Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. mars 2025Nr. 43
Kunngerð um stuðul til dupult húsarhald
Við heimild í § 4, stk. 4 í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum broytt við løgtingslóg nr. 144 frá 20. desember 2024, og § 2, stk. 3 og 4 og § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald, verður ásett:
§ 1. Stuðul til dupult húsarhald verður bert veittur eftir umsókn. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul.
§ 2. Fyri útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald eru hesar stuðulsupphæddir ásettar:
1) Fyri leigu av høli er upphæddin 488 kr. um mánaðin.
2) Fyri eykaútreiðslur til kost er upphæddin 20,50 kr. fyri hvønn arbeiðsdag.
3) Innlendis ferðing aftur og fram eina ferð um vikuna, útroknað eftir § 2 í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.
Stk. 2. Minstaupphæddin, ið viðkomandi sjálvur skal bera, er ásett til 850 kr. fyri stuðulsskeiðið. Stuðulsskeiðini eru frá 1. januar til 30. juni og frá 1. juli til 31. desember.
§ 3. Stuðul til dupult húsarhald er treytaður av, at útleigarin váttar, at tær av umsøkjaranum givnu upplýsingar viðvíkjandi íbúð og leigutíð eru rættar.
§ 4. Stuðul verður ikki veittur persónum, ið hava rætt til endurgjald á annan hátt fyri ferðaútreiðslur ella útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald, eins og ein ikki kann fáa stuðul til ferðaútreiðslur í størri mun enn ásett í § 2 í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur og § 2 í løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald.
§ 5. Avgerðir tiknar sambært løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur og løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald kunnu innan 4 vikur kærast til Føroya Kærustovn. Kæran skal vera skrivlig og grundgeving fyri kæruni skal vera við.
Stk. 2. Freistin í stk. 1 verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 29 frá 18. mars 2025 um stuðul til dupult húsarhald.
Fíggjarmálaráðið, 27. mars 2025
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)