til aðrir bátar koma, men boðað verður frá henni, fer finningarfiskurin í helvt til teirra, sum boðað hava frá henni, og til bátin, sum er fyrstur til grindina. Á sama hátt verður farið fram, tá boð verða givin úr bygd í aðra, og bátur úr seinni bygdini er fyrstur til grindina. Teir, sum eiga finningarfiskin, velja sjálvir burturúr størsta hvalin ella smærri hvalir við samlaðum skinnatali sum størsti hvalurin. Síggja fleiri grind í senn, verður finningarfiskurin býttur teirra millum.
2) Vaktarhald: Um dagin 1⁄2 skinn til hvønn bátin, sum nýttur verður, og 1⁄2 skinn til hvønn mannin, og um náttina 1 skinn til hvønn.
3) Metingarmenninir fáa 2 skinn av hvørjum hundrað hvalum og annars eftir meting sýslumansins.
4) Sýslumaðurin fær 2% av samlaða skinnatalinum.
5) Grindaformenninir fáa hvør 1% av tí samlaða skinnatalinum.
6) Skaðasýnismenninir fáa minst 1 skinn í part sum samsýning og annars eftir meting sýslumansins.
7) Skiftishjálp v.m. Sýslumaðurin letur samsýning eftir arbeiði og ábyrgd.
8) Drápspartur: Hvør tann, ið veruliga hevur verið við í rakstri og/ella drápi – á báti ella landi – hevur rætt til drápspart. Drápsparturin er tann samsýning, ið omanfyri nevndu fáa fyri arbeiði sítt. Hetta arbeiði fevnir um:
a) rakstur/dráp frá báti/landi,
b) uppfisking og sleip v.m. beint aftaná drápið til grindaformenninir siga til,
c) uppdraging av hvalunum.
Ein drápspartur verður latin hvørjum manni á báti, tó í mesta lagi sum tilskilað niðanfyri:
Til áttamannafør og størri før í mesta lagi 8 drápspartar
seksmannafør í mesta lagi 6 drápspartar
fýramannafør í mesta lagi 5 drápspartar
minni bátar enn nevndu í mesta lagi 3 drápspartar.
Uttanumdømisbátar, -manningar og -fólk hava rætt til drápspartar, um tey hava verið við í rakstri og/ella drápi v.m. Fyri at fáa drápspart skal ein hava fylt 14 ár. Ein grindamaður kann bert rokna sær ein part, sjálvt um hann hevur rikið við einum báti og dripið í einum øðrum ella frá landi. Eftir samráðing við grindaformenninar kann sýslumaðurin, tá raksturin hevur verið serliga trupul og vart leingi, lata ein eykapart til rakstrarbátarnar. Í teimum førum, har grind hevur verið goymd, kunnu bátar, sum ikki vóru við í rakstrinum, men bert í drápinum, fáa drápspart, um sýslumaðurin ella ein grindaformaður hevur biðið teir. Sýslumaðurin ásetur støddina á drápspartinum.
9) Heimapartur/partahvalur: Hesir hvalir verða lagdir út til kommunurnar ella aðrar samskipanir, ið sjálvar stíla fyri býtisskipanini í bygdunum. Heimapartarnir verða skiftir sambært grindalistanum. Eru trupulleikar at skifta eina grind í einum grindaumdømi, hevur sýslumaðurin heimild til at skifta grindina til ávísa(r) kommunu(r), herundir eisini kommunu(r) uttanfyri grindaumdømið.
10) Annað og avlopsgrind: Neyðugt er at leggja upp fyri sjúkar og spiltar hvalir. Verður ikki alt lagt út, skal sýslumaðurin selja avlopið á besta hátt.
11) Tá ið grind ikki verður skift í heimapartar: Um heimapartarnir, eftir at lagt er út sambært nr. 2-8 í hesi grein, ikki vera minst 1 skinn uppá bátin (50 fólk), verður tað, ið eftir er, skift til grindamenninar.
Stk. 3. Sýslumaðurin skipar fyri skifti av springara og hvessingi hvørt drápið sær.
§ 19. Útreiðslur av lutisskaða og av rudding og burturbeining av grindarovum v.m. á sandinum ella í fjøruni, har ið grindin legði beinini, og á tí bryggju ella lendi, har ið hon varð løgd til skift og uppskorið var, verða goldnar lutfalsliga eftir skinnatalinum hagar grindin verður skift, dráps- og bátspartar íroknaðir. Verður grind seld samb. § 18, nr. 10 ella § 23, stk. 2, skal inntøkan nýtast at gjalda grindaskaða, rudding og burturbeining við. Eisini kann peningur verða nýttur til tiltøk grindadrápi at frama. Verður avlop av søluni, skal upphæddin setast í grunn til sama endamál í seinni grind í umdøminum. Burturbeining annars av grindarovum í teim einstøku kommununum verður gjørd av viðkomandi kommunu uttan útreiðslu fyri grindina.
Stk. 2. Allar kommunurnar í grindaumdøminum tekna í felag samløgu vanlukkutrygging fyri mannskaða, ið stendst av grindini. Goldið verður eftir uppgerð, sum sýslumaðurin skipar fyri.
Stk. 3. Sýslumaðurin hevur heimild til at gera avtalu við kommunu í grindaumdøminum um í forhond at veita endurgjald fyri grindaskaða, mistan reiðskap og rudding.
Stk. 4. Grindaskaði er:
1) Skaði á bátar, undir hesum skrúvu- og aksilskaðar, árar og róður.
2) Brotin og mistur reiðskapur.
3) Mistar og brotnar handilstenn og brillur.
4) Mannskaði.
§ 20. Til hvørja hvalvánna hoyra fylgjandi umdømi, sum øll fáa fullar partar:
I. Norðoya sýsla:
1) Til Hvannasund og Viðvík:
Norðoya sýsla.
2) Til Klaksvík:
Norðoya sýsla og eystursíðan av Eysturoynni (Æðuvík-Gjógv).
II. Eysturoyar sýsla:
1) Til Gøtu, Fuglafjørð og Funningsfjørð:
Eysturoyar sýsla og Norðoyar vestan fyri Múla.
2) Til Sundini millum Streymoy og Eysturoy:
Norðstreym, Eysturoyar sýsla, Kaldbak og Sund.
III. Streymoyar sýsla:
1) Til Tórshavn:
Suðurstreym, Nólsoy, Hest og Koltur.
2) Til Hvalvík og Tjørnuvík:
Sum Sundini (smbr. II b).
3) Til Vestmanna og Leynar:
Norðstreym, Vága sýsla, vestursíðan á Suðurstreym, Hest og Koltur.
IV. Vága sýsla:
Til báðar hvalvágirnar:
Vága sýsla, vestursíðan á Streymoynni, Hest og Koltur.
V. Sandoyar sýsla:
Til báðar hvalvágirnar:
Sandoyar sýsla.
VI. Suðuroyar sýsla:
Til allar hvalvágir:
Suðuroyar sýsla.
§ 21. Skuldi grind doyð á øðrum støðum enn teim omanfyri nevndu hvalvágum, verður hon skift til tað grindaumdømið, hon er í sambært § 20.
§ 22. So skjótt skifti og útlegging eru liðugt, kunnger sýslumaðurin teimum, sum til staðar eru, hvussu stór grindin er, hvussu mikið hon er mett til, og hvussu mikið er til bátin, og gevur út seðlar, sum tilskila í hvørjum hvalum, teir ymisku partarnir eru.
§ 23. Hvalur, sum flotnar ella verður fiskaður upp, eftir at sýslumaðurin hevur byrjað skifti, men innan útleggingin er liðug, kemur upp í skiftið.
Stk. 2. Um hvalur flotnar upp teir fyrstu 2 tímarnar eftir at seðlarnir eru komnir út, fellur helvtin til finnararnar og hin helvtin verður seld til frama fyri grindina. Um hvalur flotnar upp seinni, fellur allur hvalurin til finnararnar.
§ 24. Kommunustýrini ella aðrar samskipanir, samanber § 18, nr. 9 skipa fyri, at seðlarnir uppá heimapartar verða heintaðir innan 1 tíma eftir, at seðlarnir eru komnir út, og at grindin verður býtt til fólkið í kommununi/samskipanini sum skjótast.
Stk. 2. Grindamenninir heinta sínar partar innan 1 tíma eftir, at seðlarnir eru komnir út.
Stk. 3. Um tað verður sagt sýslumanninum frá, og grundir eru til tess, kann tann í stk. 1 og 2 nevndu tími leingjast til upp í 3 tímar.
Stk. 4. Grind, ið ikki er heintað ella tikin upp innan ásetta tíð, kann verða latin øðrum.
Stk. 5. Rov og innvølur av grind verða burturbeind innan 24 tímar eftir, at seðlarnir eru útkomnir.
§ 25. Eru serlig viðurskifti, herundir at grindin er so stór, at vandi kann verða fyri, at hon spillist, ella ivi er um at reglurnar um vaktarhald, uppfisking og meting eftir §§ 12, 13, 14, 15, 16 og 17 og/ella reglurnar um grindaskifti og útlegging eftir §§ 18, 19, 20, 21, 22, 23 og 24 verða fylgdar, kann sýslumaðurin gera frávik frá nevndu reglum. Frávikini skulu lagast eftir viðurskiftunum í hvørjum einstøkum drápi, og aðalmálið skal vera, at øll grindin kemur til høldar, og at einki spillist.
§ 26. Sýslumaðurin skal senda Føroya Landsstýri grindaroknskap og eina stutta frágreiðing um drápið, herundir hvar og nær hon var funnin, samanborið við rákið eftir Den færøske Lods. Somuleiðis um brot hava verið á reglurnar í hesi kunngerð. Sýslumaðurin skal boða frá, um boð eru givin um at lata grind sleppa ella steðga drápi í umdøminum. Eisini skal sýslumaðurin greiða frá, um frávik eftir § 25 eru gjørd og gjølliga grundgeva fyri hesum.
§ 27. 1) Brot móti ásetingunum í § 1, stk. 2 og 4, § 3, § 4, stk. 2, §§ 5-8, §§ 10-11 og §§ 13-15 í hesi kunngerð og boðum og forboðum, givin við heimild í áðurnevndu greinum, koma undir bót ella fongsul upp til 4 mánaðir, um ikki størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóg.
Stk. 2. 1 Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini..
§ 28. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer kunngerð nr. 55 frá 16. mai 1995 úr gildi.